sunnudagur 9. juli 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 129 - 7. juli 2006
tíðindi
Í sløk fimmti ár
hevur Jørmundur
Zachariassen røkt
tænastuna sum
urguleikari við Hests
kirkju.
– Hetta er mín
tænasta í kirkjuni,
sigur hann
Urguleikari
Orð&myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tað er sunnumorgun í Hesti.
Í bygdini valdar friður, og
ikki eitt menniskja er at
síggja. Gjøgnum bygdina
fer ein maður gangandi.
Við álvarsomum bragdi fer
hann frá húsum og gongur
norður gjøgnum bygdina.
Hann veit hvat hann skal
og hvar hann skal. Tað veit
bygdarfólkið eisini: Hetta
er Jørmundur. Urguleikarin
í kirkjuni.
Um skamma stund fer
klokkarin at boða til guds
tænastu við kirkjuklokkuni.
Tá klokkan er liðug at
ringja er Jørmundur klár
ur við einum forspæli
– præludium. Prestur fer
á knæ frammanvert altarið
og deknurin byrja at lesa
inngangsbønina.
Nú er klárt til fyrsta sálm
in í hesi gudstænastuni.
Sum oftast er tað deknurin,
ið lesur ein lestur, men við
regluligum millumbilum er
prestur í bygdini.
Men líka vist sum amen í
kirkjuni er tað, at uppgávan
– ella rættari sagt: trúgva
tænastan – hjá Jørmundi
verður fullførd við stórum
kærleika móti kirkjuni.
Og kærleiki má tað sigast
at hava verið, tí í roynd
og veru hava bert verið
tveir fastir urguleikarar í
Hesti síðani kirkjan varð
vígd í 1911 – Hans Edvard
Thomsen og síðani seinast
í
50’unum
Jørmundur
Zachariassen.
Hetta er kortini ikki
nakað sum Jørmundur vil
ger nakað serligt burturúr.
Tí, sum hann sigur:
– Hetta er mín tænasta í
kirkjuni!
Tveir urguleikarar
Uttan teir trúgvu kirkju
tænararnar í øllum landsins
kirkjum hevði verið trupult,
fyri ikki at siga ógjørligt at
varðveitt ta skipan vit hava
í dag við gudstænastum við
presti ella lestri.
Deknar og klokkarar hava
her tikið sítt tak í tænastuni
fyri
kirkjunnar
Harra.
Í onkrum kirkjum finst
eingin urga, men parturin
hjá urguleikaranum hevur
ikki ligið eftir.
Tak bara Hests kirkju
sum dømi: Tann undanfarni
urguleikarin byrjaði, tá
kirkjan varð vígd, men síð
ani hann legði frá sær hevur
Jørmund trúfastur røkt hesa
tænastuna.
– Tað var í roynd og
veru Hans Edvard sum bað
meg hjálpa sær at spæla
til gudstænasturnar. Hann
hevði henda dagin longu
sett sálmarnar upp, og helt
helst, at eg mundi fara at
klára at spæla teir.
– Hans Edvard legði
dent á, at hetta vóru lættir
sálmar, greiðir Jørmundur
frá.
Henda sunnudagin fór
Hans Edvard síðani fram í
kór at lesa dagsins epistul,
men kom ikki uppaftur á
loftið, har urgan stendur.
So líðandi gjørdist tað bara
til tað, at Jørmundur spældi
oftari og oftari.
Fleiri ymisk løg
– At enda las hann tað,
sum lesast skuldi, og eg
spældi til sálmarnar, sigur
Jørmundur.
Í dag nýtist honum ikki
at venja sálmarnar stór
vegis frammanundan guds
tænastuni. Hann kennir løg
ini og tí er ikki neyðugt við
hesum.
Men Jørmundur svevur
tó ikki í hesum, tí honum
dámar eisini væl at brúka
tey nýggjaru løgini - eisini
til teir gomlu sálmarnar.
– Tak til dømis lagið
til sálmin nr. 198: “Sum
ígjøgnum sortar skýggja”.
Har er mest vanligt at brúka
lagið “Tag det sorte kors
fra graven”. Tað havi eg
mangan brúkt sjálvur, men
nú hevur Heri Eysturlíð
skipað eitt annað gamalt
føroyskt lag til henda sang
in, og tað brúki eg onkutíð.
– Men tað er líkasum at
fólk vilja hava tey gomlu
og kendu løgini.
Tá hann byrjaði sum
urguleikari var bara tann
eina nótabókin, tann hjá
Bielefeldt í kirkjuni. Seinni
keypti hann sjálvur hina
nógv nýttu nótabókina,
nevniliga Koralbogen.
Urga av Strondum
At Jørmund yvirhøvur var
biðin til urguleikara komst
helst av at hann um hetta
mundið hevði fingið urgu
í húsið.
– Eg veit ikki. Eg lærdi
meg eitt sindur, hóast eg
ikki á nakran hátt vil siga,
at eg dugdi at spæla. Hans
Edvard greiddi mær frá
nótunum, og soleiðis varð
tað bara. Eg fekk fatur á
einum urguskúla, men eg
vil tó kalla meg sjálvlærdan,
sigur Jørmundur, sum ann
ars bert spælir við tveimum
fingrum.
Urguna fekk Jørmundur í
roynd og veru av Strondum.
Hetta var ein traðkiurga,
sum Stranda skúli ætlaði at
– Vit mugu ikki gloyma andakt
– Tað er tíverri bara eg sum eru urguleikari her í Hesti. Skal eg burtur úr bygdini roynir eg at finna onkran annan at spæla fyri meg. Annars má deknurin, sum hevur gott mála at syngja fyri, sigur
Jørmundur Zachariassen