sunnudagur 9. juli 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 7. juli 2006
5
tíðindi
Arbeiðið við at endur
nýggja Hoyvíkstjørn
gongur støðugt
framá, og nú verður
tjørnin endiliga liðug.
Arbeiðsmenninir
miða ímóti at verða
lidnir á ólavsøku
Hoyvíkstjørn
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
– Vit hava grava alla móruna
upp úr tjørnini og síðani fylt
hana við haldgóðum tilfari
– gróti og øðrum. Móruna
hava vit við lastbili flutt
niðan í Húsahagan, sigur
Gullak Hansen, sum koyrir
gravkúnna í Hoyvíkstjørn.
– Eftir ætlan verða vit
lidnir á ólavsøku. Tá verða
sílini slept niður aftur í
tjørnina, dunnurnar koma
aftur og børnini kunnu
trygt spæla kring økið,
sigur Gullak Hansen og
leggur afturat, at áðrenn
teir
byrjaðu
at
tøma
móruna úr tjørnini, var hon
um tríggjar metrar djúp:
– Sera, sera hættisligt
hjá øllum børnunum, sum
dagliga hava sína gongd her.
Eg tori ikki at hugsa um,
hvat møguliga kundi hent
onkran vetur, tá øll børnini
skoyta á ísinum. Men nú
vit hava lagt ein nýggjan
botn á, verður tjørnin bara
50-60 sentimetrar djúp.
Veður má sær ráða.
Einki flogfar lendi á
flogvøllinum í Vágum
í gjár orsakað av
mjørka, og í dag skulu
heili 25 flogtúrar
avgreiðast fyri at fáa
flogferðsluna í rætt
lag aftur.
Flogferðsla
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Trý flogfør hjá Atlantic
Airways fóru úr Vágum í
gjár, og einki kom aftur.
Samstundis sum flogfarið
hjá Faroe Jet ongantíð kom
til Føroya í gjár. Tískil
standa fleiri hundrað fólk
og bíða eftir at sleppa á flog
á flogvøllinum í Vágum.
Flogførini hjá Atlantic
hava í nátt verið í Íslandi
og í Norra, meðan flogfarið
hjá Faroe Jet hevur verið í
Danmark:
– Sera nógv fólk standa
og bíða á flogvøllinum,
og tað fer í øllum førum
at taka allan dagin at fáa
flogferðsluna í rætt lag
aftur. Um veðrið heldur
sær, er ætlanin, at ferðslan
skal koma í fasta legu aftur
í morgin árini. Heili 23
flogtúrar skulu avgreiðast
hjá okkum í dag, segði
Birita á Løgmansbø, sum
starvast hjá Atlantic Air
ways, tá vit fingu orðið á
hana fyrrapartin.
Meðan Atlantic Airways
hevur skund, sleppur Faroe
Jet heldur lættari hesaferð:–
Vit mistu bert tveir túrar
í gjár. Í dag hava vit aftur
tveir flogtúrar á skránni,
men vit hava lagt teir báðar
saman, so vit halda tíðirnar
í dag, siga tey á skrivstovuni
hjá Faroe Jet.
Petur Skeel Jacobsen, veð
urfrøðingur, sigur, at juli er
tiltikin fyri mjørka:
– Eina ferð bíðaði eg
heili 14 dagar í Danmark,
áðrenn flogfarið megnaði
at lenda fyri mjørka. Nú
ferðist eg altíð bara við
skipi, sigur Petur Skeel
Jacobsen, veðurfrøðingur.
Hoyvíkstjørn liðug á ólavsøku
Nú arbeiðið við
at endurnýggja
Hoyvíkstjørn er
komið væl ávegis,
hava arbeiðsmenninir
funnið mangt og hvat
í móruni. Eitt nú
komu teir fyri kortum
fram á nøkur bein
Hoyvíkstjørn
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Menninir hugdu eina løtu
eftir beinunum, hildu tey
vera av seyði og tveittu
beinini síðan aftur í móru
dungan, ið var á veg niðan í
Húsahagan við lastbilinum.
Ein søga sigur annars, at ein
maður skuldi verið dottin í
Hoyvíkstjørn fyri um 100
árum síðani. Hesa søguna
høvdu arbeiðsmenninir ikki
hoyrt, tá teir funnu beinini.
Men síðan beinini vórðu
funnin, hava leysasøgur
gingið sum heitt breyð um,
at beinagrindin hjá horvna
manninum nú er funnin.
Men hvussu er og ikki,
so halda arbeiðsmenninir
framvegis fast við sítt um,
at beinini vóru av seyði.
Higartil hevur løgreglan í
Havn einki hoyrt um beina
grindina.
Menninir, sum arbeiða í
Hoyvíkstjørn, hava funnið
mangt og hvat í móruni. Fyri
kortum funnu teir nøkur
bein.
Heimaftur sleppur tú ikki altíð
Soleiðis sá flogvøllurin út á vevkameranum tíðliga
í morgun, men klokkan 9.30 klárnaði tað brádliga
í. Eftir ætlan skulu heili 25 flogtúrar avgreiðast á
flogvøllinum í Vágum í dag
Beinagrind funnin í Hoyvíkstjørn
Nú røkist tað
endiliga fyri, at
Hoyvíkstjørn
verður liðug.