Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 129 - 7. juli 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk ÚTLOND – Italska stjórnin gav okkum loyvi at burturflyta Abu Omar í Milano Amerikanska fregnartænastan CIA Stutt sagt Vil hava Svøríki upp í NATO Vinna teir borgarligu ríkisdagsvalið í Svøríki í september, er tað ikki óhugsandi, at landið fer at sleppa sínum óhefta uttanríkis- og trygdar­ politikki. Fredrik Reinfeld, sum kanska verður forsæt­is­ ráðharri í einari komandi borgarligari stjórn, sigur við svenskar fjølmiðlar, at eftir hansara tykki eig­ ur Svøríki at sleppa tí óhefta politikkinum og biðja um limaskap í verju­ samgonguni NATO. – Vit hava longu sam­ starv við NATO á fleiri økjum, og tað er ikki ann­að enn rímiligt, at vit eisini fara uppí, so vit kunnu fáa ávirkan, sigur Fredrik Reinfeld. Hann dugir ikki at siga, um hin­ ir borgarligu flokkarnir taka undir við hansara sjónarmiði. Teir svensku sosialdemo­ krat­arnir eru ímóti NATO-limaskapi og vilja varð­veita tann óhefta poli­ tikkin. Arnold helst afturvaldur Tóku trolara við Svalbard Fyri aðru ferð í fáar dagar hevur norska sjóverjan tikið eitt fremmant skip fyri ólógligan fiskiskap. Seinasta vikuskiftið tók sjóverjan ein navnleysan og flaggleysan trolara, sum royndi í Smoguni, og í gjár varð spanski trolarin ”Arosa Quincr” tikin, með­an hann royndi við Svalbard. Menn av einum sjóverjuskipi fóru umborð á trolaran, og tað vísti seg, at dagbókin var ikki í lagi, og at trolarin hevði hildið fram at fiska í sama øki, sjálvt um alt ov nógvur smáfiskur var uppií. Sjóverjuskipið gjørdi fast á trolaran og togaði hann inn til Tromsø, har løgreglan nú tekur sær av málinum. Har liggur tann navnleysi og flaggleysi trol­arin eisini, meðan løg­ reglan kannar hansara mál. – Tað, sum nú hendir palestinska fólkinum, er eitt brotsverk ímóti mannaættini, og tí eigur umheimurin at leggja uppí, sigur palestinski forsætisráðharrin Miðeystur Árni Joensen fartekst@mail.dk Støðan í Gaza-geiranum líkist meiri og meiri veru­ ligum kríggi, og palestinska stjórnin hevur nú mælt palestinum til at taka vápn­ ini fram og stríðast ímóti ísraelska herinum. Í nátt vóru hvøllir brestir at hoyra eftir bardagarnar í gjár, sum kostaðu minst 20 palestinum og einum ísraelskum hermanni lívið. – Ísraelska álopið á pale­stinska fólkið er eitt brotsverk ímóti manna­ ætt­ini, sigur Ismail Han­ iya, forsætisráðharri, sum samstundis mælti um­heiminum til at leggja uppí. Upprunaliga fór ísraelski herurin inn í Gaza fyri at fáa fatur á einum ís­ra­ elskum hermanni, sum ein palestinskur bólkur hev­ ur burturflutt. Men teir sein­astu dagarnar hevur ís­raelski herurin víðkað átak­ið. Kreppan er endað á borð­inum hjá ST-trygdar­ ráðnum, eftir at tey arabisku londini hava skotið upp, at ST skal fordøma Ísrael og krevja, at landið tekur herin úr Gaza-.geiranum alt fyri eitt. Uppskotið sigur sum vera man einki um tann burturflutta hermannin ella rakettirnar, sum palestinar hava skotið inn í Ísrael teir seinastu dagarnar. Upp­skotið verður heldur ikki samtykt, tí USA, sum hevur sýtingarrætt í trygdar­ ráðnum, hevur longu boð­ að frá, at tað arabiska upp­skotið er ikki rættvíst, skrivar Reuters. Fyrrverandi italska stjórnin visti, at CIA burturflutti ein mann í Milano, og italska fregnartænastan hjálpti CIA Burturflyting Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 17. februar í 2003 bleiv egyptin Abu Omar burturfluttur á opnari gøtu í italska stórbýnum Milano, tá nakrir menn tóku hann og tveirru hann inn í ein vøruvogn. Í skundi bleiv hann koyrdur til flogstøðina Aviano í landnyrðingspartinum av Italia og har umborð á eitt flogfar, sum flutti hann til amerikonsku herstøðina í Ramstein í Týsklandi. Her varð hann koyrdur umborð á eitt annað flogfar, sum fór til Egyptalands við honum. 13 mánaðir seinni ringdi hann til síni næstu í Milano og greiddi frá burturflytingini, og hvussu hann var vorðin píndur undir avhoyringum í Egyptalandi. Kanningar hjá italska ákæruvaldinum hava av­dúk­að, at tað vóru menn hjá amerikonsku fregn­ar­tænastuni CIA, sum burturfluttu Abu Om­ar í Milano, og at teir fingu hjálp frá italsku hernaðarfregnartænastuni Sismi. Tað hevur havt við sær, at varastjórin í Sismi, Marco Mancini, og ein av stravsfeløgum hansara vórðu tiknir mikudagin og varðhaldsfongslaðir. Men málið er meiri álvars­samt enn so. Italska ákæru­valdið hevur skuld­ sett fýra amerikanarar fyri at hava brotið italska lóg við at burturflyta Abu Omar, men undir kann­ingunum hevur CIA svarað, at teir amerikonsku fregnartænastumenninir brutu ikki italska lóg, tí CIA hevði fingið heimild frá myndugleikunum í Rom til at taka og burturflyta Abu Omar. Tað hevur fyrrverandi forsætisráðharrin Silvio Berlus­coni avsannað fleiri ferðir, men í teirri nýggju stjórnini er lítil ivi um, at Berlusconi visti, hvat CIA tókst við. – Berlusconi-stjórnin visti um burturflytingina, segði Massimo D’Alema, utt­an­­ríkisráðharri, í gjár. Nógv bendir á, at guver­ nørurin á ameri­kanska statinum Kalifornia, Ar­nold Schwarzenegger, verður afturvaldur, tá guvernørval verður í no­vember. Tá tann gamla films­ hetjan valdi at stilla upp í 2003, væntaðu tey flestu, at hansara polit­iska tíðarskeið fór at verða stutt, men mein­inga­kanningar vísa nú, at tey mistóku seg. Tann seinasta kanningin sigur, at Schwarzenegger fer at fáa 44 prosent av atkvøðunum, meðan demo­kratiska mótvalevni hansara, Phil Angelides, fer at fáa 37 prosent. Fyri trimum mánaðum síðani vísti ein onnur kann­ ing, at 40 prosent ætlaðu sær at velja guvernørin aftur. At hann nú fær fleiri atkvøður kemst av, at hann herfyri gjørdi av at senda menn hjá tjóðarhirðini til markið millum Kali­fornia og Meksiko at steðga ólógligum inn­flyt­arum, skrivar AP. CIA fekk hjálp í Evropa til at burturflyta fólk Hesin palestinin varð særdur í einum ísraelskum álopi í gjár Mynd: Reuters Vilja hava umheimin at leggja uppí