sunnudagur 9. juli 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 7. juli 2006
17
tíðindi
harmoniku-ella
guitar
tónum.
Margit sigur, at nú hetta
er fjórðu ferð, at tey eru á
bátaferð í Noregi, hava tey
hitt fólk aftur, sum tey eru
komin at kenna.
– Vit hava eisini ligið á
óbygdari oygg, har maðurin,
sum ræður á oynni, fryntliga
hevur biðið okkum hugnað
okkum væl og leingi – og
bara ansa eftir eldi. Jú,
upplivingarnar hava verið
nógvar, og eg vænti, at
fleiri upplivingar bíða eftir
okkum á hesi ferðini, sum
júst er byrjað, sigur hon.
Hegnismaður
Kristian Glerfoss, sum er 66
ára gamal, er hegnismaður.
Hann er sonur kenda báta
smiðin í Mikladali, Jógvan
Glerfoss, sála, sum bygdi
nógvar bátar.
– Kristian dugir til alt,
sum liggur til hendurnar,
sigur konan, ið heldur nógv
um tey evni, sum maðurin
hevur fingið í vøggugávu.
Hon sigur, at maðurin
hevur bygt áttamannafarið,
sum tey hava til frítíðarbát,
men hann hevur eisini bygt
aðrar bátar.
Báturin varð flotaður sum
eitt vanligt áttamannafar
í 1981, men í 1992 tók
Kristian bátin upp á land
aftur til umbyggingar.
– Hann bygdi trý borð
oman á og lokaði hann inni
sum frítíðarbát. Motorurin
er ein Leyland, sum hann
hevur sett saman av tveim
um motorum.
Margit veit at siga, at
Kristian hevur teknað alla
umbyggingina sjálvur, men
hevur fingið eina smiðju at
boyggja sær aluminium’ið
til.
– Dúkin, sum ger bátin
”heilan” har afturi, havi eg
seymað, sigur hon.
Tað skerst ikki burtur,
at báturin hjá hjúnunum,
Kristiani og Margit Gler
foss, er nakað heilt fyri seg
millum aðrar bátar.
Hann er í fyrsta lagi eitt
sera snøgt og væl frágingið
handverk.
Nógv í bátinum
– Vit hava altíð verið nógv
í bátinum, og vit hava eisini
verið nógv á floti, tá ið
høvið beyðst. Tað er serliga,
síðan báturin varð flotaður
aftur sum frítíðarbátur,
at vit hava brúkt hann til
útferðir av ymiskum slagi.
Margit heldur, at tað
er ikki tað sama at fara
á stevnur í Føroyum við
bátinum, sum at sigla innan
skers í Noregi.
Hon heldur, at viðhvørt er
í so nógv lív í á stevnunum
her heima.
– Ikki tí; vit eru ofta við,
tá ið stevnur eru, men vit
sigla eisini í aðrar mátar
nógv í Føroyum, bæði einsa
møll og saman við øðrum.
Hon heldur, at møguleik
arnir við sigling í Føroyum
eru nógvir.
– Eitt nú kunnu vit finna
upp á at fara út á Hósmøl
í Nólsoy at njóta vøkru
náttúruna, og á eini slíkari
ferð í góðveðri plaga vit
eisini at grillað okkum
okkurt til matna.
Hósmøl er eitt av heitastu
plássum í Føroyum, tá ið
sólin ein seinnapart stendur
og bakar upp í bergið, sum
er omanfyri. Har er einki
til hindurs at leggja bátin
við klettin, tá ið kyrt er í
sjónum.
– Jú, okkum dámar ógvu
liga væl at brúka tíðina í
bátinum um sumrarnar, tá
ið veðrið er til vildar, sigur
Margit.
Meranti er navnið
Báturin hjá hjúnunum,
Kristiani og Margit Gler
foss, kallast Meranti, men
soleiðis hevur hann ikki
altíð kallast.
– Upprunaliga hevði
báturin navnið, Stjørnan,
men tá ið Kristian hevði
umbygt hann til frítíðarbát,
valdi hann samstundis at
geva bátinum nýtt navn.
Onkur
spyr,
hvaðani
navnið, Meranti, stavar,
men tann søgan er bæði
stutt og einføld.
Margit veit at siga, at
tilfarið, sum Kristian brúkti
til at innrætta bátin við,
kallast meranti, og haðani
kemur navnið.
– Tá ið báturin kom
útaftur úr kjallaranum hjá
okkum eftir umbyggingina,
hevði Kristian givið honum
hetta navnið, leggur hon
aftrat.
Hon heldur, at tað hevði
verið betur, um báturin var
eitt 10-mannafar heldur enn
eitt 8-mannafar.
– Men hetta er ein ógvu
liga sjógóður bátur, og vit
hava verið ógvuliga glað
fyri Meranti, sigur Margit.
Handlig hjún
Sum blaðungur var Kristian
sjómaður, men skjótt fór
hann at fáast við timbur.
Hann lærdi bátasmíð hjá
pápanum, og í húsunum hjá
teimum báðum í Kráargøtu
á Agrjum, sum Kristian
sjálvur hevur bygt, er stórur
kjallari, har pláss er at
byggja og umvæla bátar.
Kristian er eisini útbúgvin
timburmaður, og saman við
øðrum hevur hann smíðað
fleiri hús.
Tá ið ferðin í Noregi er av,
fer hann at hjálpa soninum
at innrætta eini Fjarðahús,
sum hann í løtuni er í holt
við at byggja.
Í 14 ár arbeiddi Kristian á
Verkstaðnum Vón, og í átta
ár var hann á timburdeildini
á Blindastovninum.
– Vit eiga tríggjar dreingir
og átta ommu-og abbabørn.
Sjálv havi eg ansað børnum
í 26 ár, og hetta arbeiði
dámdi mær ógvuliga væl.
Húsini eru stór og hava
verið væl egnaði til slíkt
arbeiði.
Slitgiktin plágaði
Margit ivast tó í, um hon
valdi rætta lívsstarvið, tá
ið havt verður í huga, at
hon so tíðliga fekk staðfest
slitgikt.
– Eg veit heldur ikki,
hvussu gott tað hevur verið
fyri likamið, at eg sum ung
róði kapp í tvey summur
við Sílinum, leggur hon
aftrat.
Margit hevur dámað væl
at fingist við børn, men
umframt alt tað húsliga,
hevur hon eisini havt annað
at tikist við.
– Eg havi eisini undirvíst
á kvøldskúla í spinning og
plantuliting, leggur hon
aftrat.
Nú Margit hevur skift
knæ, er hon sjúkrameldað
í eina tíð, men hon letur
væl at.
– Eg gavst við at ansa
børnum fyri trimum árum
síðan, og tá fór eg at vaska
skúlan á Trøðni. Skúlin er
í løtuni í summarfrí, og eg
ætli mær aftur til arbeiðis,
tá ið skúlin byrjar aftur,
sigur fryntliga kvinnan,
Margit Glerfoss.
á bátaferð við Meranti í Noregi
Bátar verða koyrdir í land av Norrønu í Bergen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tær sita og práta í góðveðrinum í Bergen, Margit og Marjun, sum eru á hvør sínum báti. Margit
hevur skift knæ og hevur høkjurnar við sær
Mynd: Vilmund Jacobsen