týsdagur 19. desember 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Harry Potter fepurin
hevur rakt Føroyar,
um enn kanska í
minni mun enn aðra-
staðni. Barnabókin
um tann ikki heilt
vanliga smádrongin í
London, Harry Potter,
er seld í fleiri eintøk-
um enn nøkur onnur
bók kring heimin. Tá
tann eina Harry
Potter bókin í røðini
av fýra er lisin ber
ikki til at steðga á,
men hinar mugu
eisini lesast, vilja
næmingar á Stu-
dentaskúlanum á
Kambsdali vera við.
Flokkurin hevur júst
lisið bókina á enskum
HARRY POTTER
Stefan í Skorini
Bøkurnar hjá Joanne Kath-
leen Rowling um Harry
Potter hava sett heimsmet,
hvat sølu viðvíkur. Tær fýra
bøkurnar eru seldar í fleiri
enn 35 milliónum eintøk-
um kring heimin, og Harry
Potter er týddur til 35 ym-
isk tungumál.
Rithøvundurin Rowling
hevur fingið eini 500 milli-
ónir dollarar frá søluni av
Harry Potter. Hon líður
onga fíggjarliga neyð fyri-
bils.
Tá tann fjórða bókin í
røðini varð útgivin fyri
stuttum, varð hon prentað í
5,3 milliónum eintøkum.
Hetta er eisini met fyri
fyrsta upplag.
John Grisham og Stephen
King kunnu bara fara heim
at leggja seg, tí Rowling
hevur langtsíðan lagt teir
báðar fleiri bátslongdir aft-
urum seg.
Alt er á gosi, hvørja ferð
Rowling letur okkurt nýtt
um Harry úr hondum, og
Potter aldurnar hava ikki
lagt seg enn. Tað fara tær
heldur ikki tey næstu árini.
Higartil eru fýra bøkur út-
givnar, men enn eru tríggjar
eftir, og um eitt lítið ár
verður filmurin um Harry
Potter væntandi at síggja.
Rowling sjálv væntar, at
sjeynda og seinasta bókin
verður tann, sum mest
hóvasták fer at vera um.
Í Føroyum hava vit nú
langt um leingi fingið ta
fyrstu føroysku týðingina
av Harry Potter. Gunnar
Hoydal hevur týtt ta fyrstu
bókina úr enskum, og hon
kallast Harry Potter og
vitramannasteinurin.
Fangandi
“Harry Potter er fangandi”
vóru flestu næmingarnir á
einum máli um, tá tey
skuldu geva sína hugsan
um Harry Potter til kennar
fyri tí útsenda av Sosialin-
um.
Vit sita í bleytum stólum
úti í gongini í nýggja skúl-
anum á Kambsdali. Tá tú
trínur inn í skúlan, gongur
sjón fyri søgn, at tað er
gjørligt at fáa ein skúla
hugnaligan. Her er ikki
tørvur á ábótum fyri sjey
milliónir krónur sum aðra-
staðni.
2.b á Studentaskúlanum á
Kambsdali
hevur
lisið
ensku barnabókina Harry
Potter, sum verður givin
upp til próvtøku.
Harry Potter hevur upp-
tikið sinni teirra seinastu
vikurnar. Eftir at hava lisið
ta einu bókina er onkur av
málsligu studentunum í 2.b
vorðin heilt fangaður av
søguni.
Friður fekst ikki í sinnið,
og tey høvdu ikki góðan
náttarsvøvn, fyrr enn tey
høvdu lisið allar fýra bøk-
urnar um Harry.
– Hetta er ein rættiligur
“pageturner”, har tú alla
tíðina verður noyddur at
blaða og lesa næstu síðu,
siga Harry fjeppararnir.
Tí hevur tað tikið nøkr-
um teirra bara heilt fáar
dagar at lesa tær drúgvu
Harry Potter bøkurnar.
Tey siga, at hvør kapittul
endar soleiðis, at tú kennir
teg noyddan at lesa tann
næsta. Teir enda altíð við
einum sokallaðum “cliff-
hanger”.
Hetta er ein av dragandi
eginleikunum, sum Row-
ling hevur fingið við í sínar
bøkur.
Onnur eru eitt sindur
meira ivingarsom, tá tey
skulu meta um Harry.
– Hetta er eitt sindur for
langt úti til so gamlar næm-
ingar, halda tey.
Tey hava ilt við at finna
nakra aðra góða orsøk til at
lesa bøkurnar, enn at hon er
partur at prøvtøkupensum
hjá læraranum, og at tey
kanska skulu greiða frá
hesi bókini til munnliga
próvtøku.
Tey flestu meta tó bókina
at millum tær betru, sum
tey hava lisið.
Bókin hevur eisini sína
ávirkan á teir meira opnu
næmingarnar, sum siga seg
ganga og hugsa um Harry
og hansara ævintýrferðir í
gerandisdegnum.
Hetta
kann vera tí, tey bera eyga
við onkran lut, sum minnir
tey um Harry.
– Tað er neyðugt at loyva
bókini at hava sína ávirkan
fyri at ein kann fáa nakað
burturúr at lesa, sigur ein
eldhugaður næmingur.
Bøkurnar krevja eisini av
lesaranum, at hann hevur
hugflogið í lagi, tí annars
kann bókin ikki geva tær
nakað. Í Harry Potter eru
flúgvandi bilar, livandi trøð
og borðiskar, sum aldri
tømast.
Næmingarnir halda tað
vera dragandi, at ein kann
kenna seg aftur í bókini, tí
Harry er ein heilt vanligur
drongur, sum tó hevur
samband við ein ósjónligan
gandaheim.
Hevur bókin um Harry
Potter nakran lærdóm ella
boðskap at siga lesaranum?
Hvørji virði verður dentur
lagdur á?
– Høvuðsboðskapurin er,
at tú skalt ikki vera bangin
fyri at gera tað, sum er rætt,
hóast hetta gevur tær
trupulleikar, og tú verður
noyddur at bróta nakrar
galdandi reglar og normar.
Fyri at vera førur fyri hes-
um, er eisini neyðugt at
hava álit á tær sjálvum
– Vinarlag hevur eisini
ein stóran leiklut í bókini,
Rowling undirstrikar týdn-
ingin av at ofra seg fyri vin-
ir, siga studentarnir.
Barnabók fyri vaksin
Søgan um Harry Potter er
tann klassiska søgan, sum
vit øll kenna. Tað góða
ímóti tí ónda.
Harry er lítli smádrong-
urin úr London, sum í veru-
leikanum er gandakallur.
Hetta varnast hann og fer á
ein gandaskúla, sum ikki
sæst í veruleikanum. Tað er
her, bardagin móti tí ónda
fyri tað mesta fer fram.
Voldemort, sum hevur
tikið lívið av foreldrum
Harrys, meðan hann enn
var nýføðingur, stendur á
odda fyri teimum óndu
kreftunum. Størsti fíggind-
in hjá Harry er Voldemort.
Tað er við gandi, at Harry
og Voldemort stríðast hvør
móti øðrum. So er spurn-
ingurin, hvør ramastur er í
gandi.
Vit kenna søguna aftur úr
bókmentunum hjá øðrum
enskum rithøvdundum sum
C.S. Lewis og J.R.R. Tolki-
en, har tað góða berjist
ímóti ónda. Eisini ber til at
samanbera Harry Potter við
Star Wars.
Harry Potter er ein
barnabók, mest skrivað til
børn, men hon kann sanni-
liga eisini lesast av vaks-
num og hugtaka vaksin eins
nógv um ikki meira enn
børn. Hetta er ein av or-
søkunum til, at hon er so
vælumtókt um allan heim.
Rowling sigur, at hon
skrivar bara út frá egnum
barndómsminnum,
og
nakrar hendingar í bókini
hava beinleiðis samband
við onkra hending frá henn-
ara barndómsdøgum.
Mótmæli
Bókin hevur møtt mómæl-
um frá fleiri konservativum
bólkum, og serliga í USA
er mótstøðan rættiliga hørð.
Sagt verður, at Rowling
eggjar børnum at dyrka tað
okkulta og djevulin.
Í fleiri enn seytjan ameri-
kanskum statum verður av
álvara roynt at steðga bók-
ini, og hon er longu bannað
í skúlum í Kansas og
Colorado.
– Tað ber tó ikki til at
banna hugflogi, siga næm-
ingarnir.
Hví verða næmingar í 2.
flokki á Studentaskúlanum
so settir at lesa eina barna-
bók? Lærarin fær seinasta
orðið.
– Eg vænti, at Harry Pott-
er fer at verða eitt serstakt
bókmentaligt fyribrigdi í
okkara tíð, og tað er um-
ráðandi hjá næmingunum
at fáa við. Mær dámdi hana
í øllum førum ómetaliga
væl, sigur lærarin Birgitte
Arendt, sum undirvísir
næmingunum í enskum.
Bitin av Harry Potter
Næmingar í 2.b á Studentaskúlanum á Kambsdali hava lisið Harry Potter, sum hevur tikið allan heimin á bóli. Tey vóru ójøvn á
máli um dygdina á bókini, men Rowling hevur í øllum førum vunnið sær nakrar fjepparar í 2.b
Mynd: Stefan í Skorini
Nr. 245 - 20. desember 2000
3
2
Nr. 245 - 20. desember 2000
Góða, elskaða Súsanna.
Sárt er at fara undir at festa
hesi orðini á blað, tí sakn-
urin og sorgin eru so ófatu-
lig.
Nú líður móti jólum, og
tankarnir leita aftur til ta
tíðina, tá ið tú enn vart okk-
ara millum; vit pyntaðu,
keyptu jólagávur, sungu
jólasangir og jólasálmar,
bakaðu og alt tað, sum
hoyrir jólunum til.
Vit vóru einsamøll í 12
ár, og so komst tú sum ein
gáva úr himlinum og
broytti alt okkara lív. Takk
fyri tey 20 árini, sum vit
fingu saman við tær.
Og her sita vit so eftir,
ribbað fyri alt, og báðir
mammubeiggjarnir í Pork-
eri somuleiðis.
Tú vart okkara eitt og alt
– okkara sólstrála – evnarík
og hjálpsom. Vit minnast
aftur á mangar góðar løtur.
tú vildi fylgja tí lívsleið,
sum vit, frá tí at tú vart heilt
lítil, lærdu teg. Og sum tú
mentist, búnaðist tað, ið var
lagt niður í teg.
Nú vantaðu bert tríggir
mánaðir í, so skuldi tú lætta
flogið sum studentur.
Men so henda góðveð-
ursmorgunin í mars broytt-
ist alt! Tú strálaði sum ein
sól, tá ið tú fór frá húsum,
og tað seinasta, tú segði við
mammu, var: »Endiliga ein
sólskinsdagur.
Eg
skal
njóta túrin suður!«
Tú náddi bert yvir undir
kirkjugarðin í Líðini, so var
lívstráðurin hart og brutalt
avkvettur.
Tað var, sum um alt rapl-
aði rundan um okkum. Tíð-
in støðgaði, og vit blivu við
at siga við okkum sjálvi:
»Hetta kann ikki bera til!
Hetta kann ikki passa!«
Men veruleikin var har.
Sjálvan grækarismessudag,
tá ið vit annars fagna tjaldr-
inum og várinum, vart tú
borin til hvíldar skamt frá
javnaldrum og vinum tín-
um Eyðuni, Álvi og Háv-
arði, sum vóru bornir oman
hagar eitt hálvt ár framm-
anundan. Vit vita, at tit eru
øll fýra saman nú.
Um jóansøkuleitið vóru
floksfelagar tínir her úti og
heilsaðu upp á okkum í
teimum vøkru bláu troyggj-
unum og studentshúgvu-
num. Saman fóru vit so
oman á grøvina og høvdu
eina stilla løtu har niðri.
Sárt var at síggja allan
flokkin, og tú manglaði. Vit
høvdu jú øll somul sæð
fram ímóti hesum degi,
sum skuldi havt verið ein
gleðisdagur.
Hesir níggju mánaðirnir,
síðani tú fór frá okkum,
hava verið svárir; men hin
livandi vónin og vissan
halda okkum uppi, tí vit
nærkast tær fyri hvønn dag,
sum fer. Minnini tala sítt
lívsjáttandi mál.
Tøkk fái tit – vinir okk-
ara her suðuri og familjan
norðanfjørðs – sum hava
staðið við okkara lið og
stuðlað okkum. Uttan tykk-
ara hjálpsemi hevði verið
enn tyngri at komið ígjøgn-
um hetta.
Tað, sum tú saman við
øðrum fór undir inni í
Missiónshúsinum, blómar í
dag, hóast tað mangan sá
vónleyst út tá. Soleiðis
peikaði tú eisini skúlafel-
øgum tínum á Harran.
Slagorð títt – eg orki alt í
Honum, sum ger meg
sterkan – hevur eisini verið
okkum til signingar.
Tær untist bert at liva eitt
stutt lív, men ríkt var tað, og
tú avrikaði nógv, tí tú livdi í
lívssamfelagið við Hann,
sum hevur alt valdið í
himni og á jørð.
Fyri framman ljósið lýsir
bjart
handan tær miklu lívsins
bylgjur.
Eg líti á, at tú meg sært.
Trygt mær heim til tín fylgir.
Tað skrivliga, sum liggur
eftir teg, sigur so nógv um
tínar royndir í lívinum. Har
ímillum eru nakrir sangir.
Ørindið omanfyri er úr ein-
um teirra.
Súsanna góða, tú skrivaði
í minningarorðunum um
Eyðun: Vit síggjast. Ja,
stutt bleiv tykkara ímillum.
Eyðun var hálvt ár yngri
enn tú og fór hálvt ár undan
tær. Og nú hvíla tit lið um
lið har niðri undir Akurs-
gerði. Vit vilja eisini minn-
ast teg, góði Eyðun.
Tit vóru vinfólk bæði og
stuðlaðu og gleddu hvørt
annað. Vit – báðar familjur-
nar – eru altíð komin nógv
saman, og tí gleddi tað okk-
um nógv, at navnið Sús-
anna kom at liva víðari í
næsta ættarliðinum í tykk-
ara familju.
Og nú fyri stuttum varð
ein dóttur hjá einum syst-
kinabarni hjá tær, Súsanna,
doypt Eivør Súsanna, so at
navnið livir eisini víðari
okkara millum
Vit syrgja ikki sum tey, ið
onga vón hava. Tú tekur
sjálv soleiðis til í einum
ørindi:
O, eg gleði meg at sleppa í
havn,
tá aldri aftur eg skal syrgja.
Tú tekur meg inn í tín favn,
har eg tøkk tær skal syngja.
Ella sum tú segði við eina
kvinnu, sum tú komst til í
dreymi: Eg eri bert deyð frá
jarðarlívinum! Eg livi! Eg
livi í ævinleikanum!
Súsanna góða! Ein dag
stevna vit inn at tí himm-
alsku strondini fyri at verða
saman við tær um allar æv-
ir. Tá verður gleði!
Vit møtast aftur
mamma og pabba
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Dagbjørt S. Hansen dagbjort@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
DAGSINS MEINING
Studentaskúlin
í vandasjógvi
Tað var ikki sørt skelk-
andi at hoyra í tinginum
mánadagin, at støðan á
Studentaskúlanum í
Hoydølum er so vánalig,
at vandi er fyri, at Ar-
beiðseftirlitið steingir
skúlan um nakrar vikur,
um ikki nakrar neyðugar
ábøtur verða gjørdar.
Um hesar ábøturnar
verða gjørdar nú, kom
ikki fram, tá landsstýris-
maðurin svaraði einum
fyrispurningi frá einum
løgtingsmanni, men skal
skúlin ikki steingja,
mugu tær fyrstu ábøtur-
nar gerast.
Tá sagt verður fyrstu á-
bøturnar, er tað tí, at
nógv skal gerast við
skúlan, sum eisini hevur
verið fyri vantandi við-
líkahaldi í kreppuáru-
num og í árunum eftir at
kreppan hasaði av. Upp-
lýst varð, at neyðugt er
at brúka einar 13 milli-
ónir krónur saman tey
næstu tvey-trý árini.
Hesin peningur má fáast
til vega, hóast samlaða
upphæddin til ábøtur og
viðlíkahald einans er
stívliga tríggjar milliónir
krónur fyri alt tað al-
menna.
Hóast hetta er ein sera
lítil upphædd, kundi
landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum ikki bara
sær, men koma við við-
merkingini um, at bæði
landsstýrismenn og løg-
tingsmenn altíð hava
hugskot um at brúka
pening, meðan verri er
at koma við uppskotum
um, hvussu kann spar-
ast.
Tað virkaði sum lands-
stýrismaðurin kki skilur,
at neyðugt er at halda
viðlíka, um ikki ein stór
rokning knappliga kem-
ur undan kavi. Og tað er
tað, sum hendi við Før-
oya Studentaskúla nú.
Annars eigur hann eisini
at hava í huga, at viðlík-
ahald merkir eisini ar-
beiði og kann eisini
menna førleikakrøv hjá
handverkarum og øðrum
tænastuveitarum. Eisini
er viðlíkahald í sjálvum
sær.
Tá alt hetta er sagt, so
skal helst eisini sigast,
at tað er kanska gjørt í
so lítið við at umvæla
Studentaskúlan, tí útlit
vóru fyri, at ein nýggjur
skúladepil varð bygdur
úti við Marknagilsvegin.
Men líkt er til, at henda
ætlanin er fryst niður
fyribils. Tí eigur málið
um at umbyggja og
umvæla skúlan í Hoy-
dølum at takast uppaft-
ur. Ein arkitektakapping
um hesa ætlan er tøk, og
spurningurin er, um
henda ætlanin ikki er
væl bíligari enn at
byggja ein skúladepil í
Marknagili, hóast hann
hevur sínar fyrimunir, tá
hugsað verður um eitt
framtíðar skúlaum-
hvørvi.
Fráboðanin hjá Torbirni
Jacobsen kom sum ein
skelkur fyri fleiri ting-
fólk ígjár. Aftur eit dømi
um, at landsstýrið
goymir ella gloymir alt
ov nógv mál, tí eitt ann-
að kent mál stjelur ta
nógvu orkuna.
Sosialurin
Til minnis um okkara elskaðu dóttur,
Súsonnu Hansen, Tvøroyri
Tøkk
Vit takka hjartaliga tykkum øllum,sum á so mang-
an hátt gleddu okkum á diamantbrúdleypsdegn-
um 14. november.
Gleðilig jól øll somul.
Mia og Andrew Godtfred
Tøkk
Eina hjartans tøkk vil eg veita tykkum, sum mint-
ust meg á sjeyti ára føðingardegi mínum tann 21.
november.
Gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.
Flemming Mikkelsen