Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 7. juli 2006 13 Jonna Rasmussen, f. Nielsen, ættað úr Havn, bú­sitandi í Sørvági, andaðist mikudagin 5. juli, 65 ára gomul. Andakt verður á Ellisheiminum í Vágum fríggjadagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Jonnu, kunnu lata Føroya Felag móti Krabbameini eina peningagávu. Konto í peningagastovnunum. Esmar Jacobsen, fyrrverandi trúboðari, andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 6. juli, 80 ára gamal. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum leygardagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 14. Tey, sum vilja minnast Esmar, kunnu lata eina gávu til Kirkjuliga Missiónsfelagið á konta í Føroya Sparikassa. Lítla Lív Wiegand Danielsen, dóttir Guðrun Danielsen og Henrik Wiegand Hansen, andaðist í heiminum mikudagin 5. juli, 2 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Kirkjubøar kirkju leyg­ ardagin kl. 13. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu tá kæri maður, pápi, sonur, beiggi og verfaðir okkara Hans Kristian Mikkelsen andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, sum komu í heim okkara og tykkum, sum ringdu og hjálptu okkum á ymiskan hátt. Tøkk fyri minnisgávur til Kristnastovu. Somuleiðis takka vit øllum tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Arnhild, Mariann, katrin og Silja Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu, tá okkara kæru foreldur Mia F. Rubeksen og Ben W. Stokes vóru sett til teirra seinasta hvíldarstað í kirkjugarðinum í Tórshavn. Serstøk tøkk til Hera Joensen, prest, sum gjørdi løtuna hátíðarliga. Janet, Ben John og Alan Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara. Esmar A. Jacobsen fyrrverandi trúboðari Andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 6. juli 80 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum leygarkvøldið kl. 17 Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 14. Vegna tey avvarðandi Maud Sámal Andrias, Eliesar, Thordis, Súni, Erling og Ruth Tey, sum vilja minnast Esmar, kunnu lata eina gávu til Kirkjuliga Missiónsfelagið á konta 495.337.3 í Føroya Sparikassa Esmar A. Jacobsen farin Esmar var í mong ár ein býarmynd í Havn, tá hann við sínum kvikliga gongu­ lag sást ganga millum tey ymisku støðini, har hann hevði sínar tænastur. Hann var ein stillur eyðmjúkur maður og altíð við tí góða orðinum. Esmar var ættaður og uppvaksin í Norðragøtu. Hann er nummar 4 av 13 systkjum. Foreldrini vóru Eliesar Jacobsen í Tjørnu­ stovu og Sunnuva f. Heine­ sen í Súnastovu. Hann gekk sjey ár í barnaskúla. Sum 16 ára gamal flutti hann til Havn­ ar og fór í prentaralæru á Dimma­lætting og var út­ lærdur hondsetari í 1946. Í 1947 gavst hann á Dim­ma­ lætting og fór til Bóka­­prent, har hann lærdi maskin­ seting. Ungdómsárini í Havn búði hann á KFUK. Hann var eisini ítróttar­ maður og spældi við 1. deild hjá HB frá 1945 til 1949. Í 1949 fór hann til Keyp­ mannahavnar á fakskúla og meistaraskúla innan prentarayrkið, og starvaðist har í tvey ár. Hann kom heim aftur í 1951 og starv­ aðist eitt skifti í Prent­ smiðjuni í Bókahandlinum. Sama árið var Prentara­ felagið stovnað og Esmar var formaður fyrstu árini. Næstu árini arbeiddi Esmar á prentsmiðjuni hjá 14. September. Hann gavst fyribils sum prentari, tá ið hann fór á bíbliuskúla í Hillerød í 1958. Valið, at fara á bíb­ liuskúla, grundaði hann á eitt innara kall um at gerast trúboðari. Árið eftir fór hann á trúboðaraskúla í Oslo, og var útlærdur í 1960. Næstu 5 árini var hann í parttíðartænastu hjá Kirkjuliga Missións­fel­ag­ num, og í hesum tíðarskeiði arbeiddi hann á »Einars Prent« hjá Einari Joensen, sum vísti honum vælvild, tá hann skuldi frá arbeiði í trúboðaraørindum. Esmar gavst við prentarayrkinum í 1965, tá ið hann gjørdist trúboðari burturav. Sum trúboðari hevði hann reglulig møtir kring landið, og harumframt hevði hann vitjanar­tæn­ astu hjá gomlum og sjúk­ um. Av tí sama var hann nógv at síggja á Lands­ sjúkrahúsinum øll árini sum trúboðari, og hann vitjaði eisini á varðhaldinum eina ferð um vikuna í tilsamans 36 ár. Í 1962 kom hann upp í sjómans­missi­ ónsarbeiði, og var t.d. sjómanstrúboðari í Vest­ mannaoyggjunum og eitt stutt skifti í Ravnoynni. Sum trúboðari virkaði hann øll árini út frá Havn­ ini, og gjørdist hetta arbeiði lættari og meira umfatandi, tá ið Missiónshúsið við Landavegin, sum var bygt við sjálvbodnari arbeiðs­ megi, varð liðugt í 1972, soleiðis at møtir, sunnu­ dagsskúli, blaðarbeiði, for­ lagsarbeiði, týðingar o.a. kundi gerast á einum og sams tað. Sum trúboðari skrivaði hann 270 kristiligar hug­ leiðingar í 14. September og allar eru endurprentað­ ar í Sosialinum. 95 av hesum hugleiðingum komu út í bókini »Sáðkorn«. Sum yrkjari, undir heitinum Esmar Jacobsen Gata, gav hann út savnið »Fiólin« í 1956 og í 1990 kom nýtt yrkingasavn við heitinum »Tema við frábrigdum«. Hann gjørdi eisini nógv við at týða andaligar bøkur, týðingar sum av fyrstan tíð vóru skrivaðar til Kirkjuligt Missiónsblað, sum hann stjórnaði sjálvurannar í umleið 30 ár. Í 1952 giftist Esmar við Maud, sum er ættað úr Kollafirði, dóttir Sámal Andrias Djurhuus, Fram­ man fyri Garða, og Thomassinu f. Thomsen, á Tanganum. Tey búsettust úti í Grønlandi í Havn. Har búðu tey til 1988, tá ið tey avgjørdu at flyta og keyptu hús við Landavegin. Tey fingu 7 børn, harav 6 eru á lívi. Sámal Andrias, Eliesar, Súni, Ruth, Thordis og Erling. Erling Marni, sum varð føddur í 1961, doyði bert nakrar dagar gamal. Seinastu tíðina búði Esmar á Tjarnargarði. Hósdagin 6. juli andaðist Esmar A. Jacobsen, fyrrverandi trúboðari í Havn, 80 ára gamal. nøvn Landsverk »skilti« boðskapin Fyrr í vikuni høvdu vit myndir í blaðnum og eina grein við yvirskriftini »Hvussu skal ferðamaður­ in finna til Klaksvíkar?«, har vit vístu á, at tað ikki var so lætt hjá ferðafólki, sum koyra í Føroyum, at finna til Klaksvíkar. Skelti manglaðu, og tey sum vóru, vóru villleiðandi. Nú er skelti komið, sum vísir vegin til Klaksvíkar, og tey villleiðandi skeltini eru tikin burtur. mg. Nú er hetta skelti sett upp í Leirvík við vegin sum gongur til Klaksvíkar Hetta skelti vísir til Norðoyatunnilin á veg til Klaksvíkar, men tey sum koma úr Klaksvík vita framvegis ikki, um tey skulu til høgru ella til vinstru, tá tey koma til hetta vegamótið Danskt skemt á Hafnia Í kvøld, fríggja­kvøldið, verður skipað fyri einum tiltaki, vit ikki eru heilt so von við her heima. Í Hafnia Lounge frá kl. 22.30 til 23.15 fer danski stand-up skemtarin Georg Sylvest Petersen at undirhalda fólk, tá hann fer at ganga runt millum áhoyrararnar, og herma eftir fólki, vit kenna so væl. Stand-up skemt er eitt slag av skemti, sum danir av álvara hevur tikið til sín, men sum enn ikki hevur breitt seg í Føroy­ um. Á Hafnia siga tey, at hetta tiltakið verður gjørt, fyri at fáa okkurt forkunn­ ugt, øðrvísi og ikki minst stuttligt tiltak, og vóna tey á Hafnia, at fólkið fer at taka væl ímóti tí. Vísir tað seg, at so er, er góður møguleiki fyri, at talan verður um eitt afturvend­ andi tiltak.