Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 129 - 7. juli 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Sunnudagin 9. juli verður Páll Heinesen í Havn 60 ár. Páll er føddur og upp­ vaksin í Klaksvík. Hann er sonur Onnu Cathrinu, ættað úr Svínoy, og Fríðrik, ætt­aður úr Kunoy. Páll er framvegis klaks­ víkingur við stóra K, og hann er ofta og vitjar í barna­­heiminum mitt í bý­num. Sum lítil var Páll nógv úti í Svínoy, og hann vitjar enn har úti minst einaferð hvørt summar, har hann saman við syskjunum hevur summarhús. 26. juni 1967 byrjaði Páll at arbeiða á Strandferðsl­ uni. Tá ið hann byrjaði sum skrivstovumaður á loftinum á Skipshandlinum. Tá vóru ikki so nógv fólk á stovn­ inum, sum tað eru í dag. Páll hevur tí sum starvs­ fólkaleiðari upplivað stórar broytingar á stovn­inum, og hann hevur møtt nógvum fólki, ið hava ar­beitt har styttri og longri tíðarskeið. Fyri nøkrum árum síð­ani var ein gongubólkur stovn­ aður í grannalagnum í Tjarnarlág, har Páll og familjan búgva. Tað eru menninir í grannalagnum, ið hvørt kvøld ganga ein túr Yviri við Strond. Nakrir eru dotnir burtur úr, men Páll gongur enn trúliga hvørt kvøld. Tey sum kenna Páll vita, at hann sæst sera sjáldan uttan fyri í túninum, uttan at hann antin hevur ein pensil ella ein hamara í hond. Hetta sæst eisini aftur á húsunum, ið eru sera væl hildin. Páll fann sær konu av Eiði. 24. juni 1972 giftist hann við Marsonnu Niel­ sen, og saman eiga tey børnini: Fríðrik, Nikkil og Simonu. 60 ára dagurin verður hildin í heiminum, Tjarn­ar­ lág 4, har øll eru vælkomin aftaná klokkan 13 at heilsa uppá Páll og fáa ein góðan bita. Páll Heinesen 60 ár Dagurin 8. juli. Ketil biskupur. Hesin biskupurin í Würtsburg í Týsklandi var ættaður úr Skotlandi. Sankta Kilian, sum hann varð róptur, varð saman við feløgum sínum Totnan og Kolonat tikin av døgum í árinum 689. Í Norðurlondum fekk hann navnið Ketil, ið eisini hevur verið brúkt sum mansnavn í Føroyum. Navnið merkir hattur ella hjálmur. 9. juli. Sostrata. Hetta grikska kvinnunavnið er einki kent halgimennisnavn. Dagurin hevur borið ymisk onnur nøvn, men frá árinum 1726 kemur navnið Sostrata í álmanakkarnar. 10. juli. Knútur kongur, deyður ár 1086. Hann varð myrdur fyri altarinum í St. Albans kirkju í Odense handa dag, og pávin skírdi hann halgimenni í árinum 1100. Fekk navnið Knútur hin Heilagi. Jarðarferð Sverri Eidesgaard úr Oyndarfirði, búsitandi í Keypmannahavn, ið andaðist 30. juni fer til gravar úr Oyndarfjarðar kirkju týsdagin 11. juli kl. 14.00. Familjunnar vegna Brynhild og Aðalbjørg Tey, ið vilja minnast Sverra, kunnu lata Oyndarfjarðar kirkju eina peningagávu. Vibeke Egholm varð fødd í Miðvági, har faðir hennara, sum var dani starvaðist sum lækni. Vibeke giftist við Jens Petur Egholm, og búðu tey á Tvøroyri í fleiri ár, inntil tey fluttu til Havn­ ar. Tey fingu børnini Petur og Hannu. Tað vóru tey sálar­liga veiku og kanska serliga tey gomlu, sum lógu Vibeke á hjarta. Hon fekk sær útbúgving, sum mið­aði ímóti at røkta psykiatriskar sjúk­ lingar og starvaðist hon í fleiri ár á psykiatrisku deild á Lands­sjúkra­ húsinum. Seinni giftust Vibeke og Áki Mouritsen og fluttu tey til Danmarkar at búgva. Tey búsettust í Roskilde, har Vibeke fekk høvi til at arbeiða við gomlum røktar­ sjúklingum. Fyri nøkrum ár­­um síðani fór heilsan at bila, og Vibeke fór á røktarheim, nærhendis hús­ unum hjá teimum. Áki var hvønn dag á røktarheiminum, ofta fleri ferðir um dagin og vitjaði hana. Tá tað bar til, koyrdi hann hana heim ein túr. Tað var á røktar­ heiminum, at vit fingu høvi at vitja Vibeku.  Sum vera man, fall prátið inn á tað andaliga. Vibeke var fullkomiliga greið yvir, hvat ið hendir, tá ein doyr. At tað er eitt lív eftir deyðan. Presturin, sum talaði við jarðarferðina, hevði sína vanligu gongd á røktarheimum og hon kendi Vibeku. Hon segði millum annað, at Vibeke játtaði trúgv. Tað er trúgv á tað fullgjørda verkið á Golgata. Hon knarraði ongantíð og var heldur ikki ónøgd við støðuna. Eg havi hoyrt Arna fleiri ferðir tosa við Vibeke um tað, sum Jesus gjørdi á Golgata. Hann greiddi henni frá, at tað er neyðugt at taka støðu til, hvar ein vil vera í ævinleikanum. Eg havi hoyrt hann spyrja hana: “Vibeke, trýrt tú á Jesus og tað Hann gjørdi fyri teg á Golgata”. Eg havi hoyrt hana svara: “Ja, det tror jeg” Vibeke fór til jarðar ein vakran summardag í juni mánað frá Jens Jørgens kirkju í Roskilde. Friður veri við minni­ num um Vibeke Egholm. Ása Vibeke Egholm til minnis Ásmundur er farin bara 40 ár gamal. Orðatakið sigur: Gamal skal doygg­ ja, ungur kann doyggja. Eitt kunnu vit vera vís í, og tað er, sum danin sigur: “Livets kort­hed   Dødens vished   Evighedens længde”. Ás­mundur var nakað serstakt. Hann var innløgumaður, ikki fyri seg sjálvan, men fyri hini. Dagin fyri hann doyði, fór hann út við bátinum at fiska, ikki til sín sjálv, men til hini. Hetta var hansara lyndi. Tá vit, sum búgva uttanlanda, ikki altíð kundu fáa fatur á dóttrini og svigarsoninum, ja, so varð at ringja til Ásmund, tí Ásmundur var altíð har. Ja, tey kundu trygt fara ein túr til Havnar ella fara niður í handils­ ørindum, tí Ásmundur var har. Hvør kann taka plássið eftir Ás­ mund í virkinum hjá Bærendsen teknik? Ásmundur fór ikki burtur at ferðast, tí hann kendi tað, sum sína ábyrgd at røkta seyðin. Ás­ mundur átti ikki børn sjálvur, men tess meira kærleika vísti hann børnunum hjá systkjunum. Tað var ein av fagrastu summardøgum, tá ið Ásmundur varð jarðaður. Kirkju­ garðurin á Tvøroyri liggur á brøttum lendi, so tað varð sum fuglur á rók at síggja henda stóra skara, sum var komin fyri at fylgja Ásmundi. Hetta var ein vøkur og sera sjáldsom sjón. Bæði í salinum og  á grøvini varð talað um himmalin, henda vakra stað, har tað er mangan, mangan betri enn her. Tað, sum einki eyga hevur sæð og einki oyra hevur hoyrt, tað sum ikki er komið upp í nakað menniskjahjarta, tað sum Gud hevur gjørt til reiðar til tey, sum elska hann. Tað varð eisini nevnt, at eingin kemur inn í himmalin av sær sjálvum. At tað finnast tvey støð eftir deyðan. At tað er neyðugt at taka støðu. Mint varð á: “Ger teg til reiðar at møta Gudi tínum”. Friður veri við minni­ num yvir Ásmund Bærendsen. Ása Ásmundi Bærendsen til minnis Henry Debes Joensen 70 ár Hósdagin 6. juli fylti Henry Debes Joensen á Argjum 70 ár. Henry er ættaður úr Fámjin, sonur Henriettu Karolinu, f. Gaard, úr Fámjin, og Joen Magnus Joensen frá Gjógv. Henry tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1960 og var lærari í heimbygd­ ini, Fámjin, frá 1960 til 1965. Hesa tíðina røkti eisini dekna- og urgu­tæn­ astuna í bygdini. Í 1965 flutti hann til Argir at búgva, tá hann gjørdist lærari við Argja skúla. Hetta starv røkti hann til 1. august 1998. Í hesum tíðarskeiði var hann bæði fyrstilærari, vara­ skúlastjóri og settur skúla­ stjóri. Henry var í mong ár org­ a­­nistur við guds­tæn­ast­ur á Landssjúkrahúsinum og við jarðarferðir í Kirkju­ garðskapellinum. Síðan Kirkju- og Missiónshúsið kom á Argjum í 1974, hevur hann eisini verið deknur og urguleikari har. Hann hevur víst stórt trufesti, í øllum hann hevur fingist við. Í fjør fekk hann »tjenestemedalje i sølv« frá Margrethu drottning. Henry er giftur Katrin, f. Johannesen, av Skála. Tey eiga tríggjar synir: Jón Magnus, Bergur og Heðin. Abbabørnini eru 4 í tali.