Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 129 - 7. juli 2006 Vit hava nú fingið fjølmiðlaábyrgdarlógina, og harvið kann ábyrgdin av tí, ið sagt, skrivað og víst verður í miðl­unum greitt plaserast. Eitt kærkomið framstig. Hjá miðlafólkum átti ein slík lóg at verið ó­neyð­­ug – bara sagt út frá tí, at gera vit okkara arbeiði – okkara handverk til lýtar – so er einki at koma eftir, við ella uttan ábyrgdarlóg. Men vit fegnast sjálvsagt um hana, tí hon er vónandi ein trygd fyri, at miðlarnir taka neyðug atlit, og at borgarin harvið kann kenna seg tryggan. Vit kunnu so spyrja, um vit duga nóg væl at taka atlit og vísa ábyrgd. For­maður Blaðmannafelagsins segði við útvarpið í gjár, at verður ábyrgdin hjá blaðfólk­ unum størri, kann tað væl hugsast, at tíðindafólkini venda aftur til tað gamla, ikki at skriva sítt navn undir grein­arnar. Hand­an viðmerkingin stendur vónandi bara fyri for­ mans­ins rokning. Vit vænta ikki, at limirnir taka und­ir við nøkrum so jánkasligum. Sjálvandi skulu blað­ fólkini framhaldandi seta navn sítt við tað, sum tey skriva óansæð lønarkrøv. Tað fara tey so framhaldandi at gera her í blaðnum. Vit kunnu leggja afturat, at vit í skjótt 10 ár ikki hava hýst dulnevndum lesarabrøvum – júst fyri at sleppa undan huldumannaskrivingini. Men at hava ábyrgd, tað forpliktar eisini. Tað er eitt krav, at »søgurnar« vit borðreiða við, eru nóg væl undirbygdar – og ikki byggja á ynski ella irr­i­ta­tiónir hjá ávísum miðlafólkum. Sein­asta vikuskifti róði forkvinna Føroya Ar­beið­ara­ felags í viðtali í Dimmalætting fram undir, at ein nýggjur arbeiðaraflokkur átti at verði stovnað­ur. Hetta fekk Dimmalætting til eina forsíðusøgu um, at »fólk fyr­i­reika ein nýggjan flokk«. Aðrir miðl­ar við útvarpinum á odda vórðu drigin upp á tráð og end­urtóku hesa søg­una upp í saman, hóast als eingin søga var. Eingin fyrireikar nýggjan flokk, men ein fakfelagsleiðari heldur, at onkur átti at gjørt tað. Nógv rok var eisini um ein landsstýrismann og eina forkvinnu í almennum grunni. Upprunin var, at hon sum almennur stovnsleiðari hevði tikið sær pening, hon ikki átti rætt til og tí varð noydd at leggja starvið frá sær. Hetta málið er endað við, at løgmaður er farin at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum, tí at málið í miðlunum vavt upp í ein ellibita og blandað saman við eitt heilt annað mál. Hetta eru tvey dømi um mál, ið ikki hava fingið røttu viðferðina í miðlunum, og har onnur áhugmál stýra »søgunum«. Sjálvandi kunnu vit øll gera mistøk – og eingin okkara er lýtarleysur. Fjølmiðlaábyrgdarlógin verður nú við til at tryggja, at vit í fjølmiðlunum oftari taka í egnan barm – í síðsta enda fólkaræðinum at frama. Sosialurin Ábyrgdin er ein sjálvfylgja Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. – Sjálvandi skulu blað­fólkini framhaldandi seta navn sítt við tað, sum tey skriva óansæð lønarkrøv. Tað fara tey so framhaldandi at gera her í blaðnum oddagreinin SAMBAND eirikur lindenskov post@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Tað er ikki sørt øtkymlandi at lesa í fjølmiðlunum, at spurn­ingurin um byggiloyvi til FK á Gerðabø snýr seg um, hvørt FK skal fáa loyvi at byggja, ella Gerðabøur skal friðast. At útleggja mál­ ið á henda hátt er ikki í sam­ svar við veruleikan. Økið Gerðabøur er bæði í verandi ásetingum og í skjótt lidnu endurskoðaðu bygg­i­samtyktini lagt út til al­ment byggjarí. Hugsa verð­ur um skúlar, kollegii og møguligar eldraíbúðir. Onki uppskot hevur verið frammi um at friða Gerðabø, hvørki í málsviðgerðini av byggiloyvinum til FK ella á býráðsfundinum har prinsipielt byggiloyvi varð samtykt. At onkrir bý­ráðs­ limir fara at hugleiða í end­ a­num á eini málsviðgerð er hent fyrr. Tað, ið støða varð tikin til bæði í nevndum og á bý­ráðs­ fundinum var um staðseting av FK hóskaði saman við tí, ið ann­ars er ætlanin at byggja á Gerðabø. At tað var natúrligt at ein handil kom at liggja á sama øki sum skúlar og bú­staðir til ung og eldri, helt meirilutin í býráðnum, og tí var prinsipiella byggiloyvið samtykt. Um býráðslimir ynsktu, at býráðið skuldu fáa høvi til at viðgera eina friðing av Gerðabø, so høvdu teir fleiri møguleikar at koma við einum uppskoti um hetta, bæði í byggi-og bý­ar­ skip­an­arnevnd­ini, tekn­isku nevnd og á sjálvum bý­ráðs­ fundinum. Hetta hendi sum kunnugt ikki, og tí er ikki rætt at lýsa málið sum ein spurning um fyri ella ímóti friðing av Gerðabø. Tað er gott og neyð­ugt at borgararnir luttaka í tjak­i- num um, hvussu okk­ara býur skal skipast í fram­tíð­ ini, men fortreytirnar eiga at vera rættar, tá ið tjakast verður. Seinni í heyst verð­ur eitt gott høvi at tjakast um okkara framtíðar bý­ar­skip­ an, tí byggi- og b­ý­ar­skip­an­ ar­nevndin fer at skipa fyri einum borgarafundi, har upp­skot til endur­skoð­aða bý­arskipan verður løgd fram til tjak. Gerðabøur – ein miskiljing? býráðslimur í Klaksvík Eyðgunn samuelsen dansinátt Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama. Aftur í ár bjóða Norð­ur­land­ a­húsið og Sláið Ring – lands­ fel­ag føroyskum dansi at frama, til almenna dansinátt í Norðurlandahúsinum, har øll eru hjartaliga vælkomin. Dansináttin verður nú leyg­­ar­ dag­in, hin 8. juli. Til dansináttina í ár í 2006, er einki ávíst dansifelag, sum er vertur. Tað verða vit, sum koma í dansin sum mynda dansin. Tað verða vit, sum eru við í ringinum, sum eru dansurin, bæði skip­ arar og luttakarar. Tað verða vit, sum avgera hvat verð­ur kvøðið ella framført, hvørt tað verður riðið, siglt ella svomið. Um kvøðið verð­ur um kappabrøgd ella kær­ leika. Ja, møguliga verða ein ella fleiri tættir eisini havdir á gólvi. Norðurlandahúsið og Slá­ ið Ring vóna og vænta, at fleiri leggja leiðina framvið Norð­ur­land­a­húsinum nú leyg­ar­kvøldið. Møguleiki skuldi eisini ver­ið fyri at kunna seg um, hvørt føroyski dansurin er partur av føroyskari mentan. Vit í Sláið Ring hava lisið í bløðunum um visión 2015, men um føroyski dansurin er við í hesum ætlanum og hvør umboðar hann, hava vit einki frætt um. Tiltakið plagar at vera væl vitjað. Her koma bæði út­lendsk ferðafólk og út­isetar, ið eru heima í summ­ ar­frí, og her koma ikki minst dans­i­áhugað búgvandi her á landi. Byrjað verður kl. 22.00 og dansurin endar kl. 02.00. Er dansurin góður, verður hild­ ið á eitt sindur longur. Kostn­ að­urin er kr. 50,-. Dansinátt í Norðurlandahúsinum 62° 00. 003 N 007° 00. 069 V Fugloy ferðug Svínoy so sonn Viðoy safir Borðoy granni Kunoy leingist Kalsoy norðanfjørðs Eysturoy so møk Streymoy ei støk Vágar ger tøk Mykines skymast Nólsoy ein krokodilla Koltur ein boltur Hestur juvel Sandoy nice Skúvoy halló Stóra Dímun 16 Lítla Dímun køld Suðuroy slotar Sólin sær + 18 stig Ó. J. Thomsen