hósdagur 6. juli 2006síða 43
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 6. juli 2006
43
Summarfrí
Vegna Summarfrí verður skrivstovan stongd frá 13.
juli til og við 17. august 2006.
Sjúkrakassi Skála Læknadømi
490 Strendur
Tlf. 449 212 - Fax. 449 232
sjkhil@post.olivant.fo
Tógvhandilin STIKKAN verður stongdur vegna
summarfrí frá 10. juli. Opið er aftur 31. juli.
Tógvhandilin STIKKAN
J. C. Svabosgøta 8
Tórshavn
Tlf. 309130 · www.stikkan.fo
Stongt vegna
summarfrí
Dagrøktari
Søkt verður eftir dagrøktara til at byrja 15. august
2006.
Lønin er sambært sáttmálan millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag.
Umsóknin skal vera kommununi í hendi innan 1.
august 2006.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran
fyri Dagstovnin á tlf. 421660 ella 214360.
Kvívíkar kommuna
Víkarvegur 4
FO-340 Kvívík
Frá Sunda kommunu
Pedagogur
til Dagstovnin á Flatinum
Vit søkja eftir 1 pedagogi til vøggustovuna Tippið
30 t. um vikuna, at byrja 7. august ella eftir nærri
avtalu.
Um stovnin:
Her ganga 85 børn í aldrinum 0-10 ár: 2 vøggustov-
ur, 2 barnagarðsstovur og 1 frítíðarstova. Og tað
arbeiða 23 starvsfólk.
Stovnurin sum bert er 1 ára gamal, hevur alt sum
ein nútímans dagstovnur skal hava: eitt stórt fel-
agsrúm, viðtaluhølið, serstovu og ymisk verkstøð.
Hvør barnastova er ein sjálvstøðug vælútgjørd
eind, við egnari inngongd.
Økið uttanfyri er stórt við nógvum møguleikum og
stovnurin liggur sera væl fyri, t.d. beint við haga og
fjøru, við skúla, fimleikarahøll, svimjihøll og góðum
bussambandi.
Vit ynskja:
• at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum
• at tú kanst taka ábyrgd og cirka í góðum samstarvi
við starvsfelagar og foreldur
• at tú verður við til at mynda og menna okkara
pedagogiska umhvørvi
• at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í
nærumhvørvinum.
Vit kunnu bjóða
eitt áhugavert starv, har tú saman við góðum
starvsfelagum, fært møguleika at byggja upp
eitt spennandi pedagogiskt umhvørvi á einum
nýggjum stovni.
Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Rosu
Prestá leiðara á tlf. 471030/771030 ella Sólrún Dam
varaleiðara á tlf. 471034.
Umsókn
saman við avriti av prógvum og viðmælum, skal
vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 11. juli
2006 og sendast til
Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakki
Hjálparfólk
Søkt ver›ur eftir hjálparfólki til umlættingina 20
tímar um vikuna at byrja 1. august 2006
Vit sóknast eftir starvsfólki, sum hevur fakligan
áhuga og góð samstarvsevni.
Vit bjóða eitt arbeiði har tú hevur ávirkan á innihaldi
í starvinum og gerandisdagin hjá búfólkunum. Sum
er m.a. úti virksemir, svimjing og gongutúrar.
Umlættingin á Garðavegi er ein stovnur fyri børn
og ung við sjúkragreiningini autisma.
Á stovninum starvast 7 fólk.
Løn og setanartreytir:
Talan er um eitt starv innan Heimarøktina og
Serforsorgina. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, talan er
um bæði dag-, kvøld- og samdøgursarbeiði; eins og
vikuskiftisarbeiði og serstakir dagar.
Løn sambært sáttmálað við F. Pedagogfelag og
fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreist :
Umsókn við hjálagdum próvskjølum og viðmælum
skulu verða stovninum í hendi seinasta lagi 22 juli
Nærri upplysingar um starvið fæst við at venda sær
til leiðaran á stovninum á tlf. 456320 el. 229787
Umlættingin á Garðavegi
Garðavegur 38, 700 Klaksvík
Att. Leiðarin
lýsingar