sunnudagur 9. juli 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 7. juli 2006
16 tíðindi
Bátaferð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Eg haldi, at hetta er fyrstu
ferð, eg havi verið í Bergen,
at sólin hevur skinið. Oftast
hevur verið regn, grátt og
keðiligt veður. Tað er neyvan
av ongum, at býurin hevur
verið róptur ”paraplyernes
by”. Men í dag er veðrið so
avbera gott.
Á bryggjuni í Bergen
týsdagin hitti Sosialurin
Margit Glerfoss, sum saman
við manninum, Kristiani
Glerfoss, og fleiri øðrum
føroyingum eru komin til
Noregs á bátaferð.
Bátar og farmur
Norrøna hevur júst lagt til
bryggju og nógv ferðafólk,
sum eru komin úr Føroyum
umvegis Hetland, eru farin
ein túr í býin.
Summi hava í hyggju at
keypa sær okkurt, og onnur
eru farin at hyggja seg um
teir tveir tímarnar, tey hava
høvi at vera í landi, áðrenn
skipið loysir aftur.
Vit velja at vera verandi
á bryggjuni saman við
bátafólki, sum bíða eftir, at
teir 24 bátarnir á vognum
verða sleipaðir úr Norrønu
og sjósettir.
– Vanliga plaga allir bátar
nir at verða flotaðir, áðrenn
Norrøna loysir aftur, sigur
onkur, sum áður hevur verið
í Noregi á bátaferð.
Men farmurin er nógvur,
og tað tekur sína tíð at fáa
bátarnar í land.
Enn er heldur eingin krani
komin oman á bryggjuna.
Tá ið Norrøna loysir aftur
einar tríggjar tímar eftir
komuna, er eingin bátur
flotaður, men nakrir eru
komnir at standa fram við
bryggjukantinum.
Maður og kona
– Hetta er fjórðu ferð, at
vit eru á bátaferð í Noregi.
Fyrstu ferð vóru vit í 14
dagar, aðru ferð í tríggjar
vikur, síðan í fýra vikur,
og hesaferð vera vit í
tríggjar vikur. Vit plaga at
hava onkran við okkum í
bátinum, sum hevur fýra
sovipláss, men hesaferð eru
vit fyri fyrstu ferð einsa
møll.
Margit, sum vit práta við
á bryggjuni í Bergen, er
65 ára gomul. Hon hevur
skift annað knæið, og hevur
høkjurnar við sær.
– Eg skifti knæ síðst í
mars, og eg haldi, at tað
gongur bara væl. Tað
verður kanska eitt sindur
stríggið at sleppa niður í
bátin, tí bryggjan er so høg.
Aðrastaðni, har vit plaga at
koma, eru bátabrúgvar, og
tá fer at liggja betur fyri at
sleppa í og úr bátinum.
Margit sigur, at knøini
vóru vorðin so vánalig,
at hon at enda ikki fekk
gingið.
– Tað er langt síðan, at
eg fekk staðfest slitgikt. Tá
ið tíðin kemur, ætli eg mær
at skifta hitt knæið eisini,
sigur hon.
Góðir túrar
Margit sigur, at hon og
maðurin hava verið ógvu
liga glað fyri túrarnar í
Noregi, sum hava verið nak
að heilt fyri seg.
– Hetta hava verið túr
ar, sum hava fest seg í
minnið fyri lívið. Vit sigla
innanskers millum smáu
plássini, og siglt verður
bert um dagin. Um kvøldið
hugna vit okkum saman.
Vit matgera í bátinum, og
er veðrið gott, verður grillin
tendrað - og viðhvørt eru vit
á plássum, har felagsgrill er.
Fólk, sum vit hitta á leiðini,
eru blíð og fyrikomandi,
og tað er ikki so sjáldan, at
tey eru við í hugnanum um
kvøldarnar.
Okkurt postkortið er eis
ini farið ímillum londini
eftir hesar ferðir.
Hon sigur, at onkuntíð
hava bátafólkini skipað
fyri føroyskum kvøldum
í felagshúsum, sum eru í
bygdunum.
– Her hava vit havt
føroyskan mat, og vit hava
sungið afturvið hugnaligum
Á høkjum á
Tað liggur í blóðinum hjá Kristiani Glerfoss
at duga væl til hendurnar. Pápin var kendur
bátasmiðjur í Mikladali. Í hesum døgum eru
Kristian og konan, Margit, saman við øðrum
føroyingum á bátaferð í Noregi. Hetta er
fjórðu ferð, at tey bæði ferðast í báti í norska
skergarðinum. Kristian hevur sjálvur bygt
bátin við forvitnisliga navninum, Meranti. Tey
nærkast bæði pensjónsaldri, og nú tey saman
fóru á hesa ferð, var Margit á høkjum, tí hon
nýliga hevur skift knæ. Men hetta helt henni
ikki aftur
– Hetta er fjórðu ferð, at vit eru á bátaferð í
Noregi. Fyrstu ferð vóru vit í 14 dagar, aðru
ferð í tríggjar vikur, síðan í fýra vikur, og
hesaferð vera vit í tríggjar vikur. Vit plaga
at hava onkran við okkum í bátinum, men
hesaferð eru vit fyri fyrstu ferð einsamøll,
sigur Margit Glerfoss
Mynd: Vilmund Jacobsen
Báturin varð flotaður sum eitt
vanligt áttamannafar í 1981, men
í 1992 tók Kristian bátin upp á
land aftur til umbyggingar
Mynd: Vilmund Jacobsen