týsdagur 19. desember 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 19. desember 2000
3
gult cyan magenta svart
2
Nr. 244 - 19. desember 2000
Í hesum døgum fyri einum
ári síðan var Bjørg Matras
sín síðsta arbeiðsdag á Før-
oya Skúlabókagrunni. Tað
seinasta hálva árið hevði
hon borið upp á eina álvars-
liga sjúku. Sjúkralegan
gjørdist ikki drúgv. Longu
30. januar andaðist hon, 64
ára gomul.
Bjørg varð fødd í Havn 2.
oktober 1935, dóttir Sámal
Erik Matras av Viðareiði og
Marthu, fødd Mørkøre, úr
Havn. Bjørg var gift við
Hera Jensen úr Havn, sum
doyði í 1995. Eins og pápin
valdi Bjørg lærarayrki. Hon
tók prógv á Føroya Lærara-
skúla í 1958 og var lærari í
Tórshavnar
Kommunu-
skúla frá 1958 til 1991, tá
ið hon fór at starvast á Før-
oya Skúlabókagrunni. Hon
var formaður í skúlabóka-
nevndini í trý skeið, frá
1986 til 1998, vald av
landsstýrinum eftir tilmæli
frá Føroya Lærarafelag.
Í 1973 tók Bjørg útbúgv-
ing sum skúlabókavørður á
Danmarks Lærerhøjskole.
Saman við teimum báðum
Jóhannesi Enni, sála, og
Ingrið Sondum var hon við
til at leggja lunnar undir
skúlabókasøvnini í Føroy-
um. Tey trý fingu í 1995
Barnamentanarvirðislønina
frá Skúlabókasavnsfelagn-
um fyri hetta slóðbrótandi
virksemið. Bjørg var við til
at stovna Skúlabókasavns-
felagið og var formaður í
mong ár. Eisini var hon í
nøkur ár skrivari í Norður-
lendska Skúlabókavarða-
felagnum. Bjørg hevði sæð,
hvønn týdning eitt vælvirk-
andi skúlabókasavn hevði
fyri skúlan. Tey seinnu árini
av sínari starvstíð í Komm-
unuskúlanum stóð hon fyri
skúlabókasavninum har.
Tað var tí heldur ikki so
løgið, at Føroya Lærarafel-
ag mælti til at velja Bjørg í
skúlabókanevndina, tí við
sínari bakgrund sum skúla-
bókavørður dugdi hon væl
at síggja, hvar ið tørvurin á
føroyskum undirvísingar-
tilfari var. Hon visti, hvussu
umráðandi tað var fyri
samleikan hjá føroyskum
børnum, at undirvísingar-
tilfarið var á móðurmálin-
um.
Stutt áðrenn hon kom á
Skúlabókagrunnin, hevði
hon saman við øðrum góð-
um fólkum stovnað forlag-
ið Dropan, hvørs endamál
var at geva út bøkur til børn
og ung, som vóru kapping-
arførar við tær útlendsku í
dygd og útsjónd. Bjørg
týddi sjálv fleiri av bókun-
um, sum forlagið gav út.
Dropin var virkin í nøkur ár
og fekk nógv á skaftið.
Bjørg týddi í frítíðini
hópin av barnabókum og
ungdómsbókum,
sum
Bókadeild Føroya Lærara-
felags gav út. Fyri sítt
týðingarvirksemi fekk hon
í 1992 Barnabókaheiðurs-
løn Tórshavnar Býráðs.
Eisini beinleiðis undirvís-
ingartilfar var Bjørg við til
at skriva. Eitt skifti arbeiddi
hon fyri Barnaútvarpið, har
hon hevði samrøður við
børn um bøkur og tað at
lesa.
Tað sæst av verki henn-
ara, at hugurin allar dagar
hevur staðið til bókina og
bókligt virksemi.
Men størstu orkuna tey
seinnu árini av lívi sínum
legði Bjørg tó í arbeiðið á
Skúlabókagrunninum. Hon
var íðin og arbeiðssom og
kendi stóra ábyrgd fyri tí
starvi, ið henni var litið upp
í hendur. Hon var væl lýdd
av øllum teimum mongu
starvsfelagunum, sum hon
gjøgnum sítt arbeiði kom í
samband við, og hon var
vird fyri sítt starv. Hon var
góð og lagalig at samstarva
við, hon var positiv, og hon
misti ongantíð málið úr
eygsjón. Føroysk skúla-
bókaútgáva átti í henni ein
dyggan stuðul. Hennara
partur lá ikki eftir.
Sum menniskja og sum
starvsfelagi verður hon
nógv saknað. Samkensla
okkara er við tykkum, ið
eftir sita, mammuni, døtr-
unum og familjuni.
Við hesum fáu orðum
lýsa vit frið yvir minnið um
Bjørg Matras.
Føroya
Skúlabókagrunnur
Nevnd og starvsfólk
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Dagbjørt S. Hansen dagbjort@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
DAGSINS MEINING
Er tað landsstýrismaðurin
sum hevur gruggað?
Tað skerst ikki burt, at
summir politikkarar
duga ikki hógv. Ein
teirra er landsstýrismað-
urin í fiskivinnumálum,
Jørgen Niclasen, sum í
síðstu viku skuldsetti
andstøðuna fyri at
grugga eitt mál. Hann
kom við hesi skuldset-
ingini í Sosialinum og
Útvarpinum, tí ein
meiriluti í Løgtinginum
atkvøddi fyri, at lógar-
uppskotið um tyrlu-
tænastu varð koyrt aftur
í Vinnunevndina.Talan
er um eitt uppskot, sum
heimilar landsstýris-
manninum at gera ein
10 ára langan sáttmála
við Atlantic Airways
um tyrlutænastu. Henda
tænastan fevnir um m.a.
eftirlit og bjarging og
kostnaðurin er settur til
14 milliónir krónur um
árið. Tó kann prísurin
lækka, um roknskapurin
hjá flogfelagnum vísir,
at veruligu útreiðslurnar
eru lægri enn mett.
At landsstýrismaðurin
og Vinnumálastýrið
hava samráðingar við
føroyska flogfelagið um
slíka tænastu er næstan
ein sjálvfylgja. Vit hava
eitt flogfelag, ið vit øll
eiga, og tí hevur Vinnu-
málastýrið fyrst og
fremst samráðingar við
hetta felag. Men so
kemur spurningurin: –
Er tað rætt at lóggeva
ein einkarrætt til eitt
alment partafelag í heili
10 ár uttan at samráð-
ingar hava verið við
onnur feløg fyrst! Tað
kann hugsast, at tað eru
slík viðurskifti, sum
løgtingslimir kanska
vilja umhugsa einaferð
afturat. Eisini kann
hugsast, at tað eru aðrir
ógreiðir spurningar í
hesum máli, sum ikki
eru svaraðir í nevndar-
viðgerðini. T.d. kostn-
aðurin. Kann tað hugs-
ast, at Atlantic Airways
hevur sett prísin í so
lágan fyri at fáa sátt-
málan, og at hesin kann
fáa negativar avleiðing-
ar fyri flogfelagið, um
tyrlutænastan ikki hvílir
í sær sjálvum, men
drenar flogfelagið fyri
pening? Ella er prísurin
so høgur, at talan kann
verða um óbeinleiðis
landskassastuðul til
føroyska flogfelagið?
Tað ber jú ikki til, tí so
er talan um eina kapp-
ingaravlagandi støðu.
Ein annar spurningur er,
hvat siga útrokningar-
nar um kostnaðin fyri
hvønn flúgvitíma? Eru
teir á leið teir somu
sum í útlondum ella
ikki? Sláast kann fast,
at álitið hjá Vinnun-
evndini viðger ikki
hesar spurningar.
Harafturat kann tað
tykjast løgið, at júst
hetta landsstýrið mælir
til at gera ein slíkan
bindandi sáttmála. Ferð
eftir ferð hoyrist, at øll
vinna – og nú eisini
tænastuveitingar – skulu
verða skipaðar eftir
fríum marknaðartreyt-
um. Harafturat rógva
landsstýrismenn – ser-
liga úr tí liberala Fólka-
flokkinum – fram móti
at tænastur skulu bjóð-
ast út. Hví skal henda
tænastan ikki bjóðast
út? Tað er ein fyrimunur
fyri okkara politisku
skipan, at mál verða
gjølliga kannað. Vit
skulu ikki hava 80-ini
umaftur. Men hetta
dømi við Jørgen Nicla-
sen og tylutænastuni
minnir ikki sørt um 80-
ára politikk.
Sosialurin
NØVN Í VIKUNI
Spyrjið serfrøðingarnar
Bergur
Hansen,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
Adressan:
Sosialurin,
box 76,
110 Tórshavn,
Fax 314720
ella teldupost:
spyr@sosialurin.fo
– og merkið, hvørj-
um tit seta spurn-
ingum.
Svarini verða prentað í blaðnum mikudag
Minningarorð um Bjørg Matras
1935-2000