Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 7. juli 2006 11 Løgmaður hevur enn eina­ ferð avreitt føroysk virðir og føroyskan myndugleika av landinum. Hann hev­ ur skrivað undir uppá øll krøv frá donsku stjórn­ ini um flogvøllin í Vág­ um og hevur givið burt­ur myndugleikan yvir Ílegg­ ingargrunnin fyri Før­ oyar, ið er verdur meira enn 700 mió. kr. Hetta fer fram uttan nakra fólka­ ræðisliga viðgerð, og uttan at løgtingið ella aðrir før­ oyskir myndugleikar yvir­ høvur er kunnaðir Tú hoyrir longu vanligu undanførslurnar og persóns­ álopini hjá løgmanni og hansara viðhaldsfólki fyri tær: “Altíð skal hann vera ímóti”...og... “ogur finna semjurnar og tær pragmatisku loysnirnar, með­an tjóðveldisflokkurin bara vil hava konfrontasjón við danir”. Og satt at siga, er hetta vanliga partapolitiska sjabb­ ið ein orsøk til, at eg í spenningi havi bíðað eftir, um ikki onkur fór at hyggja afturum tíðindaskrivini og politiska spinnaríið hjá løgmanni og danska for­sæt­ isráðharranum í sambandi við flogvøllin. At vit fingu eitt sindur av upplýsing og kritiskari viðgerð av einum so týdningarmiklum máli sum útbygging av framtíðar flogvallarviðurskiftunum í Vágum og av ræðisrættinum á einum grunni, sum før­ oyska samfelagið hevur bygt upp til í dag at eiga 700 mió. krónur. Men eg kann ikki loyva mær at tiga longur, tí hetta málið er so mikið álvars­ ligt. Yvirlýsingin er eftir mínum tykki enn eitt dømi um, at Anders Fogh Rasmussen og hansara em­bætismenn hava spælt síni kort ótrúliga dugnaliga og hava tikið øll stikkini heim. Meðan løgmaður – eins og í øllum hinum málunum millum Føroyar og Danmark – hevur blakað øll tey føroysku kortini av hondum, uttan yvirhøvur at sessast við borðið. Og hetta hóast føroyskir mynd­ ugleikar høvdu allar trumf­ irnar á hondini framman­ undan. Løgmaður givið alt burtur Úrslitið, sum vit fáa kunn­ gjørt umvegis fjølmiðlarnar er hetta: Føroyingar skulu nú yvir­taka ein flogvøll, sum hevur verið heilt forsømdur í 30 ár og Danmark sleppur undan øllum fíggjarligum skyldum og ábyrgd av vøll­ inum. Danmark varðveitir ræð­ ið á loft­ferðslu­myndug­leik­ anum og hevur harvið fram­ vegis avgerðarrættin um eitt nú loyvini at lækka og hækka prísir á ferðaseðlum, at geva undantaksloyvir og góðkenningar til flog­ vallarviðurskiftini og til eftirlit og loyvir at flúgva í føroyskum loftrúmi (ið hjá fleiri londum er góð inntøkukelda). Danskir myndugleikar hava fingið staðfest ræðið á Íleggingargrunninum fyri Føroyar, sum hevur eina eginogn uppá 700 mió. krón­ur, sum landsstýrið ann­ ars frammanundan hevur tví­hildið um var undir før­oyskum ræði og ogn. Afturfyri skal Danmark aller­nådigst “geva” føroy­ ingum 350 mió. aftur av teimum 700 mió. Danski forsætisráðharrin og embætisfólk hansara hava sitið við borðið og tikið avgerð um, hvussu framtíðar flogvallarviðurskiftini í Vágum skulu útbyggjast (fyri føroyskar pengar), meðan løgtingið als ikki er eftirspurt. Seyðarhøvdini hjá Ormi Bónda Hetta var vorðið sum sam­ ráðingarúrslit! At sleppa undan próvfast forsømdum skyldum, at varðveita allan avgerandi myndugleika og afturfyri fáa ein grunn uppá 700 milliónir forerandi, sum tú so mótvegis før­ oyska fólkinum kann látast gávumildur og “geva” burt­ urav? Hetta er sum tá funn­ ingsbóndin fekk borðreitt síni egnu markaðu seyðar­ høvd frá Ormi Bónda á Skála og skuldi siga: Ringt er at eta sítt egið – og tað stolið! Ei dáni í, at tey flenna niðri í forsætismálaráðnum í dag. Men sannleikin er helst, at ongin politisk samráðing hevur verið yvirhøvur. Løg­ maður tykist skriva undir uppá alt, sum verður lagt fyri hann úr Danmark í eini roynd at látast at fáa “úrslit” og “normalisera við­urskiftini millum Før­ oyar og Danmark”. Ella er tað, sum løgmaður eisini er vanur at siga, til tess “at trekkja tenninar úr full­ veldisrørsluni”? Tað er onki minni enn óðamannaverk at lata slíka innan­hýsis parta­polit­ iska fáfongd stýra týdn­ ingarmiklum samráðingum. Slíkt kemur ikki fyri í øðrum londum. Har fer ein stjórnarleiðari ikki í samráðingar við onnur lond um týdningarmikil rættindi og áhugamál og ovurstóra fíggjarliga ogn – og so heldur hann, at hann saman við samráðingarmótpartinum kann vinna einum andstøðu­ flokki heima hjá sær sjálv­ um neisir. Tá er tú vísur í at verða lumpaður og tá hevur tú ikki skilt, at tað eru áhugamálini hjá tí fólkinum, sum hevur valt síni umboð í einum fólkaræði, sum skulu verjast – og ikki ein persónlig sjálvsímynd. Uttanlandsnevndin ikki eftirspurd Fyrsta dømið um, hvussu langt burtur vit eru frá fólkaræðinum við teirri undirskrivaðu yvir­lýs­ing­ ini um flogvøllin í Vág­um er hetta: Sambært stýris­ skipanarlógini, so skal løg­maður áðrenn hann fer undir týdningarmiklar sam­ ráðingar við onnur lond – og herundir danskar mynd­ugleikar – ráðføra seg við Uttanlandsnevnd Løg­­tingsins. Tað verður eisini vanliga gjørt, hóast málini eru nógv minni enn hetta sum snýr seg um ræðisrættin til 700 milliónir krónur og framtíðar flog­ vallar­viðurskifti. Men hev­ur løgmaður ráðført seg við Uttanlandsnevnd Løgtingsins, áðrenn hann skrivar undir uppá at sleppa øllum krøvum og grundgevingum, sum før­ oyskir myndugleikar fyrr hava arbeitt fyri í flog­ vallarmálinum? Nei, hvørki orð ella eið hevur verið í Uttanlandsnevndini. Framferð løgmans gerst uppaftur meira óskiljandi tá vit hugsa um, at flog­ vallarspurningurin og ræðis­ rættin til Íleggingar­grunnin fyri Føroyar, er eitt mál, sum allir føroyskir flokkar higartil hava verið so rími­ liga samdir um – og sum allir flokkar uttan iva kundu samst um, var vilji til tess. Vit høvdu í veruleikanum øll góð kort á hondini í hesum máli – og hetta skal eg greina nærri niðanfyri: Flogvøllurin og loft­ ferðslumyndugleikin Undanfarna landsstýrið hevði ta greiðu ætlan, at fáa flogvøllin á før­ oysk­ar hendur, so hann kundi dagførast og nútím­ ansgerast. Men at vit sam­ stundis skuldu fáa loft­ ferðslumyndugleikan undir føroyskt ræði, tí annars gjørdist støðan tann, at vit skuldu reka ein flogvøll, sum danskir myndugleikar kunnu seta krøv til og lóggeva um – ella snøgt sagt, at vit skulu gjalda, meðan Danmark skal valda. Og tá kunnu skjótt stinga seg upp trupulleikar. Harafturat hevði tað ver­ið ein týdningarmikil menn­ ing fyri før­leik­an hjá før­­­oy­ing­­um á øll­um flog­ ferðsluøkinum, at vit sjálv útbúgva fólk á hesum øki og sjálvi taka lut í øll­um altjóða samstarvi flog­ ferðslu viðvíkjandi. Hetta málið gekk sjálv­ andi trekt, men eins og við undirgrundarmálinum á sinni, so høvdu vit sjálvsagt komið á mál at enda, tí grundgevingarnar eru so mikið greiðar. Fyrimunurin við hesi loysn var eisini, at allir flokkar helst kunnu taka undir við henni, tí eisini sambandsflokkurin hevur tað sjónarmið, at tann sum skal gjalda, skal eisini valda. Flogvøllurin og fíggingin Allir flokkar eru somu­ leið­is samdir um, at Dan­ mark hevur forsømt sín­ ar fíggjarligu skyldur og hevur ikki útbygt og nú­tímansgjørt flogvøllin í Vágum – ja, hetta er helst ein tann mest forsømdi flogvøllur í Vestureuropa tá um útbygging og nú­tím­ ansgerð ræður. Tí var tað eitt heilt rími­ ligt krav, at Danmark í minsta lagi lat vøllin frá sær í hampiligum standi. Kortini hevur danska stjórn­ in støðugt lopið und­an hesum kravi, men grund­ gevingarnar frá føroyskum myndugleikum hava verið sera sterkar. Flogvøllurin og Ílegging­ argrunnurin fyri Føroyar Undanfarna landsstýrið hevði tó eina alternativa ætlan, sum kundi loysa málið. Um vit tengdu yvir­ tøkuna av flogvøllinum sam­an við einum kravi um, at danska stjórnin enda­ liga viðurkendi, at Ílegg­ ingargrunnurin fyri Føroyar er ein føroyskur grunnur undir føroyskum ræði, so kundu vit liva við, at vit eftir tað sjálvi gjørdu okkara útbyggingarætlan fyri flog­ vøllin. Tá var nevniliga upplagt at gera flogvøllin til eitt alment partafelag, sum síðani fíggjaði út­bygg­ ingina við lánum úr Ílegg­ ingargrunninum fyri Føroy­ ar. Og eisini her høvdu vit sera sterk kort á hondini. Íleggingargrunurin fyri Før­oyar (sum eisini hev­ ur verið nevndur 60-milli­ ónagrunnurin), varð stovn­ settur eftir samráðingar mill­um føroyskar og dansk­ ar myndugleikar undir kalda krígnum. Føroyskir myndugleikar grundgóvu fyri, at danir skulu seta 60 milliónir í grunnin, tí at Føroyar ongantíð høvdu fingið lutfalsligan ágóða av Marshall-hjálpini, sum Danmark fekk út USA eftir annan veraldarbardaga. Danska stjórnin hevur tó ongantíð veruliga viður­ kent hetta sjónarmið, og grunnurin hevur ligið í ein­ um rættarligum onga­manna­ landi. Íleggingargrunnurin, sum varð ætlaður til íløgur í infra­ struktur (eins og Marshall- hjálpin)hevur síð­ani fíggjað serliga útbyggingarnar hjá SEV og í nýggjari tíð eisini flogfør hjá Atlantsflog, und­ irsjóartunlarnar og mangt annað. Í dag eigur grunnurin 700 mió. kr. – og hesin kapi­talur er uppbygdur av virkseminum í føroyska sam­ felagnum, og afturgjald og rentur av útlanunum kunnu sigast at verða goldnar av millum annað føroyskum el-brúkarum, bileigarum og ferðandi. Eisini er tað landsstýrið sum velur nevnd­ina fyri grunnin. Misti 200 milliónir í bankamálinum Tí hevur landsstýrið havt sera góðar grundgevingar fyri, at grunnurin sjálvsagt eigur at vera undir føroysk­ um ræði. Og ta bestu grund­ gevingina fingu vit undir bankakreppuni í 1992. Tá varð grunnurin trýstur til at læna 200 milliónir til bankabjargingarnar – og síð­ani varð hann trýstur at avskriva pengarnar sum mistar. Og hetta fór fram umvegis samskifti við landsstýrið og við Fígg­ ingargrunnin frá 1992 – sum jú skuldi vera føroyskur, so landsstýrið hekk uppá skyldurnar hjá bankunum. Við hesum fingu føroysk­ir myndugleikar eitt avgerandi kort til at halda fast um, at Íleggingargrunnurin sjálv­ andi er ein grunnur undir føroyskum ræði. Og tað er ongin ivi um, at vit við at halda fast um hesi rættindi, eisini høvdu fingið bæði flogvøll, loft­ ferðslumyndugleika og Íleggingargrunnin undir føroyska fólkaræðið. (Eins og undanfarna landsstýrið fekk Framtaksgrunnin undir føroyskt ræði í 1998). Og tá hevði Løgtingið saman við teimum persónum og myndugleikum sum hava skil uppá flogferðslu og fram­tíðar krøv, kunnað havt eina veruliga viðgerð og sett út í kortið. Og sam­an við nevndini fyri Ílegg­ingargrunnin hevði borið til at funnið ein skila­ góðan fíggingarhátt. Sam­ stundis hevði grunnurin framhaldandi kunnað verið ein sterkur fíggjarveitari til aðrar íløgur í Føroyum. Nú liggur málið í Fólkatinginum Í løtuni hevur løgmaður blakað allar hesar møgu­ leikar av hondum. Vit hava onki fingið ígjøgnum av teimum krøvum, sum helst allir flokkar kundu tikið undir við, og sum landsstýrið frammanundan hevur hildið fast um. Nú liggur málið í danska Fólkatinginum, sum skal taka avgerð um at taka 350 mió. burturúr okkara egna grunni og hava ræðið á restini. Ongin veit hvørjar avleiðingarnar verða fyri tað virksemið, sum grunnurin annars hevur av hesi ætlaðu niðurkapitalisering. Og onki orðaskiftið hevur ver­ ið á tingi ella í føroyska samfelagnum annars um hetta mál. Undirbrotligheitin hevur enn einaferð vunnið á skil­ inum og vit kunnu bert lasta okkara egnu leiðarum. At danska stjórnin spælir síni kort so lætt uttan nakra mótstøðu, kunnu vit bara ynskja teimum tillukku við. Men til tess at rita okkara fólkaræðisliga trupulleika í klettin, so kunnu vit ímynda okkum hetta: Hvat hevði hent, um Anders Fogh Ras­mussen skrivaði undir eina yvirlýsing við eitt annað land, har hann gav burtur ræðið yvir einum grunni, sum eftir donskum viðurskiftum hevði svarað til 80-90 mia. krónur – uttan at Fólkatingið yvirhøvur varð kunnað? Og at eitt annað land afturfyri skuldi taka avgerð um, hvussu flog­ vøllurin í Kastrup skuldi útbyggjast? viðmerkingar Ringt er at eta sítt egið – og tað stolið Høgni Hoydal