hósdagur 6. juli 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 6. juli 2006
41
tíðindi
Sølan av motorsúkklum
vaksin við 3.500 prosentum
Størsta vøkstrinum í pro
sentum í søluni av nýggj
um akførum standa mo
torsúkklurnar fyri heili
3.500 prosent. Í fjør vórðu
seldar fimm motorsúkklur
í mun til 180 fyrra hálvár
í ár.
Sølan av prutlum (skut
arar/knallertir) er har aftur
ímóti minkað við næstan
50 prosentum.
Fyrra hálvár í fjør vóru
seldir 743 persónbilar í
mun til 903 í ár ein vøkst
ur upp á meira enn 20 pro
sent. Vørubilarnir høvdu
ein vøkstur upp á 50 prosent
við 152 í mun til 101 í fjør.
Tilsamans var vøksturin
í søluni av nýggjum ak
førum teir fyrstu seks
mánaðirnar í ár upp á
næstan 30 prosent við 332
fleiri seldum akførum í
mun til somu tíð í fjør.
Nýggjastu tølini hjá Akstovuni fyri søluna av nýggjum akførum í
tíðarsekeiðnum januar-juni 2006, vísa ein týðuligan vøkstur í søluni av
persónbilum, vørubilum og kampingvognum. Størsti vøksturin er í
søluni av motorsúkklum
Akfør
Motorsúkklurnar
standa fyri størsta
vøkstrinum í søluni av
nýggjum akførum
Royn teg
sum films
sjónleikara!
Gongur tú við eini film
stjørnu í búkinum, so
fært tú høvi at sleppa
henni út nú. FISK 2006,
Norðurlendski Films
summarskúlin, sum fer
av bakkastokki 10.-23.
juli, søkir eftir fólki til
leiklutirnar í filmunum,
sum verða framleiddir.
Skúlin
søkir
eftir
bæði
mannfólki
og
konufólki og í øllum
aldrum. Næmingarnir
á skúlanum skulu fram
leiða nógvar stuttar film
ar
gjøgnum
skeiðið,
og tí verður brúk fyri
nógvum sjónleikarum.
Skúlin kann ikki bjóða
beinleiðis
samsýning,
men
sjónleikararnir
fáa sjálvandi allar út
reiðslur
endurgoldnar
og endurgjald fyri kost,
meðan teir eru við í
verkætlanini. Upptøkur
nar fara fram í tveimum
umførum: 11.-13. juli
og 15.-17. juli. Í fyrra
umfarinum nýtist leik
arunum bert at vera við
ein dag í senn, í seinna
umfarinum kann vera
brúk fyri einum og sama
leikara allar dagarnar.
Upptøkurnar fara fram í
dagtímunum.
Áhugaði kunnu senda
eina mynd av sær sjálvum
og upplýsingar um ald
ur og hvørjar dagar,
ið tey kunnu luttaka
til
teldupostadressuna
film@trade.fo. Meira
kann lesast um Norður
lendska Filmssummar
skúlan á heimasíðuni
www.fisk2006.org.
Norðurlendski Films
summarskúlin
er
stuðlaður av Nordisk
Kulturfond, Mentamála
ráðnum og Atlantic Air
ways o.ø.
Granna
kommunur
dystast á
leikvølli
Fótbóltur: Hesi seinnu
árini hevur nógv verið tos
að um, hvussu tann komm
unala skipanin skal verða
í framtíðini.
Fleiri kommunur eru
lagdar saman og aðrar
eru komnar langt við
ætlanini um tað sama.
Hvussu verður millum
Vestmanna og grann-
abygdina Kvívík er ilt at
siga nakað um enn.
Í øllum førum verður
tað ikki lokalpolitikkur
sum fer at standa ovast á
breddanum seinnapartin
sunnudagin, tá ein ser
stakur dystur verður á
skránni.
Tá fara nevniliga bygd
aráðslimir úr Vestmanna
og Kvívík at spæla móti
hvørjum øðrum á plen
uni.
Hetta
er
sjálvandi
áhugavert í sjálvum sær,
men tað verður uttan iva
eisini spennandi at fylgja
við, hvussu tað fer at
gangast dómaranum í
hesum dysti.
Dómari verður nevn
iliga eingin annar enn
landsstýrismaðurin Jac
ob
Vestergaard
sum
umsitur kommunumál í
Tinganesi.
sb.
Bussar aftur
og fram
Koyring: Hóast væl er av
parkeringsplássi í bygdini,
so fáa tey vitjandi eitt
gott høvi at sleppa bæði
til bygdina og heimaftur
við bussi.
Skipað er nevniliga
soleiðis fyri at náttbuss
urin fer at koyra millum
Vestmanna og Havnina
bæði fríggjakvøldið og
leygarkvøldið.
Sambært hesi skrá koyr
ir hann úr Vestmanna
kl. 23:30 og 3:30 og úr
Havnini kl. 00:30 og
4:30.
Leygarkvøldið
verður eisini koyrt úr
Vestmanna, tá dansurin
er liðugur.
Fyri at veita eina so
góða tænastu sum tilber
verður skipað soleiðis
fyri, at bussarnir koyra
bæði um Kvívík og Koll
afjørð um boðað verður
frá hesum.
sb.
Meðan tað fyrr hálvár í fjør bert vóru seldar fimm motorsúkklur, so er talið fyrra hálvár í ár heilar 180. Hetta er ein vøkstur upp á
3.500 prosent