Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 7. juli 2006 15 tíðindi Í seinastu viku varð kunngjørt, at føroyingar hava fingið ein festival afturat. Hesin festivalur er Fjarðafestivalurin, sum verður hildin í døgunum 25. og 26. august í Kelduni í Skálafirði. Tað er felagið Adore Music sum stendur aftanfyri nýggja festivalin. Fjarðafestivalurin Rókur Jákupsson Jakobsen (rokur@sosialurin.fo) Festivalurin fer at rúma nógvan og fjølbroyttan tónleik, og fyrireikararnir hava boðað frá, at her ver- ða føroyskir og útlendskir tónleikabólkar at hoyra. Ætlanin er, at avdúka eitt navn um vikuna. Fyrstu nøvnini verða kunngjørd í dag. Talan er um tveir evnaríkar føroyskar bólkar. Petur Háberg Petur Háberg skal framføra á Fjarðafestivalinum. Petur Háberg luttók í singer/ songwriter kappingini í fjør, og longu tá, vóru tað nógv ið gjørdust fjepparar hjá honum. Tá vísti hann síni kynstur sum lagsmiður tá ið hann vann seg í finaluna í kappingini. Tað sum eyðkennir tónleikin hjá Petur Háberg er, at tað er gospeltónleikur í einum nútímans hami. Hóast Petur er ein sokallaður singer/ songwriter, so eru løgini hjá Petur rættiliga rokk/ poppkend. Á Asfalt hevði Petur ein bólk afturat sær, og het- ta riggaði avbera væl. Tónleikurin vaks í vavi, og gjørdist nógv meiri ógvis- ligur. Hetta hóskar sera væl inn í tónleikin hjá Peturi, eftirsum at tónleikurin næstan er skrivaður til or- kestur. Petur er óførur sum od- damaður. Hann dugur væl at greiða frá og er als ikki smæðin á palli. Hann er avgjørt ein spennandi tónleikari í tí nýggja ættarliðinum av gospel- tónleikarum í Føroyum. Proclaim Hin seinni bólkurin, sum verður avdúkaður í dag, er Proclaim. Hóast teir eru ungir, so eru teir væl- umtóktir. Teir eru 5 ungir dreingir, sum til dagligt eru virknir innan ungdómsarbeiði í Heimamissiónini, har teir serliga hava spælt til felagssang í teimum lokalu ungdómsarbeiðinum. Dreymurin um at koma í tónleikabólk, birtist á árliga sangskeiðinum hjá Heimamissiónini í 2004, og tíðliga í 2005 byrjaðu teir so at venja og skriva tónleik. Í mars mánað 2005 høvdi teir sína fyrstu framførslu á árligu Gospel konsertini hjá HMU (Heima Missións Ungdómi), og blivu teir sera væl móttiknir. Teir hava síðan tá spælt landið runt. Stílurin er lættur, og tekstirnir eru lættir at skilja. Henda samanseting ger teir sera lokkandi fyri áhoyrarar. Limirnir í bólkinum eru glaðir fyri hendan stílin. Sum bólkur ynskja teir, at vísa hvat ið teir standa fyri, og vísa hvørji val teir hava gjørt sær. Tí royna teir at skera inn á bein, við einføldum og løttum tekstum. Soleiðis kunnu teir røkka so breitt sum gjørligt. Í komandi viku verður prísurin á atgongumerk- jum eisini avdúkaður. Atgongumerki verða at fáa til keyps í øllum Kall handlum, og á www.kall. fo. Atgongumerki kunnu keypast frá í næstu viku. Tað er Sosialurin, KALL, Runavíkar Kommuna, Sjóðar Kommuna, Atlantic Airways, Norðoya Sparikassi og Strok sum stuðla Fjarða- festivalinum. Fjarðafestivalurin avdúkar tey fyrstu nøvnini Í ár eru 20 ár liðin síðan Ólavsøkukonsertin av fyrstan tíð ljómaði um Havnina tann 27. juli. Síðan hevur konsertin fingið fastatøkur á teimum yngru Ólavsøkugestunum. Ólavsøkukonsertin verður mett sum ein tann týdningarmesta konsertin her á landið. Ólavsøkukonsert Rókur Jákupsson Jakobsen (rokur@sosialurin.fo) Ongin Ólavsøka uttan Ólavsøkukonsertina. Kaj Johannesen, fyriskipari av konsertini, kom framvið á Sosialinum til eitt prát um Ólavsøkukonsertina. “Hetta er ongin festivalur. Hetta er ein konsert! Upphitingin til Ólavsøku”, sigur Kaj beinanvegin. Ikki longur býtisbarn “At byrja við, var Ólavs- økukonsertin eitt býtis- barn. Tað var torført at fáa landsins kosnu at fata, at fólk gleðast um rútmiska tónleikin; men eg haldi, at vit hava sæð eina hugburðsbroyting, í so máta”, sigur Kaj. Ólavs- økukonsertin hevur ferðast nógv í Havnini. Hon hevur m.a. verið hildin á Havnar- økinum, á Skálatrøð, á Skansanum, Yviri við Strond, men fyri nøkrum árum síðani varð hon hil- din í Kommunuskúlagarði- num, har hon hevur hildið til, seinastu 10 árini”. “Politikararnir eru meiri tilvitaðir um mentanarliga lívið nú. List hevur fingið meir pláss í tí politiska kjakinum, og hava vit eisini merkt nógv størri vælvild frá Býráðnum tey seinnu árini. Hetta sæst eisini aftur í td. tí peningaligu játtan, sum Musikkskúlin hevur fingið í ár”, fortelur Kaj. Konsertin verður aftur í ár hildin í Kommunu- skúlagarðinum. “Tað er eitt gott, avmarka øki. Har er lívd, og hetta er eisini gott fyri ljóðgóðskuna”, greiður Kaj frá. Tónleikurin er tað avgerandi “Ólavsøkukonsertin skal altíð seta fokus á tónleikin. Vit leggja okkum eftir at hava góðan tónleik á skránni, soleiðis at tann kræsni áhoyrarin fær nakað fyri pengarnar”. Sjálvt um fyriskipararnir fyrst og fremst seta tónleikin í fokus, so verður í ár miða eftir, at geva áhoyrarunum eina breiða uppliving. “Sum nakað nýtt fara vit í ár m.a. at hava eitt stórt tjald. Í hesum tjaldi verður big-band tónleikur millum konsertirnar, á tí stóra pallinum”. Tað verður 18 ára aldurs- mark til tjaldið og har kun- nu, teir tilkomnu, áhoyrarnir bukka sær beinini og njóta eitt ábit og ein lesk. Big- bandið “Stórbandittarnir”, undir leiðslu av Ólavi Olsen fer saman við James Olsen og Sólvá Ford at undirhalda í tjaldinum. “Vit gera tiltakið breitt og forkunnugt, soleiðis at fólk fær meiri fyri pengarnar. Yvirskotið frá Ólavsøkukonsertini sæst aftur í tónleikalívinum Fittur partur verður nýttur til at skipa fyri tiltøkum, sum Prix Føroyar”, sigur Kaj. Hvørjir bólkar? Ólavsøkukonsertin plagar ikki at vera dominerað av útlendskum tónleika- bólkum. Tó so, hava onkrir útlendskir bólkar spælt á konsertini. Eitt nú spældi navnframi Tim Christensen í fjør. Og aftur í ár, verður eitt spennandi navn at hoyra. Talan er um legendarisku íslendsku Mezzoforte. Hetta er ein funk/fusión bólkur, sum er mannaðar við bestu tónleikarunum í Íslandi. “Hetta er ikki nakað, sum eg finni uppá”, staðfestir Kaj, “Teir eru teir bestu rytmisku tónleikarar- nir í Íslandi. “Flest allir tónleikarar í Íslandi hava teir sum fyrimynd, og vit meta at teir passa væl inn í heildina. Hetta er tónleikur til tey sum vilja síggja og hoyra dugnaligar tónleikarar. Mezzoforte eru høgt í metum, úti í heimi og eru fløguaktuellir. Eisini er tað stuttligt, at tað eru 20 ár síðani teir spældu á Tórshavnar Jazz Fólka og Blues Festival og aftur spæla við tí upprunaligu manningini”, greiður Kaj frá. Tey ungu slept á fjall? Spurdur um hetta ikki er tónleikur til eldra ættarliðið, er Kaj kvikur at svara. “Teir spæla feitt! Teir eru kanska meiri kendir millum tey eldru, men hetta er altso feitur tónleikur. Tú noyðist hvørki at vera ungur ella tilkomin fyri at dáma vælspældan tónleik”, sigur Kaj. “Men nei, tey ungu eru als ikki slept á fjall. Vit hava altíð Popp Topp vinnaran við á konsertini. Hetta er ein fastur táttur, sum vit eru glað fyri. Og so fara vit sjálvandi eisini at hava annan tónleik, til tey yngru. Men hetta fáa tit meiri at vita um í nærmastu framtíð”. Kaj vísur á, at skráin er fastløgd, og at har er nakað fyri øll – felags fyri allan tónleikin er tó eitt orð: dygd! Ólavsøkukonsertin í nýggjum hami Stutt um Mezzoforte Bólkurin varð stovnaður sum ein kvartett í Reykjavík í 1977. Manningin: Eythór Gunnarson (tangentar), Jóhann Asmundsson (bass) og Gulli Briem (trummur). Fridrik Karlsson (gittar), Bólkurin vann sær altjóða viðurkenning tá ið teir góvu “Surprise- Surprise” plátuna út í 1983. Lagið “Garden Party” stóð seg heilt væl, og kom á flestu hitlistarnar í Evropa og Asia. Bólkurin hevur síðan spælt eitt ótal av konsertum. Teir hava spælt í 30 ymiskum londum higartil. Bólkurin gav fyri kortum út nýggja fløgu. Talan er um fløguna “Forward Motion”, sum er tann 11. útgávan hjá bólkinum. Á hesi fløgu spæla allir fýra upprunaligi limirnir í bólkinum, tó er gittarleikarin Fridrik Karlsson nú avloystur av einum øðrum, um ikki betri gittarleikara, Bruno Mueller. Aðrir “skrappir” tónleikarar verða eisini við á konsertferðini til Føroya. Teirra tónleikur verður lýstur soleiðis: ”Trade- mark funky grooves and catchy melodies”. Kommunuskúlagarðurin er karmur um Ólavsøkukonsertina Íslendsku Mezzoforte