Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 113 - 15. juni 2006 Nei eg var ikki á Asfalt. Tí hoyrdi eg hvørki Lama Sea ella Sic har. Seinast eg hoyrdi hesar báðar bólkar, sum eftir mínum tykki eru millum fremstu bólkar í landinum, var tá roynt varð at fáa teir við á SPOT festival í Århus. Men tá spældu teir bara eina lítla løtu hvør. Og eg haldi annars at teir kundu líka so væl sum onkur annar, verið komnir við til hatta spottið í Århus. Ummæli Karl Anton Klein Men hetta fríggjakvøldið í seinnu helvt av juni mánaði var rokkkonsert í Kagganum (einum fyrr- verandi ølklubba, har bert limir sluppu at dúsa sær). Hetta kvøldið vóru, sum vera man,fleiri ungdómar sum luftaðu húgvu sínar, samstundis sum tað at gerast liðugur á einum læristovni er eitt stak gott høvi til at fáa sær upp í nevið. Tað var ikki sørt løgið at koma niður í kjallaran í Kagganum , sum nú sær út til at vera staðið, har ið yngru tónleikararnir sleppa at gera um seg, síðan Margarinfabrikkin hálsaði um í sínum men- tanarpolitiska høpi. At byrja við var onki fólk, tveir fullir eysturoyingar og so ein abbasonur ein undangon-gumann í brøðra- samkomuni sum spældi DJ. Ja mangt broytist á mansins ævi. Ikki tí; har var bæði selt og drukkið sterkt. Sjálvur helt eg meg til appelsinvatn (frelstur sum eg eri). Fyrsti bólkur á pallin var SIC Teir byrjaðu við onkrum, sum eg haldi teir ætlaðu at vera blues. Men eg haldi blues vera sera miseydnað, tá tað als ikki er teirra gøta at spæla blues. Fyri tann sum enn ikki veit av tí, so er SIC tað sterkasta Heavy Metal navnið Føroyar nakrantíð hava fostra. Tað prógva teir ferð eftir ferð, teir trína á pallin og smildra ljóð í gronina á okkum áhoyrarum, sum duga at skilja millum larm, óljóð og reina gleði, blandaða við ráari orku. Ì byrjanini helt eg, at teir spældu ov spakuligt. Men sum giggið leið, gjørdist ljóðið rættuliga behagiligt, ikki ov hart ella spakuligt. Tað var okkurt yvir teimum, sum segði mær, at teir kanska ikki hildu tað vera tað feitasta. Onkur búffur stakk seg upp, og tað gjørdi at teir slappaðu av og “fukk jú attitydan” kom framum hetta her “vit eru so fantastiskir”. Hetta gjørdi, at tað varð stuttligt at hoyra henda bólkin, sum knappliga bara setti sær fyri at hava eina feita løtu á pallinum í kjallaranum í Kagganum. Frá tí løtuni minti SIC meg um eina konsert teirra á væleydnaða túrinum hjá teimum í november mánaði 2005 tá teir saman við 48Pages løgdu íslendingar flatar. Konsertin, eg her sipi til, var hon í Dillon har SIC vístu seg sum meistarar frammanfyri íslendska toppnavninum SIGN, sum kemur til komandi G! festival. Nú spældu teir, sum fanin bar í hølunum á teimum. Allir svingaðu væl og vóru sera væl upplagdir. Og tey 12 fólkini, sum høvdu hætta sær út í ódnina nýttu høvi til at pikka korn og rópa við. Ein sera fornøjilig løta av teim sjáldsomu. Sum ikki eina ferð, var Mikjal á odda eirindaleysur og ágangandi, bakaður upp av sera vælsvingandi Eddie, Guðmar og Frans, men ikki minst av tí eftir mínum tykki so allarbesta rokktrummusláara vit eiga her á klettunum. Magnus ikki bara sparkaði reyv. Hann sparkaði alt framman fyri sær við einum autoriteti sum fáir. Ná, men konsertin hjá SIC leið móti endanum. Larmandi og vill og sjálvandi endaðu teir við lagnum Roots bloody roots; ein lítil heilsan og drýpan høður til teir sum undan eru gingnir. Aftan á eina ræðuliga løtu við MTV tómleikarensli kom annar bólkur á pallin. LAMA SEA. Hoyrdi einaferð okkurt miðlafólk nevna Lama Sea stutligasta orkestur í Føroyum. Tað neyðardýrið skuldi antin tagt ella tagt og lurta eftir hesum bólki, tí Lama Sea hava ment seg so mikið, at teir í dag mugu metast at vera millum bestu livebólkar. At vit so tosa um ein nýggjan bólk við yngri tónleikarum og ikki eitt uppafturgrivið kontriorkestur, má bara sigast vera gleðiligt. Eg helt at teir í byrjanini líktust ov nógv hesum nýggju bólkunum sum Frans Ferdinand o.s.fr. Tó við eini vissari sjarmu. Nú hava teir vist eisini hoyrt Kaizers Orkestur, sum ikki eru líka lættir at kopiera. Men eg havi sagt tað fyrr, at eg gleði meg til tá Lama Sea hava funnið sín egna stíl. Sigast skal tó at teir eru væl ávegis, og tað er gleðiligt at hoyra eitt orkestur sum spælir eina so yvirbevísandi blanding av popp og rokktónleiki. Spæligleðin er eyðsæð, stuttligt at síggja teir á palli. Hetta kvøldið høvdu teir fingið vitjan av sera dugnaligum (eg veit ikki um hann var norðmaður ella teir bara kallaðu hann norðmann) knappharmo nikuleikara,sum setti sín serliga dám á onkur av løgunum. Saman við Tróndi á trompet klingaði tað sera væl og forkunnugt niðri í hesum ølkjallaranum. Eg haldi, at stutt kann sigast um framførsluna, at hon var stak góð. Bar brá av at hesin bólkur ikki støðgar á mitt í brekkuni, men strevar víðari. Teir svinga heilt ótrúliga væl saman. Tað er sum teir hava funnið eina javnvág, har tónleikurin streymar harmoniskt út gjøgnum hátalararnar. Og so duga teir so óalmindiliga væl at syngja. Tað er eitt fragd, tí summir aðrir hava tað við at syngja falskt og so kalla tað okkurt postmodernistiskt tvætl. Samanlagt kann sigast um tiltakið, at tað var sera væl eydna. At tað ikki vóru fleiri fólk, ja tað er bara ein sannroynd, at í Føroyum tíma vit ikki so væl at lurta eftir føroyskum tónleiki. Men var tað útlendskt; so runnu øll á leistum. Stutt sagt, so eru Lama Sea Og SIC tvey av allarsterk- astu nøvnunum á pallinum í dag. Tveir bólkar ikki slepst uttanum, um so er at tú vilt hava eina mynd av hvat gongur fyri seg og hvat hevur týdning á rokkpalli Føroya í dag. Gløggi lesarin hevur nokk lagt til merkis at eg enn onki havi sagt um G! ella Gøtu. Grundin er tann, at G er flutt frá einum kollektivi til eitt privatkapitalistiskt projekt. Men gløggi lesarin hevur eisini sæð, at teir fýra bólkarnir, eg havi nevnt í hesi grein, skulu spæla á G! festival í ár. Og eg má so bara sanna, at eg havi hoyrt teir allar, og at tey sum fáa høvi at hoyra hesar, (tá allarhelst allar fýra) kunnu rokna við at fáa tónleikaupplivilsir av teim stóru. So er bert eftir at vóna at fyriskipararnir av G! ikki bara tveita Føroysku umboðini á G! í ein tilvildarligan krók, tá ongin er á Gøtusandi (hygg bara eftir skránni í fjør). Tá ódnin brestur á: Eitt persónligt upplivilsi av einum tónleikatiltaki Stutt sagt, so eru Lama Sea Og SIC tvey av allarsterkastu nøvnunum á pallinum í dag ” SIC Karl Anton Klein