sunnudagur 9. juli 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 129 - 7. juli 2006 ]
Skála trívist
væl í Klaks-
vík
KÍ-SKÁLA
Jóannes Hansen
Fótbóltslagið á Skála
er ikki so galið. Eftir
trilvandi fyrsta part
av kappingini hevur
gongdin seinastu vikur-
nar verið rætta vegin.
Móti HB og NSÍ hekk
spælið
væl
saman,
men málmøguleikarnir
vóru fáir og smáir.
Móti GÍ á heimavølli
sunnudagin var spælið
gott, og Skála spældi
seg til fleiri upplagdar
møguleikar.
- Vit megnaðu ikki
at fáa mál. Um vit
framvegis megna at
spæla okkum til møgu-
leikar, so fara málini
eisini at koma, siga teir
av Skála.
Allir teir somu eru
tøkir, sum spældu í
málleysa javnleikinum
móti GÍ. Pætur Dam
Jacobsen og Bjarni
Jørgensen eru farnir
at renna aftur, men
teir vera neyvan við
í Klaksvík, har Skála
bara eina ferð hevur
tapt.
- Vit trívast væl har
norðuri, og vit rokna
avgjørt við at fáa úrtøku
burturúr vitjanini hesa
ferð, siga skálamenn,
sum ikki hava vunnið
síðani 6. juni, tá ið teir
í 11. umfari vunnu 2-0
í Fuglafirði.
Klaksvíkingar vóru
eitt sindur vónbrotnir
um, at tað ikki eydnaðist
at vinna í Runavík.
Men teir halda fýra
stig burturúr vitjanum
hjá GÍ og NSÍ vera at
liva við. Ikki minst tá
ið hugsað verður um,
at tað tilsaman bara
fekst eitt stig burturúr
útidysti í Fuglafirði og
heimadysti móti B68.
Sinisa Jovanovic var
ikki við í Runavík.
Hann vandi týskvøldið,
og teir rokna við, at
hann verður førur fyri at
spæla sunnudagin. Tað
fer ivaleyst at bera við
sær, at Atli Danielsen
aftur verður fluttur
fram á miðvøllin.
- Eftir tvey góð úrslit
á útivølli er neyðugt
hjá okkum at fáa fulla
úrtøku á heimavølli.
Tað hevur eydnast illa
higartil, men gongdin
seinastu ferðirnar hevur
borið boð um nýggjar
tíðir, og tað vóna vit
eisini fer at síggjast
aftur á heimavølli, siga
teir í KÍ.
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk@
sosialurin.fo
tlf 341800
- Eg havi hugsað um møguleikan at fara heim at spæla aftur, men eg havi so
líðandi tikið avgerðina um, at eg verði verðandi í Danmark.
Andrew av Fløtum, føroyskur fótbóltsspælari í Fremad Amager
GÍ hevur ikki
vunnið seinastu
tríggjar dystirnar,
og sunnudagin
vitjar besta liðið í
kappingini higartil í
Gøtu. Bæði liðini eru
væl mannað til dystn
GÍ-EB/Streymur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ein tann mest spennandi
dysturin í Formuladeildini
hetta vikuskiftið verður
spældur í Gøtu sunnudagin.
GÍ fær vitjan av EB/Streymi,
og tað er ein dystur millum
tvey av fremstu liðunum í
deildini.
Støðan hjá teimum báð-
um liðunum er eitt sindur
ymisk. GÍ hevur ikki
vunnið seinastu tríggjar
dystirnar og tykist steðga
eitt sindur upp eftir eitt
framúr kappingarár. EB/
Streymur vann stórsigur í
seinasta dystinum og liggur
einsamalt á odda í Formula-
deildini.
Fyri GÍ hevur tað stóran
týdning, at liðið vendir
skeivu gongdini og blandar
seg upp í oddastríðið aftur,
og tað kann bara gerast við
einum sigri sunnudagin.
Tapir GÍ dystin, eru teir
seks stig aftanfyri EB/
Streym, sum enntá hevur
ein dyst til góðar.
Allir klárir
EB/Streymur spældi miku-
kvøldið ímóti B68, men
hóast stutt er fráliðið síðani
seinasta dystin, eru allir
spælararnir tøkir til dystin
í Gøtu.
Trímálsskjúttin Arnbjørn
Hansen vandi ikki hós-
kvøldið, tí hann var sjúkur,
men roknað verður við,
at hann verður klárur til
sunnudagin.
Toppskjúttin hjá ÍF Føro-
yum, Jørgen Meitelberg,
hevur vant við EB/Streymi
seinastu vikuna, men hann
spælir ikki fyri liðið áðrenn
summarsteðgin.
Eitt leikbann í Gøtu
GÍ hevur so at siga allar
spælararnar tøkar til dystin.
Poul Arni Jacobsen, sum
varð útvístur í næstseinasta
dysti hjá GÍ, hevur fingið
leikbann í tveir dystir, og
tí kann hann ikki spæla við
ímóti EB/Streymi.
Pól Ennigarð, sum hevur
verið skaddur í fleiri vikur,
er komin so mikið fyri
seg aftur, at hann verður
við í hópinum til dystin
ímóti EB/Streym. Magni
Jarnskor hevði leikbann
í seinasta dystinum, men
hann er tøkur aftur.
GÍ skal fóta sær og leggja
fót fyri EB/Streym
Hósdagin var fyrsta
venjingin hjá danska
1. deildarfelagnum
Fremad Amager.
Millum spælararnar
til venjingina var
Andrew av Fløtum,
sum annars hevði
umhugsað at koma
heim til Føroya at
spæla
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Andrew av Fløtum fer
eisini næsta árið at spæla
fyri danska felagið Fremad
Amager, sum spælir í
næstbestu donsku deildini.
- Eg havi eitt ár eftir av
sáttmálanum við teir, men eg
hevði møguleikan at sleppa
leysur av sáttmálanum, um
eg fór heim til Føroya at
spæla, sigur Andrew av
Fløtum.
- Eg havi hugsað um
møguleikan at fara heim
at spæla aftur, men eg havi
so líðandi tikið avgerðina
um, at eg verði verðandi í
Danmark og taki í øllum
førum eitt kappingarár
afturat her, sigur hann.
Spæla ímóti AaB
Hósdagin
var
fyrsta
venjingin
hjá
Fremad
Amager, og vant verður
dúgliga næstu vikurnar, tí
danska 1. deild byrjar longu
um tríggjar vikur.
Fremad Amager fer um
vikuskiftið
til
Jútlands
á ferð. Leygarmorgunin
skulu Andrew og teir spæla
venjingardyst ímóti AaB,
har Súni Olsen og Jón Rói
Jacobsen spæla.
Seinni verða eisini aðrir
venjingardystir
–
mil-
lum annað ímóti donsku
meistarunum í FCK.
Andrew heldur fram í Fremad Amager
06
05
05
04
03
02
01
00
99
98
97
96
GÍ-EB/S
-
1-5
1-2
1-3
3-3
3-0
4-0
-
-
-
-
-
3-1-2
13-13
KÍ-Skála
2-2
0-0
0-2
1-1
7-0
4-0
-
-
-
-
-
-
2-3-1
14-5
VB/S-HB
-
2-2
1-0
0-2
2-3
0-0
2-0
0-0
1-0
1-1
1-1
1-0
4-5-2
11-9
B68-ÍF
-
-
-
2-0
-
-
-
-
1-2
3-3
1-3
1-1
1-2-2
8-9
B36-NSÍ
1-1
2-0
0-1
1-1
2-0
1-3
1-0
5-0
3-2
2-0
3-2
-
7-2-2
21-10
Í alt