Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 7. juli 2006 23 23 vikuskifti SAMBAND jan müller jan@sosialurin.fo tlf 341800 – Tað verður ein dagur við sólglottum og onkrum æli, og fer leygardagurin at líkjast degnum í dag, bara við minni regni Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið: Vátt og vindur í vikuskiftinum Í morgin, leygardagin, verður veðrið hampiligt. – Tað verður ein dagur við sólglottum og onkrum æli, og fer leygardagurin at líkjast degnum í dag, bara við minni regni, sigur Petur Skeel um veðrið leygardagin. Sunnudagin skulu vit rokna við regni og nógvum vindi. – Eitt lágtrýst liggur beint á okkum, og út á kvøldið veksur hann vindin til hvassan vind av vestri, veit Petur Skeel at siga. Tað merkir við øðrum orðum, at veðrið til Fjarðastevnuna ikki verður tað allar best. Hitin kemur tó at liggja millum 10-15 stig. Leygardagurin er stóri dagurin og stevnuni, og tað er eisini tá, at veðrið er frægast. Sunnudagurin verður lítið spennandi hvat veðrinum viðvíkur, men Petur Skeel sigur, at mánadagin sær út til, at vit fáa betur veður. -rwd 28. árgangur av Føroya Mynda­ kalendara verður í hesum døgum lagdur út til sølu­ búðirnar kring landið. Tað er Føroya Myndasavn v. Jákup Andreas Arge, sum gevur kalendaran út Myndir Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tá summarið kemur, kemur eisini Føroya Myndakalendari, ið hevur stóran áhuga hjá ferðafólki og hjá føroyingum bæði her heima og uttanlands. Nógvir føroyingar uttanlands hava eisini kalendaran hangandi á vegginum. Á baksíðuni á kalendaranum er eitt føroyakort við nøvnunum á øllum bygdum og býum, soleiðis at fólk kunnu síggja, hvar í Føroyum myndirnar eru tiknar. Myndakalendarin er eisini eitt gott amboð hjá ferðavinnuni. Her verða Føroyar vístar úr vakrasta sjónarhorni, og tað er einki at ivast í, at fremmandafólk tekkjast landi okkara, tá tey síggja slíkar myndir. Myndakalendarin er í bræv­bjálva, soleiðis at tað er sera ómakaleyst at senda ein kalendara til vinir og kenningar í útlandinum, tað er bert at skriva adressuna á bjálvan og seta frímerki á. Tað eru Jákup Andreas Arge og konan, Solveig, sum taka sær av arbeiðinum við at gera kalendaran kláran. Jákup Andreas sigur, at um Solveig ikki var við í arbeiðinum, hevði eingin kalendari komið út. Kalendarin verður prentaður í Íslandi, men annars gera tey alt arbeiði sjálvi. Tey pakka, og syrgja fyri at kalendarin kemur í sølubúðirnar kring landið. Kalendarin verður eisini seldur uttanlands og fæst t.d. á Norðuratlantsbryggjuni og í Føroyahúsinum. Føroya Myndakalendari 2007 Solveig og Jákup Andreas Arge í køkinum á Argjum, har tey gera kalendarar klárar at senda. Á borðinum er eisini Hasselblad myndatólið, sum Jákup Andreas tekur myndirnar við Jákup Andreas í arbeiðsrúminum, har forarbeiði til Myndakalendaran verður gjørt