sunnudagur 9. juli 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 7. juli 2006
tíðindi
Tríggjar smoltstøðir,
alistøðir á átta
firðum, eitt
kryvjivirki og eitt
góðskingarvirki
eru við í størsta
alisamtakinum, sum
nakrantíð hevur
sæð dagsins ljós í
Føroyum. Tað skal
umseta fyri nærum
300 mill. kr. og standa
fyri einum fjórðingi
av øllum alivirksemi í
Føroyum og veita 200
fólkum arbeiði.
Alisamtak
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Seinnapartin í gjár skriv-
aðu umboð fyri fleiri
vinnufyritøkur í alivinnuni
undir sáttmála við íleggj-
arar um fara undir størsta
alitiltak, sum nakrantíð
er framt í Føroyum.
Fyritøkurnar,
sum
eru
við í alisamtakinum, eru
Bakkafrost, Havsbrún og
Føroya Banki. Tær hava
gjørt eina avtalu við nakrar
nýggjar íleggjarar. Hesir eru
Tryggingarfelagið
Føro-
yar, Íløgufelagið Royndin,
Norðoyar Íløgufelag og
Tjaldur. Avtalað er at stovna
eitt alisamtak, sum umfatar
alla aling í Norðuroyggjum
og Suðureysturoy.
Nýggja alisamtakið fer
at standa fyri umleið ei-
num fjòrðingi av allari
alivinnuni í landinum og
fer at framleiða millum
12.000 til 15.000 tons av
laksi um árið. Budgetterað
er við einum árligum um-
setningi millum 250 og
300 mill. Talan er um ein
samlaðan eginpening uppá
150 mill. Kr.
-Vit halda, at hetta samtakið
fer at hava ógvuliga góð-
ar møguleikar at bjóða
framtíðini av sigur Regin
Jacobsen, stjóri í nýggja
alisamtakinum við Portalin.
Hann vísir á, at teir hava
arbeitt við hesi ætlan í skjótt
eitt ár og fóru undir at seta
fisk út í vár. So hjólini eru
longu í gongd alla staðni
men verður full ferð sett á
virksemið komandi 12 til
15 mánaðirnar.
Tað fara at arbeiða umleið
120 fólk í fyritøkuni í
byrjanini men seinni verð-
a upp ímóti 200 fólk í
øllum framleiðsluliðunum.
Fyritøkan er ein saman-
renning av fleiri fyritøkum
í dagsins alivinnu og fer
framleiðslan at fevna um
eitt fult og heilt alikonsept
tvs. frá smoltframleiðslu til
góðsking og sølu av lidnu
vøruni.
Regin Jacobsen sigur, at
Faroe Salmon, sum nýggja
felagið eitur, fer at fevna
um alt alivirksemið hjá
felagnum bæði á sjógvi og
landi. Bakkafrostnavnið fer
at dekka søluvirksemið út
av landinum.
Standa ímóti sjúkum
Endamálið við at leggja
saman í so stóra eind er at
kunna standa ímóti teimum
trupulleikum, sum sjúka
hevur við sær sigur Regin
Jacobsen, sum sjálvur hevur
drúgvar royndir í føroysku
alivinnuni. Man leggur
dent á sjúkufyribyrging,
soleiðis at vit ikki enda af-
tur í teimum trupulleikum,
sum raktu alivinnuna fyrr.
Tað kanst tú bara gera, um
tú hevur eitt stórt øki við
nógvum alifirðum, soleiðis
at tú kanst seta árgangirnar
út hvør sær uttan at blanda
teir saman. Umhvørvislig
atlit viga sera tungt í allari
verkætlanini.
Ein onnur orsøk til at gera
hetta samtakið er fyri at
styrkja um marknaðarsíð-
una - at fáa eina samanseting
av søluni, sum ger, at vit
fáa eina marknaðaratgongd,
sum er góð fyri felagið.
Bakkafrost hevur í meira
enn 10 ár havt eina góða
marknaðaratgongd í sam-
bandi við sølu av por-
tiónum, og hetta gevur sera
stabilar søluprísir. Tvs. við
fáa eina so stóra eind fáa
vit stabilitet og við hesi
støddini ber eisini til í
ávísan mun at selja á dag
til dag marknaðinum, har
tú viðhvørt kann fáa betri
prísir.
Regin Jacobsen sigur víðari,
at tað hevur verið eitt stórt
tak at fáa øll hjólini at
mæla í øllum alifeløgunum
í Norðoyggjum, og tí skal
eitt sera stórt alisamtak
til, sum kann klára at lyfta
fíggjarligu byrðuna. Tá
er neyðugt at fáa sterkar
íleggjarar við og eitt sterkt
felag. Eisini er neyðugt at
fáa eina framleiðslu av eini
slíkari stødd, so man fær
forrentað íløgurnar. Ein
stór framleiðsla skal til,
sum aftur krevur ein stóran
kapital.
-Talan er um at yvirtaka
virksemi hjá øðrum men
meira at savna kreftirnar.
Við at fara saman fáa allir
meira burtur úr enn við
at vera hvør sær. Regin
Jacobsen roknar við eini
samlaðari framleiðslu av
alifiski í Føroyum uppá
30.000 til 40.000 tons.
Øll kryvjing av fiskinum
fer fram á landsins best
útgjørda virki av sínum slag,
Kryvjivirkinum í Klaksvík.
Síðani eru tríggjar smolt-
støðir, ein í Glyvradali,
ein í Norðtoftum og ein á
Húsum. Alingin fer fram
á átta ymsum alifirðum.
Bakkafrost fer so at standa
fyri góðsking av vøruni og
harvið verður framleiðslan
av portiónum tvífaldað.
Frá undirskrivingini av avtaluni, har størsti alisamtak nakrantíð í Føroyum leggur til brots. Mynd Føroya Banki
Føroya størsta alisamtak nakrantíð til verka
Nýggja alisamtakið fevnir um ognirnar og virksemið
hjá Faroe Salmon, Faroe Smolt, Kryvjing, East Salmon,
Hellisvað, Bakkafrost, Alistøðini á Bakka og P/F 21.
desember 1992.
Alisamtakið verður skipað sum eitt móðirfelag og fýra
dóttirfeløg. Í einum dóttirfelag verða smoltstøðir og
alistøðir. Í einum øðrum verða brunnbátar, kryvjivirki
og portiónsvirki. Triðja dóttirfelagið skal standa fyri
søluni, og í tí fjórða verður kassavirki.
Bókaða eginognin hjá samtakinum eftir nýinnskotið
á 60 milliónir krónur er 158 milliónir krónur. Størstu
partaeigararnir í felagnum verða FB Holding,
dóttirfelag hjá Føroya Banka, við 36 prosentum og
Bakkafrost við 33 prosentum. Havsbrún eigur 16
prosent.
Hinir íleggjararnir eiga tilsamans 15 prosent. Teir
eru Tjaldur, TF Holding, Íløgufelagið Royndin og
Føroyagrunnurin frá 1971.
Nýggja alisamtakið fer at kunna ala á átta aliøkjum í
Føroyum. Talan er um øll seks aliøkini í Norðoyggjum
og tvey í Eysturoynni. Við fullum virksemi væntar
samtakið, at árliga framleiðslan verður 11.500 tons
í kruvdari vekt. Umleið tríggjar milliónir smolt skulu
setast út um árið.
Allur fiskurin hjá samtakinum skal kryvjast hjá Kryvjing
í Klaksvík.
Samtakið ætlar at økja um søluna av portiónum
munandi komandi árini. Fyri at fremja hesa ætlan
í verki skal framleiðsluorkan á portiónsvirkinum á
Glyvrum tvífaldast í 2007.
Partaeigararnir hava eisini avrátt at kanna
møguleikarnar fyri at børsskráseta felagið um nøkur ár
stendur m.a. í tíðindaskrivi frá Føroya Banka.
FAKTA
Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka:
“Vit hava arbeitt miðvíst fyri at gera alifeløgini, sum bankin
yvirtók undir kreppuni í alivinnuni, til áhugaverdar íløgur,
so grundarlag kundi skapast undir eini støðugari føroyskari
alivinnu. Alivinnan er ein kapitaltung vinna, og tí hava vit
lagt dent á at fáa á føtur eitt sterkt føroyskt alisamtak, sum
er altjóða kappingarført og megnar at standa ímóti lakari
tíðum,” sigur hann.
Súni Schwartz Jacobsen,
stjóri og leiðari fyri
vinnukundadeild
bankans:
“Vit halda, at hendan
loysnin er skilagóð og
burðardygg. Í nýggja
samtakinum eru øll lið í
alivirkseminum umboðað,
heilt frá útseting av
smolti til sjálva søluna
av laksinum, og við fleiri
ymiskum aliøkjum verður
møguligt hjá samtakinum
at taka øll neyðug
umhvørvislig atlit.”
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost:
“Við nýggja samtakinum verða skaptir nógvir fyrimunir.
Lættari verður at samskipa arbeiðið at fyribyrgja sjúku og at
ala umhvør isligaforsvarliga. Møguligt verður bæði at selja
lidnar portiónir og at selja fiskin feskan, tá prísurin er góður,
og so fáa vit haraftrat gagnnýtt alla útgerð í samtakinum til
fulnar,”
”
”
”