sunnudagur 9. juli 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 7. juli 2006
tíðindi
tina í sálmunum
skifta út við eina aðra.
Jørmundur hevði onkutíð
borið uppá mál heima við
hús, at tað hevði verið
stuttligt at havt eina urgu
í húsinum. Tá so ein lýsing
av Strondum um eina slíka
urgu kom í bløðini var
pápin skjótur at ringja inn
hagar.
– Hann kom aftur og
segði mær, at nú hevði hann
keypt urguna. Og hann
hevði keypt hana uttan at
hann yvirhøvur hevði sæð
hana ella hoyrt, hvussu hon
ljóðaði!
– Hon varð bara keypt
umvegis telefonina, sigur
hann brosandi.
Pápin mundi tó vitað, hvat
hann gjørdi. Urgan varð
nevniliga keypt frá sjálvum
Christiani Høj, skúlastjóra
á Strondum, og hann metti
tí at hesin maðurin mátti
vera álítandi.
Teir gjørdu skjótt av: Fóru
í bátin og løgdu leiðina inn
á Strendur, hagani urgan
varð flutt út aftur í Hest.
– Vit royndu hana áðrenn,
og sóu at hon var í góðum
standi!
Í summum heimum var
fýrur mangan ein plága,
men tá teir kannaðu urguna
fyri tað, var eingin fýrur at
síggja.
– Jú, hon var góð.
Eg haldi eisini, at hesar
traðkiurgurnar eru betri
enn tær elektrisku, sigur
Jørmundur,
Syngja ov týtt
Hvønn einasta sunnudag
hevur útvarpið eina bein
leiðis sending við upptøku
frá onkrari gudstænastu
kring landið.
Hetta er til stóra gleði hjá
teimum, sum av einihvørjari
orsøk eru forðað at sleppa
til gudstænastu. Hesi lurta
trúfast eftir útvarpsguds
tænastunum.
Tey, ið dáma væl sálma
sang leggja helst til merkis,
at orðini í sálmunum eru tey
somu, men at tempo’ið kann
vera so ymiskt frá kirkju til
kirkju, frá urguleikara til
urguleikara.
Sjálvur roynir Jørmundur
at halda eitt javnt og gott
tempo, hóast hetta ikki altíð
er so einfalt, tí kirkjufólkið
ikki er so nógv í tali.
Hann minnist ein eldri
mann úr Skopun, sum
plagdi at sita á loftinum.
Hann sang so skjótt, at tað
vóru ikki øll sum dámdu
hetta so væl.
– Eg haldi tó, at í Christ
ianskirkjuni í Klaksvík
syngja tey sera væl. Mær
dámar sera væl at hoyra tey
syngja – hóast tað kanska
onkutíð er í heldur skjótari
lagi.
– Vit mugu ansa eftir, at
tað ikki bara verður so at
sálmurin skal verða liðugur
so skjótt sum gjørligt. Ann
ars kann ein missa and
aktina í sanginum, slær
Jørmundur fast.
Tá sjónvarpið vísir guds
tænastur sunnudag roynir
Jørmund at hyggja eftir
hvør spælir. Men tað er ikki
altíð so lætt at vita, hvør tað
er, tí ein sær bara nakkan á
urguleikaranum.
– Tað hevði verið gott um
teir kundu víst hvør spældi
til gudstænastuna, ljóðar
áheitan hansara.
Tobbi og Hests kirkja
Jørmundur minnist eina send
ing í útvarpsrásini Lindini,
har Jenis av Rana hevði
vitjan av tingmanninum
Torbjørn Jacobsen. Her tos
aðu teir um mong ymisk
viðurskifti, m.a. um tónleik
og sang.
Í sendingini nevndi Tobbi,
at honum dámdi væl tónleik
og at hann eisini plagdi at
lurta eftir gudstænastunum
í útvarpinum.
– Hann segði seg hava
hoyrt eina gudstænastu úr
Hesti í útvarpinum. Her segði
hann, at urguleikarin spældi
soleiðis sum fólkið sang.
– Eg veit ikki rættiliga,
hvat hann meinti við.
Kanska helt hann tað vera
ov saktað, men onnur halda
tað vera í fínasta lagi.
Soleiðis er!
“ Vit mugu ansa eftir, at tað ikki bara
verður so at sálmurin skal verða liðugur so
skjótt sum gjørligt. Annars kann ein missa
andaktina í sanginum!
”
Ein kirkja úr 7777 steinum
Á fundi í kirkjuráðnum fyri Kirkjubøar sókn í 1908 viðmælir ráðið einum ynski frá
bygdarfólkinum í Hesti um at fáa nýggja kirkju. Hetta fæst at vita úr fundarbókini,
og helst er farið í holt við arbeiðið beinanvegin, tí longu tvey ár seinni - í 1910 - er
kirkjan liðug.
Til formann fyri grótarbeiðinum valdu hestmenn Rasmus Lemvig. Sum formaður varð
hann løntur av kirkjugrunninum, men avgjørt varð millum hann og bygdarmenninar,
at lønin skuldi falla til kirkjuna. Fyri henda pening varð ljósakrúna keypt. Annars var
alt annað arbeiði sjálvboðið.
Magnus Jacobsen arkitektur í Havn - vanliga nevndur Magnus á Kamarinum - hevur
teknað kirkjuna. Kirkjan, sum er bygd dygst við bakkatrom, norðan fyri Kvíggjará, og
er laðað av gróti uttan og klødd við timbri innan, og er máld uttan 12x24 alin.
7777 steinum sigst hon at vera laðað av. Laðingin sæst tó ikki, tí kirkjan er pussað
uttan. Uttan er kirkjan hvítmálað við svartari grund og hevur reytt asbesttak. Tornið
er hvítt og reytt.
Kirkjan varð vígd 2. hvítusunnudag (5. juni) 1911 av Fríðrikki Petersen, prósti.
(Kelda: J. P. Gregoriussen: Yngru Hválvkirkjurnar)
Tey gomlu løgini eru góð, men nógv av teimum nýggju eru eisini góð. – Men tað er líkasum at
fólki dámar best at syngja tey góðu gomlu løgini, sigur Jørmundur