Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 129 - 7. juli 2006 ] Rákið Skal metast eftir rúgvuni av tipparum, sum taka lut í tippingarkappingini á http:// tipping.sosialurin.fo, so er HB størsti favoritturin hetta umfarið. Eisini hóast havnarliðið spælir á útivølli. Hartil eru ógvuliga fá, sum rokna við, at GÍ fer at vinna heimadystin móti EB/Streymi. Rákið (sum tað var í prosentum hóskvøldið) fyri dystirnar í 16. umfari sæst niðanfyri. Og so kunnu vit enn einaferð minna á, at tað sjálvandi stendur øllum frítt at tekna seg í kappingini, har hópin av góðum vinningum støðugt eru at vinna. -mørk Dystur 1 X 2 GÍ-EB/S 9 43 48 KÍ-Skála 79 12 9 VB/S-HB 9 11 80 B68-ÍF 60 25 15 B36-NSÍ 74 18 8 Italia vil hava hevnd Frakland stjól fyri seks árum síðani europa­meistara­heitið frá Italia, og nú tosa italiumenn um, at teir vilja hava hevnd fyri finalutapið í 2000 HM-finala Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sunnukvøldið kl. 20.00 verður HM-finalan í fót­bólti spæld í Berlin. Frakland og Italia eru komin í finaluna, og tað tykist verða púra opið, hvør fer at vinna dystin. Tey bæði londini spældu fyri seks árum síðani finalu í EM, og ta ferðina var Frakland omaná. Italia var á odda 1-0 til tað manglaðu fá sekund av dystinum, men Frakland javnaði, og í umdystinum fekk Frakland sigursmálið. Hetta tapið var ein dyggur smeitur hjá italiu­ monnum, og nú vilja teir hava hevnd fyri tað tapið. – Vit vóru 17 se­kund frá at verða europa­ meist­arar, men vit vita øll, hvussu tað endaði. Vit vóru óhepnir, men tað vilja vit bøta um hesa­ferð, sigur Marco Materazzi, verjuspælari hjá Italia. Hann hevur spælt meira í HM-endaspælinum, enn roknað varð við framm­ anundan, tí Alessandro Nesta hevur verið skadd­ ur fleiri dystir og kann heldur ikki spæla í final­ uni. Frakland hevur allar sínar týðandi spælarar tøk­ar til finaluna, og aftur hesaferð skal Frak­ land spæla í hvítum troyggjum, meðan Italia sleppur at spæla í sínum vanligu bláu troyggjum. Men tað er ikki vist, at fraklendingar eru so keddir um tað, tí síð­­ani Frakland fór í hvítu troyggjurnar í 1/8 finaluni hava teir spæla á einum heilt øðrum stigi enn í undanfarnu dyst­ um.. Rógvi sat á beinkinum Føroyski landsliðsspælarin Rógvi Jacobsen spældi ikki við, tá ið KR í gjárkvøldið spældi dyst í íslendsku landskappingini. Dysturin var tann 10. í røðini, og KR var á útivølli hjá oddaliðnum FH. Dysturin endaði við 2-0 sigri til FH. Málini komu bæði í seinna hálvleiki. Rógvi Jacobsen var millum eykamenninar á liðnum hjá KR, og hann var ikki settur á vøllin í hesum dystinum. KR liggur nummar 5 í íslendsku kappingini. Liðið hevur fingið 13 stig í 10 dystum. FH liggur langt á odda og er í løtuni 12 stig frammanfyri nummar 2. Tá ið fuglfirðingar fara út á Toftir til botnuppgerðina, verður danski spælarin, sum higartil hevur spælt við VB/ Sumba, á liðnum B68-ÍF Jóannes Hansen Botnuppgerðin hesa ferð verður á Svangaskarði, har B68 fær vitjan av ÍF. Fuglfirðingar smurdu í 8. umfari, sum var 10. mai, B68 av 3-0, tá ið toftamenn vitjaðu í Fuglafirði. ÍF hevur leingi leitað eftir nýggjum fólki til álop­ið. Síðsta leygardag fingu teir vitjan av ameri­ kanskum spælara, sum frammanundan hevur verið í Viborg. Hann er farin avstað aftur. Talan var um stóran verjuspælara, og hann hildu teir í Fuglafirði seg ikki hava so nógv brúk fyri. ÍF fer sunnudagin at hava ein nýggjan spælara á liðnum. Talan er um Christian Soelberg, sum higartil hevur spælt við VB/ Sumba. Toftamenn komast við danska spælaran, tí tað var hann, sum javnaði til 1-1 fyri VB/Sumba, tá ið teir á Jóansøku spældu ímóti B68! Sambært VB heimasíðuni var avtalan millum danska spælaran og felagið galdandi fram til 1. juli. Tað er í samráði millum VB/Sumba og ÍF, at spælarin nú flytir til Fugla­ firðar. B68 á føtur Á Toftum skulu teir royna at reisa seg eftir avhølvingina á Mølini á Eiði mánakvøldið. Sjálvandi er tað torført eftir sovorna viðferð. Ralp van Dooren og Øssur Jacobsen vóru leikbannaðir á Eiði. Teir eru báðir tøkir aftur. Øssur Hansen er burturstaddur. Hann verður ikki aftur fyrrenn eina ferð í næstu viku. Lagið er sjálvandi held­ ur einki serligt í Fugla­ firði. Leygardagin taptu fuglfirðingar 2-1 á heima­ vølli móti VB/Sumba. Tað var annar dysturin, sum skuldi vinnast, um fyri­ treytirnar eisini næsta ár at vera partur av bestu deildini skuldu verða toluligar. Hin dysturin, sum skal vinnast, er tann nú sunnudagin á Toftum. Tað er við øðrum orðum so at siga spurningur um lív ella deyð hjá bæði B68 og ÍF. Meiri spennandi fær tað ikki verið. ÍF hevur ikki fingið fult síðani 22. mai, tá ið teir vunnu 2-1 á Skála. Seinast B68 fekk fult var 11. juni, tá ið teir vunnu 3-1 í Klaks­ vík. Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 15 9 - 4 - 2 38 18 20 31 2 B36 15 8 - 5 - 2 27 14 13 29 3 GÍ 16 7 - 7 - 2 23 16 7 28 4 KÍ 16 6 - 8 - 2 34 19 15 26 5 NSÍ 15 7 - 5 - 3 29 18 11 26 6 HB 15 7 - 4 - 4 33 26 7 25 7 Skála 15 3 - 4 - 8 15 17 -2 13 8 VB/S 15 3 - 2 - 10 15 47 -32 11 9 B68 15 2 - 3 - 10 14 31 -17 9 10 ÍF 15 2 - 2 - 11 15 37 -22 8 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AB 15 11 - 1 - 3 35 18 17 34 2 B71 15 10 - 3 - 2 64 16 48 33 3 LÍF 15 10 - 3 - 2 35 12 23 33 4 TB 15 8 - 3 - 4 26 23 3 27 5 FSV04 15 7 - 1 - 7 31 19 12 22 6 SÍ 15 6 - 2 - 7 40 38 2 20 7 KÍ 15 6 - 2 - 7 33 46 -13 20 8 HB 15 5 - 2 - 8 37 35 2 17 9 VB/S 14 2 - 0 - 12 12 60 -48 6 10 Royn 14 0 - 1 - 13 8 54 -46 1 Argentinskur dómari í finaluni Maðurin, sum gav Wayne Rooney reyða kortið, skal døma HM- finaluna millum Frakland og Italia sunnudagin. 42 ár gamli Horacio Elizondo má hava dømt væl undir HM-kappingini, tí hóast hann dømdi setanardystin, er hann eisini settur at døma finaluna. Tað er ikki vanligt. Fólk minnast hann helst best frá dystinum millum Ongland og Portugal, tá ið hann vísti Wayne Rooney av vøllinum. Japanski Toru Kamikawa er settur at døma dystinum triðja plássið, sum er millum Týskland og Portugal og verður spældur leygardagin. Soelberg spælir nú við ÍF Tað verður ein dystur um lív ella deyð hjá B68 og ÍF á Toftum sunnudagin