hósdagur 6. juli 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 6. juli 2006
39
– Eg eri 34 ára gamal, men eg havi tað sum ein 10 ára gamal drongur.
Lilian Thuram, franskur landsliðsspælari, sum nú skal spæla sína næstu HM-finalu í fótbólti
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
HM manglar
mál
HM
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
HM-endaspælið í Týsk
landi er málfátækt, og
bert einaferð í søguni er
tað komið fyri, at færri
mál eru skotin í einum
HM-endaspæli, enn tað
eru skotin í ár.
Í miðal eru skotin
2,27 mál í hvørjum dysti
undir HM-endaspælinum
í Týsklandi, og tað er
eitt tað lægsta talið
nakrantíð.
Bert einaferð í søguni
er tað komið fyri, at
færri mál eru skotin í
eini HM-kapping, og tað
var í Italia í 1990. Tá
vóru 2,21 mál skotin fyri
hvønn dyst.
Áðrenn finaluna og
dystin um triðja pláss eru
141 mál skotin í teimum
62 dystunum. Tað gevur
eitt miðaltal á 2,27. Nú eru
tveir dystir eftir at spæla,
um tað ikki verða skorað
mál í vanligu leiktíðini av
hesum dystunum, endar
hetta
HM-endaspælið
sum tað málfátækasta
nakrantíð.
Tað er kanska heldur ikki
so løgið, at fá mál verða
skotin í HM-kappingini,
tí tey londini, sum eru
komin langt í kappingini,
hava havt eina krútsterka
verju. Víst hava Frakland,
Italia og Portugal skorað
nøkur mál, men londini
hava vart sera væl.
Dysturin um triðja
plássið verður leygardag
in, og HM-finalan verð
ur sunnudagin.
Skotar stuðla
Ronaldo
Cristiano Ronaldo er alt
annað enn populerur í
Onglandi í løtuni. Hansara
leiklutur í tapinum hjá
Onglandi og útvísingini av
Wayne Rooney hava havt
við sær, at onglendingar
halda lítið um portugisiska
spælaran. Men skotar
eru hinvegin fegnir um
Ronaldo, og nú heitir
heimasíðan The Tartan
Army á allar skotar um
at atkvøða fyri Ronaldo
sum besta unga spælara
undir HM. Hetta siga teir
verður gjørt fyri at arga
teir ensku áskoðararnar.
Undir hálvfinaluni ímóti
Fraklandi í gjárkvøldið,
ýldu áskoðararnir eftir
Ronaldo hvørjaferð hann
hevði bóltin, men Ronaldo
sigur, at tað lat hann seg
ikki nerva av.
Zinedine Zidane
skoraði einasta málið
hálvfinaluni millum
Frakland og Portugal,
og nú er greitt, at
Føroyar í næstu EM-
undankapping skulu
spæla í móti bæði
heimsmeistaranum
og varaheims
meistaranum
HM
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Frakland og Italia skulu
spæla í HM-finaluni í fót
bólti í ár.
Tað er greitt eftir hálv
finalurnar í gjárkvøldið og
týskvøldið.
Harvið er samstundis
greitt, at Føroyar skulu spæla
ímóti heimsmeistaranum
í fótbólti í næstu EM-
undankapping, sum byrjar
eftir summarferiuna. Før
oyar eru nevniliga komnar
í bólk saman við bæði
Italia og Frakland, og so
føroyska
liðið
sleppur
av álvara at royna seg í
undankappingini.
Seinna hálvfinalan í HM
varð spæld í gjárkvøldið, og
hon endaði við, at Frakland
vann 1-0. Einasta málið í
dystinum skoraði Zinedine
Zidane við brotssparki í
fyrra hálvleiki. Harvið setti
Zidane eina tjúkka striku
undir sítt frálíka avrik í
hesari HM-kappingini, og
hann kann rættiliga siga
farvæl við fótbóltsheimin,
um hann sum liðformaður á
franska liðnum gerst heims
meistari sunnudagin.
Uppiborin sigur
Dysturin millum Frakland
og Portugal var tættur. Tað
vóru ikki stóru kjansirnir,
og hóast Frakland í longum
løtum var betra liðið, so
kundi Portugal eisini havt
fingið okkurt mál.
Frakland fekk sítt mál
við brotssparki, og fleiri
ferðir royndu portugisisku
spælararnir at fáa brots
spark, men tað vildi dóm
arin ikki geva teimum.
Hetta skapti stóra øsing á
beinkinum hjá Portugal,
har venjarin Scolari stóð og
veipaði og rópti fleiri ferðir
eftir dómaranum.
Eftir dystin viðurkendi
hann tó, at Frakland hevði
uppiborið at koma víðari.
– Tað var ein uppiborin
franskur sigur. Hetta var
ein sera trupul dystur, men
vit royndu okkara besta, og
vit mugu viðurkenna tap
ið. Vit høvdu nakrar fáar
málkjansir
í
dystinum,
men vit misnýttu teir, og tí
taptu vit, segði Scolari eftir
dystin.
Sáttmálin hjá Scolari
við portugisiska fótbólts
landsliðið gongur nú út, og
tað er óvist, hvat Scolari nú
skal gera. Hann hevur fingið
góð úrslit við Portugal, tí
fyri tveimum árum síðani
kom hann í EM-finaluna,
og hesaferð komu teir heilt
til hálvfinaluna í HM.
Bara komin
hálvan veg
Franski landsliðsvenjarin
legði eftir sigurin á Portugal
áherðslu á, at enn var
uppgávan hjá teimum undir
HM langt frá liðug. Hann
helt fyri, at enn var arbeiðið
bert hálvliðugt.
– Tað einasta, sum telir
nú, er at vit vinna final
una og koma heilt upp á
toppin. Vit kunnu ikki lata
okkum noyða við at koma
í finaluna. Vit skulu eisini
vinna hana, og vit fara at
fyrireika okkum væl til
dystin sunnudagin, segði
Raymond Domenech.
Ein av spælarunum, sum
var við til at vinna HM
í 1998, er Lilian Thuram,
og hann tóktist mest sum
ovfarin, tá tað var greitt,
at hann skuldi spæla í eini
HM-finalu afturat.
– Eg eri 34 ára gamal,
men eg havi tað sum ein
10 ára gamal drongur,
sum hevur sæð sítt fyrsta
HM-endaspæl. Vit hava
allatíðina stíla eftir at koma
í finaluna, og tí hevði tað
verið ræðuligt, um vit
høvdu tapt í kvøld, segði
Thuram.
Hann er ein av teimum
royndu
spælarunum
á
franska liðnum, og tað eru
nógvir av teimum, tí Frak
land hevur mannað elsta
liðið undir kappingini. Til
hálvfinaluna ímóti Portu
gal í gjárkvøldið var miðal
aldurin á liðnum, sum
byrjaði dystin, 30 ár og 10
dagar.
Valdu at spæla
sítt egna spæl
Thierry Henry er ein annar
av fronsku spælarunum,
sum var við til at vinna
HM í 1998, og hann hevði
eina frágreiðing um, hví
tað gekk so væl hjá teimum
nú.
– Tað, sum er hent við
liðnum, er, at vit eru givnir
at lurta eftir atfinningum
ímóti okkum, og ístaðin
spæla vit okkara spæl – tað
hevur størstan týdning,
sigur Henry.
– Vit stríddust sum
leyvur, og fólk mugu hava
sæð, hvussu stóran vilja, vit
hava. Harafturat spæla vit
eisini á høgum teknsiskum
støði.
Thierry Henry og hini
fronsku spælararnir skulu
nú fyrireika seg til HM-
finaluna, sum verður spæld
í Berlin sunnukvøldið kl.
20.00.
Zidane sendi Figo út
Tveir av stóru profilunum í HM-kappingini. Zidane takkar Figo fyri dystin, har Zidane stóð eftir sum sigursharrin
Mynd: Scanpix