sunnudagur 9. juli 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 129 - 7. juli 2006
tíðindi
Í dag er eitt ár síðan
bumbuatsóknirnar í
London. Í dag hevur
minningarhald verið
fyri teimum 52, ið
mistu lívið hendan
dagin fyri einum ári
síðan
yvirgangur
Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
Kl. 8.50 í morgun ringdu
kirkjuklokkurnar á St. Paul´s
Dómkirkju fyri teimum,
ið mistu lívið 7/7 2005.
Hetta var júst løtan, tá ið
tann fyrsti bumbubresturin
av fýra hoyrdist hendan
myrka
hósmorgunin
í
bretska
høvuðsstaðnum.
Á middegi í dag varð lýst
fyri tveimum minuttum í
tøgn yvir alt landið, eisini
í stóru Wimbledon tennis-
kappingini,
sum
fleiri
eygu kring allan heimin
fylgja við í. Eftir hetta var
gudstænasta í St. Pancras
Church við Euston Road,
har fleiri trúargreinar lut
tóku.
Bretar minnast
Bretska
tjóðin
minnist
ræðuliga dagin fyri ein
um ári síðan, tá ið fýra
bumbumenn á ymiskum
støðum, har nógv fólk var
savnað, sprongdu seg í
luftina og tóku tilsamans
52 onnur við sær í deyðan.
Fólk í hundraðtali komu til
skaðis av spreingingunum.
Dagurin hevur uttan iva
sett seg í minnið á teimum
flestu. Fjølmiðlarnir hava
gjørt nógv burturúr degnum
og eisini hava teir seku
handan atsóknirnar gjørt
vart við seg. Ígjár vórðu
sjónbandupptøkur av tí eina
bumbumanninum sendar á
arabisku rásini Al-Jazeera.
Hetta hevur sjálvsagt lagt
ein enn myrkari dám á
minningardagin.
Ein annar
komandi 7/7?
Bretar hava sett sær spurn
ingin um teir eru til reiðar
til eina aðra bumbuatsókn.
Eftir yvirgangsatsóknirnar
11. september í 2001 hava
myndugleikar í bretska
høvuðsstaðnum fyrireikað
seg til eina tílíka atsókn. Og
tað gekk væl við at koma út á
gerningsstøðini og við hjálp.
Fleiri hundrað hjálparfólk
hava fingið virðisløn fyri
teirra avrik hendan dagin.
Men hendan umfatandi
atsóknin, við fýra álopum
á ymiskum støðum og trý
av
teimum
samstundis,
var ein stór avbjóðing hjá
hjálparfólkum. Hetta gjørdi
tað trupult at samskifta og
skipa hjálpararbeiðið. M.a.
gramdi ambulansatænastan
seg um, at tey vóru ov bundin
av
fartelefon-samskifti.
Slíkt samskifti varð ómøgu
ligt hendan dagin, orsakað
av yvirkapasiteti. London
Ambulance Service við
gjørdu og fluttu meiri enn
400 sjúklingar eftir bert
trimum tímum.
Boð frá bumbu
monnunum
Dagin fyri minningardagin
sendi al-Jazeera rásin mynd
ir av tí eina bumbumann
inum, sum eisini doyði. Á
bandinum ákærir bumbu
maðurin
bretsku
velj
ararnar fyri at hava atkvøtt
fyri
sitandi
stjórnini.
Bumbumaðurin
sigur,
at fleiri líknandi atsóknir
eru í væntu, um ikki her
deildirnar í Afganistan og
Irak verða tiknar aftur.
Bandið
er
tikið
upp,
áðrenn hann fór umborð
á tokið í undirgrundini í
London, við Circle Line
støðina. Við honum doyðu
seks onnur. Somuleiðis er
eitt brot á sama bandi við
næstovastanum í al-Qaeda,
Ayman al-Zawahiri, sum
rósar
bumbumanninum
Tanweer fyri hansara avrik
og fyri hansara lívsførslu
annars. Hetta var eisini sent
á al-Jazeera.
Tá eg dagin fyri minn
ingardagin spyrji Hergeir
Nielsen, løgtingsmann, um
hann minnist dagin 7. juli.
Hann er skjótur at svara.
– Jú, tað er dagurin, sum
seint fer í gloymibókina – í
morgin er eitt ára dagurin
eftir bumbuatsóknirnar í
London.
Hann var staddur nær
hendis
ta
einu
undir
grundarstøðina, har ein
bumba brast. Hann greiðir
frá, at ein slík ræðulig
uppliving fer seint úr
minninum. Hann og konan
komu úr Isle of Man hendan
morgunin og skuldu út
at síggja London-bý. Tey
búðu á einum gistingarhúsi
í
býarpartinum
Kings
Cross, har tann eina bumb
an brast, nærhendis undir
grundarstøðini.
Tað var ætlanin, at tey
bæði skuldu við toki í
undirgrundini umleið hesa
somu løtuna. Men konan
bleiv eitt sindur illa fyri, so
tey útsettu túrin eitt sindur.
Hergeir Nielsen var hendan
morgunin í ferð við at keypa
nakað av frukt, tá ið hann
sá, at fjáltur líkasum kom á
fólk og tey byrjaðu at renna
í ymsar ættir. Stutt eftir
hetta, varð økið avbyrgt og
tey bæði vóru víst inn á
gistingarhúsið.
– Tað sá ræðuligt út.
Fólk runnu grátandi aftur
og fram á gøtuni. Tá visti
eg, at okkurt var heilt
galið. Vit hoyrdu jú ongan
bumbubrest, tí spreingingin
var 30 metrar undir jørð.
Fjølmiðlarnir vóru skjót
ir á staðnum, og fólk og
bilar frá CNN, BBC og
øðrum stillaðu upp á gongu
breytini.
– Vit sótu inni á gist
ingarhúsinum
og
sóu
hesar ræðulig myndirnar.
Vit sóu einki til ofrini ella
tey sáraðu, tí økið bleiv
beinanvegin avbyrgt.
Í bussi dagin eftir
Hergeir Nielsen sigur eisini
frá, hvussu tað kendist
dagin eftir at brúka almenna
ferðslukervið í býnum. - Vit
koyrdu í bussi dagin eftir,
tá ið vit sóu ein myrkan
mann seta eina tasku frá
sær og fara longur fram í
bussin. Tá hugsaðu vit jú
okkara, skuldu vit fara út
ella hvat? Men einki hendi.
Hetta man vera ein partur
av tí, at ferðast í almenna
ferðslukervinum nú á døg
um í stórbýnum. Tá ið tey
skuldu flúgva heim, skuldu
tey út á flogvøllin, sum
liggur nakað væl uttanfyri
London.
– Vit vóru líkasum noydd
at fara í tokið, tí vit skuldu
út á flogvøllin í Stansted,
sum liggur eitt sindur
uttanfyri býin. Vit fingu
at vita, at tað ómøguliga
kundi henda aftur, eftir sum
at trygdin nú av álvara var í
hásæti. So vit fóru.
– Men eg fari at minnist
hendan dagin. Tað er
so, tá ið nakað líknandi
hendir. Ein minnist, hvar
mann sjálvur var, tá ið ein
stórhending fór fram. Men,
tá ið ein sjálvur var staddur
so nær eini tílíkari hending
sum hesari, tá kennist tað
serliga sterkt. Eg prátaði
eisini við eldri London-
búgvar, sum søgdu seg
hugsa um hendingarnar frá
2. Veraldarbardaga.
– Vit komu til ta einu
tokstøðina, umleið ein
kilometur frá tí eina
rakta staðnum. Men har
var alt avbyrgt. Klokkan
var umleið 09.30. Vit
skuldu við flogfarinum
beinleiðis til Føroya úr
Stansted tann morgunin.
Fyrst skuldu vit avheinta
eina mynd, annars var
ætlanini at fara fyrri við
tokinum í undirgrundini.
Um vit høvdu gjørt tað,
so veit ein ikki, hvat hevði
kunnað hent, sigur Ann
Christiansen, ið dagliga
starvast á skrivstovuni á
Sosialinum.
Hon og maðurin Sámal
vóru á veg út á Stansted
flogvøllin, men tá ið
atsóknirnar raktu, steðgaði
alt upp. Øll ferðsla í
umráðnum – bussar, tok,
hýruvognar – steðgaði upp,
og hóast tey bæði royndu
at ringja og fáa samband
við familju har heima, so
var tað ómøguligt at koma
ígjøgnum. Stórbýurin var
so at siga lammaður.
- Vit stóðu har við
kuffertum og vistu ikki,
hvat vit skuldu gera. Ongan
hýruvogn fingu vit teir
fyrstu tímarnar. Ikki fyrr
enn seinnapartin einaferð
fingu vit ein hýruvogn,
men út á Stansted flogvøll
sluppu vit ikki, tí tá
skuldu vit ígjøgnum alt
tað avbyrgda umráðið.
So vit vórðu koyrd út á
Heathrow flogvøll, greiðir
Sámal frá.
Tá eg práti við Ann
minnist hon ikki heilt,
hvør dagurin er í dag. – Er
tað longu eitt ár síðani,
sigur Ann.
Soleiðis
mann
tað
uttan iva vera hjá fleiri,
mangt hendir jú í einum
ári. Brádliga, so er eitt
ár liðið og síðan kemur
hendingin týðuliga fram
aftur. Men endamálið og
meining við yvirganginum
er ringt at fáa eyga á.
Ann sigur frá, at fólk á
gøtuni í London hendan
morgunin,
beinanvegin
nevndu al-Qaeda, sum
gerningsmenn.
London 7/7
– eitt ár eftir
Hergeir Nielsen minnist afturá
Ann og Sámal Christiansen
minnast afturá
– Eg prátaði eisini við
eldri London-búgvar,
sum søgdu at hetta minti
teir á hendingar frá 2.
Veraldarbardaga
Stórbýurin var lammaður hendan dagin, tá ið hann var raktur av yvirgangsatsóknum