hósdagur 6. juli 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 128 - 6. juli 2006
Leikurin “Eg taki tína
hond í mína” krevur nógv
av leikarum og áskoðarum.
Spurningurin er, hava vit
áskoðaragrundarlag fyri
slíkum leikum í Føroyum?
Sjónleikaraummæli
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
Sjónleikurin “Eg taki tína hond
í mína...” er ein intellektuell
kærleikssøga, yrkt við støði
í umfatandi brævaskiftinum
millum hjúnini Anton Tjekkov
og Olgu Knipper um aldaskiftið
1900. Leikurin er áhugaverdur
og krevjandi, bæði fyri leikarar
og áskoðarar, tí umframt
kærleikssøguna snýr hann seg
um leiklist sum so: um at skriva
sjónleik, um at spæla sjónleik og
um at leikstjórna sjónleik.
Leikritið hjá Carol Rocamora
minnir meira um eina skitsu
til leik, heldur enn eitt liðugt
leikrit, og av tí sama fær ein sum
áskoðari onkutíð eina kenslu av,
at leikararnir venja leikin. Lopið
verður soleiðis aftur og fram í
tíð, og hesi skift rigga avbera væl
og geva eina góða effekt í eina
annars óspennandi søgugongd.
Einu løtuna eru vit í Russlandi
fyri hundrað árum síðan, næstu
eru vit á palli í nútíðini, har
sjónleikarar venja sjónleikin.
Soleiðis upploysist bæði tíð
og markið millum fiktión og
veruleika.
Metasjónleikur av hesum slag
setir stór krøv til áskoðaran, so
stór, at hevur tú ikki eitt sindur av
leiklistaligum ástøði í skjáttuni,
ber illa til at skilja alt tað til
fulnar, ið fer fram á pallinum.
Hví tosa tey ofta í gákin hvør á
øðrum? Hví lurta tey ikki hvør
eftir øðrum? Hví er pallmyndin
so fátæk og ópyntað? Og so
framvegis.
Kærleikssøgan millum tey
bæði er universel og romantisk,
men avgjørt ikki nóg spennandi
til at halda einum heilum leiki
uppi. Fyri at hesin leikurin tí
ikki skal standa ella falla við
avrikum leikaranna, er tað tí
eitt krav, at áskoðarin kennir til
bæði skaldskapin og lívið hjá
Tjekkov og leiklistaástøðið hjá
Stanislavski leikstjóra, sum eisini
eitt høvuðsevni í leikinum. Í
grundini løgdu teir báðir í felag
lunnarnar undir modernaðu
leiklistina, serliga tað absurdu, og
tí er tað sjálvandi ongin tilvild,
at hesin leikurin er skrivaður
og settur upp, sum hann er.
Spurningurin er tí: hvussu nógv
í Føroyum megna at fylgja við í
øllum tí, sum leikurin hevur at
bjóða, onnur enn tey, ið fáast við
sjónleik hvønn dag, tað vil siga
sjónleikarar, leikritahøvundar og
leikstjórar?
Tí kemst ikki uttanum, at
leikurin júst stendur og fellur við
einari tunnari kærleikssøgu og
so avrikum leikaranna. Og her er
tíbetur nógv gott at vísa á, sum
avgjørt ger sjónleikin verdan at
síggja, men tó ikki fullkomnan.
Bara tað at sleppa at síggja
Olaf Johannesen á føroyskum
palli er stórt, og í hesum leiki
vísir hann væl og virðiliga,
hví hann er ein av mætastu
sjónleikarunum í kongaríkinum.
Hann hevur fult tamarhald á
leiklutinum sum Tjekkov, og
hann hevur nøkur amboð sum
sjónleikari fram um flestu aðrar,
sum gera, at hann megnar at
eggja fram nemandi kenslur, so
sum sorgblídni og samhuga, við
at halda aftur, soleiðis at nærum
øll tulking fer fram í høvdinum á
áskoðarunum. Tað er sjónleikur,
tá hann er bestur. Og um nakar
skuldi ivast í, um Olaf megnar
tað føroyska málið til fulnar, havi
eg avgjørt onki at finnast at um
tað heldur. Tað er onki minni enn
ein fragd at síggja og hoyra hann.
Marita Dalsgaard megnar eisini
sum heild at raka tann ógvuliga
fína, men tó sjónliga strongin,
sum gevur leiklutinum sum Olga
lív og litir, men tað er sjónligt, at
hon hevur verri við at halda aftur,
har tað krevst, og tað órógvar
onkuntíð upplivingina. Kanska
er tað ein størri avbjóðing fyri
ein sjónleikara sum Maritu at
spæla Olga, enn tað er fyri Olaf
at spæla Tjekkov, tí Marita tykist
hava eitt nógv meira útfarandi
lyndi, og tað ger tað sjálvandi
dupult trupult at leggja á seg tey
bond, sum ein slíkur leiklutur
krevur. Marita kemur eisini
nógv best frá síni uppgávu í
sjónleikinum, tá hon leikar aðrar
leiklutir enn Olgu, tað vil siga, tá
hon rætt og slætt leikar leiklutin
sum sjónleikarin, sum skal leika
Olga – ella við øðrum orðum: tá
Marita leikar seg sjálva.
Sum heild koma tey bæði
tó væl frá uppgávuni. Bara
tað at halda áskoðarunum til í
hálvanannan tíma, hjá tveimum
leikarum við nærum ongari
pallmynd, er eitt avrik, sum hevur
stóra virðing uppiborna. Í løtum
hoyrdist illa, hvat leikararnir
søgdu, men tað munnu tey hava
fingið í rættlag síðan fyrstu
sýningina.
Krevjandi leiklist
á Meiarínum
- Bara tað at halda áskoðarunum til í hálvanannan tíma, hjá
tveimum leikarum við nærum ongari pallmynd, er eitt avrik, sum
hevur stóra virðing uppiborna, skrivar Arbjørn Ó. Dalsgarð m. a. í
ummælinum av leikinum »Eg taki tína hond í mína«
mentan