Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 [ Nr. 128 - 6. juli 2006 ] Marathon í Havn nærkast Bragdið bjóðar nú rennarum úr Føroyum og útlondum til Tórs­ havn Marathon, sum verður hildið um 10 dagar Marathon Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sunnudagin 16. juli verður Atlantic Airways Tórshavn Marathon hildið. Hetta er blivið ein árlig rennikapping, har bæði føroyskir og útlendskir rennarar eru við. Runnið verður á yms­ um teinum. Høvuðs­ kappingin er sjálvandi marathon-renningin, men tað ber eisini til at renna hálvt marathon og ymsar styttri teinar. Stuttleikarenningarnar verða tvær, ávikavist 5,8 km og 3 km. Marathon-renningin er samstundis kapping um FM heitið, og teir rennarar, sum kappast um hetta heiti, skulu verða limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt í Føroyum. Runnið úr miðbýnum í Havn. Runnið verður fyrst 5,8 km runt í Havnini. Síðan verður runnið móti Kaldbak og aftur til Havnar, fram við Strond. ½ marathon- rennarar venda áðrenn Sundsverkið. Marathon- rennarar venda í Kald­ bak. Renningin byrjar og endar á sama staði í mið­ býnum í Havn. Fyri at renna marathon skal ein hava fylt ella fylla 18 ár í ár, og fyri hálvmarathon er markið 16 ár. Samstundis er miðvís marathonvenjing sjálvandi eisini ein for­ treyt. Stuttleika­renningin er fyri øll og er býtt sundur í tveir bólkar. Upp til 12 ár renna 3 km, 13 ár og eldri renna 5,8 km. Tað ber til at lesa meira um kappingina á torshavnmarathon.com, og har ber eisini til at tekna seg til kappingina. Cannavaro fær rós Italski landsliðsvenjarin Marcello Lippi er ikki kendur fyri at rósa ávísum spælarum hjá sær alment, men nú hevur hann gjørt eitt undantak við verjuspælaranum Fabio Cannavaro. - Cannavaro hevur verið ótrúligur undir HM. Tað kann eingin ivi verða um, at hann er besti verjuspælarin í heiminum, sigur Lippi. Hann segði eisini, at hansara álit á verjuna og málmannin er so stórt, at hann saktans kann spæla við fýra álopsspælarum í HM-finaluni sunnudagin. - Verjan hjá okkum er rættiliga góð, og eingin ger nakað við málmannin hjá okkum, segði Lippi. Fýra ungir bogaskjúttar vóru herfyri við í NM fyri juniorar, og hóast eingi heiðursmerki komu við heimaftur, stóðu skjúttarnir seg væl, og teir settu fleiri føroysk met Bogaskjóting Tíðindaskriv Teir fýra skjúttarnir, ið vóru við til kappingina, vóru Sjúrður Rein, Tambar, sum skeyt í bólkinum kadet recurve dreingir, og Magnus Andreassen, Kristoffer Andreasen og Kaj Johannesen, allir úr Ørvi, sum skutu í bólkinum kadet compound dreingir. Í bólkinum hjá Sjúrða vóru 58 luttakarar, og hjá hinum trimum vóru 48 luttakarar. Hetta var størsta luttakaratal nakrantíð til eitt Junior NM. Sjúrður stóð seg væl Leygardagin skutu øll inn­ leiðandi umfør, og føroysku skjúttarnir skutu tvey umfør á 36 pílar. Hetta úrslit bleiv so brúkt til raðfesting í finaluskjóting seinna dag­in. Sjúrður Rein skeyt í fyrsta umfari 321 stig og setti nýtt føroyskt met, í seinna umfari skeyt hann 316 stig, og fekk íalt 637 stig, sum eisini er nýtt føroyskt met. Allir skuldu víðari til 1/32 útilokingina. Her kom Sjúrður í dyst ímóti einum svia og vann Sjúrður dystin 109-104. Í 1/16 dystinum vann Sjúrður ein spennandi og javnan dyst móti enn einum svia við 110-108. Í 1/8 dystinum bleiv mótstøðan nakað hørð og tapti hann ímóti einum norðmanni 109-113. Hesin norski skjúttin bleiv nr. 4 íkappingini. Men góða skjótingin hjá Sjúrða gjørdi, at hann rykti so mikið langt upp á listan, at hann bleiv nr. 10 saman við einum svia. Hørð kapping Í bólkinum kadet compound skutu teir bestu heilt ótrú­ liga væl, men Kristoffer Andreasen skeyt eisini sera væl, og hann setti í fyrsta umfari nýtt føroyskt met við 350 stigum av 360 møguligum. Hóast hetta náddi hann bert einum 5 plássi. Seinna umfar var heldur lakari og skeyt hann tá 335 stig, íalt 685 stig, sum eisini er nýtt føroyskt met. Samanlagt bleiv hann nr. 9 og skuldi sostatt sita yvir í 1/32 útilokingini. Í 1/16 dystinum vann Kristoffer trygt á einum norðmanni 115-107, men í 1/8 dystinum gekk ikki eftir vild, her møtti hann einum dana og tapti 113- 117. Hesin sami danin bleiv nr. 4 í kapingini. Magnus í spennandi umskjóting Magnus Andreasen skeyt miðal 662 stig og bleiv innleiðandi nr. 21. Í 1/32 dystinum vann Magnus á einum norðmanni 113- 99. 1/16 dysturin haraftur ímóti bleiv ein sera sera spennandi dystur ímóti stóru vónini hjá norðmonnum. Fyrstu tríggjar pílarnar kom Magnus tvey stig aftur­um. Næstu tríggjar pílar­nar vann Magnus eitt stig inn aftur. Triðju ferð vann Magnus tvey stig og fór framum. Við teimum seinastu trimum pílunum javnaði norðmaðurin og dysturin endaði 113-113. Síðan skuldi umskjóting til, og hon gjørdist sera spennandi, tí báðir skjútt­ arnir skutu væl. Tað var tó Magnus, sum at enda hevði munin og fór víðari í kappingini. Í 1/8 dystinum bleiv mót­støðan ov stór, og tá møtti Magnus einum svia, dysturin endaði 113-118. Hesin sami sviin bleiv nr. 3 í kappingini. Kaj bleiv innleiðandi nr. 22 við 659 stigum og persónligum meti. Í 1/32 vann Kaj 112-97 á einum svia. Men síðan mátti hann lúta fyri einum svia í 1/16 dystinum 112-116. Sunnudagin Eisini var liðskjóting á skránni. Sjúrður var einsa­ mallur og bleiv hann tí settur á eitt blandað norðurlendskt lið saman við einum svenskum dreingi og einari svenskari gentu, sum ikki høvdu skotið serliga væl innleiðandi. Tískil komu tey at møta einum sterkum liði beinanvegin og blivu sligin út úr kappingini við størri tapi. Harafturímóti høvdu Magnus, Kristoffer og Kaj so mikið fræg úrslit innleiðandi, at teirra lið bleiv nr. 6 av 16 liðum við sama stigatali sum eitt svenskt lið. Fyrsti dystur í 1/8 úti­ lokingini var ímóti einum liði úr Randers, Danmark. Hendan dystin vunnu teir 222-196 og settu nýtt føroyskt met. Í ¼ finaluni skutu teir ímóti einum svenskum liði. Dysturin var skiftandi og spennandi, men taptu teir 222-229. Hetta úrslit gav føroyska liðnum eitt pláss sum nr. 5 í kappingini. Samanumtikið kann sigast, at tá mann kemur heim aftur við fleiri før­ oyskum metum, so hava føroysku dreingirnir skotið væl. Ferðalagið kom aftur til Føroya seint mánakvøldið, nakað darvað av støðuni í Keypmannahavn. Hetta førdi eisini við sær, at helvtin av viðførinum lá eftir í Keypmannahavn. Bogaskjótideildin takkar øllum fyri hjálp og stuðul, tí uttan stuðlar eru slík tiltøk ikki møgulig. Katrin í World Cup Katrin Olsen er í hesum døgum við í World Cup kapping í Luzern. Kappingin byrjar í morgin og heldur fram til sunnudagin. Katrin er við í dupultfýrara í lættvekt. Hon rør saman við trimum øðrum donskum kvinnum, og tær sleppa veruliga at royna seg í kappingini. Í seinastu World Cup kappingini endau donsku kvinnurnar nummar 4, og tað verður sagt, at tær veruliga skulu rógva væl, um teir skulu vinna heiðursmerki í Luzern. Settu føroysk met í NM Hesir fýra bogaskjúttarnir vóru nú um dagarnar við í NM-kapping fyri juniorar, og teir stóðu seg væl Róaldur Jacobsen hevur lagt seg trygt á odda í HM-tippingini hjá Sosialinum. Bara tveir dystir eru nú eftir, áðrenn vinnarin av kappingini kann fara eftir stóra vinninginum Tipping Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sunnukvøldið komandi er HM-kappingin av, og tá fæst so eisini at vita, hvør verður vinnari í HM-tippinginini, sum Sosialurin og Formula.fo hava skipað fyri. Her hevur Róaldur Jacobsen lagt seg hampuliga trygt á odda undan seinasta umfarinum. Í hálvfinalunum vann Róaldur sær 10 av 12 møguligum stigum, og á tann hátt skapti hann sær veruliga eitt hol niður til næstu kappingarneytarnar. Støðan undan finaluni og bronsudystinum í HM-tippingini er nú hendan: Nr Navn Stig 1 Róaldur Jacobsen 48 2 Regin Sivertsen 44 3 Magnus Simonsen 42 3 Áki Andreasen 42 5 Ragnar Háskor 41 6 Rúni Mortensen 40 6 John Michal Petersen 40 6 Jákup Ósá 40 9 Rógvi Højgaard 38 10 Debes Danielsen 37 10 Áki Johansen 37 Róaldur stakk avstað