Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 129 - 7. juli 2006 ] HB skal fóta sær í Vági Eftir lemjandi tapið fyri B36 skal HB- liðið til Vágs at spæla ímóti VB/Sumba, har fleiri spælarar mangla sunnudagin VB/Sumba-HB Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo HB fekk seinasta viku­ skiftið ein eyðmýkjandi avsmurning frá B36, og uppgávan hjá liðnum í næsta dystinum er sera einføld: einki uttan ein sigur er nóg gott. Dysturin verður í Vági, har botnliðið VB/ Sumba bíðar. HB hevur mangan havt tað trupult í Vági, men VB/Sumba hevur ikki víst somu styrki í ár, sum VB ofta plagdi at gera. Tó hevur VB/Sumba fingið fleiri góð úrslit, og seinasta vikuskiftið vann liðið í Fuglafirði. HB hevur somu spælar­ ar tøkar hesaferð, sum vóru við í tapinum ímóti B36. Eitt undantak er, og tað er miðvallarovastin Kári Nielsen, sum hev­ur leikbann til dystin sunnu­ dagin. Fleiri mangla í Vági Hjá VB/Sumba eru fleiri broytingar samanborið við seinasta dystin. Ídni miðvallarin Evrard Ble varð vístur út í Fuglafirði, og hann hevur tí leikbann um vikuskiftið. Tað hevur Dan Djurhuus eisini. Harafturat er Súni í Hørg burturstaddur, og Christian Soelbjerg, sum spældi væl ímóti ÍF, er farin til Fuglafirðar at spæla. Hansara fyri­ bilssáttmáli var galdandi til 1. juli, og hann verður valt at skifta felag. Hallur Dam Joensen og annar av serbisku spælarunum eru iva­ samir, tí teir hava smærri skaðar, men tað verður roknað við, at teir kunnu spæla ímóti HB. Formuladeildin 09.07 KÍ-Skála Petur Reinert 09.07 GÍ-EB/Str. Jens P. Brattalíð 09.07 B68-ÍF Páll Augustinussen 09.07 VB/S-HB Eiler Rasmussen 12.07 EB/Str.-ÍF Jens P. Brattalíð 1. deild menn 08.07 KÍ-AB Ransin Djurhuus 08.07 LÍF-VB/S Jón K. í Brekkuni 08.07 TB-SÍ Lars Muller 08.07 B71-Royn Jón S. Gleðisheygg 08.07 HB-FSV04 Jónleif Frederiksen Í øllum sjey róðr­un­ um er stórur spen­ ningur um úrslitið í Vestmanna, og kappingin um FM heitið er opin í øllum róðrunum FM KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eingin kappróður var á skránni síðsta vikuskifti. Í morgin verður fimta FM kappingin, um eina viku verður kappróður í Sandavági, og so verð­ ur bara Ólavsøkan eft­ir. Endaspurturin av róðrar­ árinum verður bara á túsund metrum. Vestmenningar eru fyri­ skiparar hesa ferð. Tað eru teir annað hvørt ár. Hini árini eru tað tey á Skála og tey á Strondum, sum skipa fyri aðru hvørja ferð. Skipanin hevur verið galdandi síðani 2004. Frammanundan vóru vestmenningar partar av Vestanstevnu. Tá skipaðu teir fyri kappróðri fjórða hvørt ár. Hini árini var kapp­ róður í Sandavági, Miðvági og Sørvági. Í 2000 vann Vestmenn­ ingur kappingina millum 10- mannaførini í heimasjógvi. Hetta var fyrsta og einasta ferðin, at Vestmenningur hevur vunnið í Vestmanna, síðani tað í 1973 varð farið at kappast um FM eftir tí leisti, sum síðani hevur verið galdandi. Nólsoyingur vann í Vestmanna í 2004. Bæði Vestmenningur og Nóls­oy­ ingur fara at halda í fasta startin í Vestmanna í morgin, men úrslitini í fýra teimum fyrstu kappingunum benda ikki á, at annar av hesum bátunum fer at vinna í morg­ in. Kappingin fer ivaleyst at standa millum Klaksvíking og Eysturoying. Keðiliga hendingin á Skálafjørðinum tykist tíbetur at vera farin aftur við borðinum. Eysturoyingur er uppsettur at endurtaka góða úrslitið frá Jóansøkuni, og teir umborð á Klaksvíkingi ætla sær ikki at víkja. Málið hjá teimum er at vinna FM, og tað vilja teir ógvuliga fegnir fáa fatur í uttan hjálp av stigamissinum, sum Eysturoyingi var fyri í heimasjógvi. Vestmenningur átti á Jóan­søku besta úrslitið higar­­til í ár. Spurningurin er nú, um talan verður um nýggja framgongd í morgin í heimasjógvi. Havfrúgvin er størsta vónin Størstu vónina til sigur og steyp og skreyt seta tey í Vestmanna til genturnar umborð á Havfrúnni. Fyri tveimum vikum síðani vunnu tær á Jóansøku. Kapp­ingin við Blik og Frúnna, sum høvdu vunnið undan­farnu ferðirnar, var ógvuliga tøtt. Tað var hon eisini við Drekan og Hvassa. Kapp­ingin er so mikið opin, at allir hesir fimm bát­arnir mugu roknast at vera evni til fremsta plássið í Vestmanna. Eftir at tær høvdu vunn­ ið allar tríggjar kvinnu­ róðrarnar á Skálafjørðinum, vunnu tær í Vágum einki fyrsta pláss á Vágsfirði. Nógv fara í morgin úr Vágum og ígjøgnum tunn­ ilin og til Vestmannar, har tey flestu teirra ikki hava verið nakað serligt, síðani fasta sambandið kom um sundið. Umframt genturnar umborð á Frúnni fara tey at taka á við kvinnunum umborð á Ørnini og Ridd­ aranum. Hjá Riddaranum fer størsta kappingin eftir øll­ um at døma at vera við Jarnbard, sum orduliga kom fyri seg aftur í Vági. Tær umborð á Riddaranum og Lómi av Argjum mugu finna seg í, at Jarnbardur nú er favorittur at vinna. Eingin ivi er um, at royndu rógvararnir umborð á Jarn­ bardi væl megna at bera favorittheitið. Ørnin noyddist fyri tveim­um vikum síðani at lúta fyri Sílinum. Tær í Havnar Róðrarfelag høvdu í trimum teimum fyrstu kappingunum verið tær næstu aftanfyri Ørnina. Tær úr Sandavági fingu vána­ligan start í Vági. Nú fæst at síggja, hvussu kappingin millum hesar báð­ar manningarnar hesa ferð fer at spæla av, ella um t. d. Jallurin ella Ritan, sum higartil hava verið á næstu plássunum, fara at megna at toga seg heilt fram í spíssin. Kvívíkingar bjóðar seg fram Hóast 8-mannaførini ikki eru so mong, so hev­ur spenningurin verið stór­ ur. Hesa ferð bjóðar Kví­ víkingur seg fram fyri fyrstu ferð í ár. Hann er fyrsti báturin uttanfyri høv­ uðsstaðin í hesi kappingini í ár. Ørvur snýtti Knørr á Skálafjørðinum, men í Vági settu teir umborð á Knørri, sum eisini høvdu vunnið í Kollafirði og Klaks­vík, alt upp á pláss aftur. Argjabáturin og Nevið Reyða hava sprellað so mikið í undanfarnu kapp­ ingum, at tað kann ikki úti­ lokast, at hesir bátar kunnu fara at gera um seg, nú teir hava vant tvær vikur afturat. Norðuri í Sundi er spenn­ ingurin framvegis ógvuliga stórur. Dreingirnir umborð á Rituni vunnu í Vági fyri triðju ferð á rað. Umframt frá Jalli, sum vann á Norð­ oyastevnu, mugu sunda­ dreingir í morgin rokna við at fáa kapping frá Strípuni av Strondum. Strandingar vóru um reppið at snýta allar hinar manningarnar, tá ið teir í Vági bara vóru eina rong aftanfyri Rituna. Hin stóra vónin hjá teim­ um norðuri í Sundi og á Viðareiði og ivaleyst øllum Norðoyggjum eru menninir umborð á Sundabátinum. Á Skálafjørðinum eydnaðist tað Sundabátinum at vinna á Sølmundi. Teir úr Runavík settu tingini upp á pláss aftur í Vági, tá ið teir vunnu við stórum skuti. Nú fáa teir í Sundi nýggjan møguleika. Úrslitini í Vági benda ikki á, at nakar annar fer at blanda seg í kappingina. Men tað skal rógvast og kappast, áðrenn stigini verða lutað út, og FM støðan verður gjørd upp. Fyrsta startskotið í langa endaspurtinum í spennandi róðrarárinum verður í Vest­manna klokkan trý í morgin. Stigatalvan boðar frá, at tað er so spennandi, sum tað kann vera. Nú verður farið undir endaspurtin KÍ-kvinnur skulu til Skotlands Í gjár var lutakast til UEFA Women’s Cup. KÍ-kvinnurnar hava verið við í kappingini hvørjaferð, síðani kappingin byrjaði fyri fimm árumsiðani. Aftur í ár eru meistararnir úr Klaksvík við. Lutakastið lagaði seg soleiðis, at KÍ kom í bólk saman við Hibernian úr Skotlandi, Espanyol úr Spania og Juvisy úr Fraklandi. Kappingin verður spæld í Edinburgh í Skotlandi millum 7.og 13. august. KÍ spælir tríggjar dystir hesar dagarnar, og vinnandi liðið í bólkinum kemur víðari í kappingini. Fyrsta startskotið í langa endaspurtinum í spennandi róðrarárinum verður í Vestmanna klokkan trý í morgin. Stigatalvan boðar frá, at tað er so spennandi, sum tað kann vera.