Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 7. juli 2006 24 Talan er um eitt tíðaravmarka starv fyri eitt av starvsfólkunum, ið hevur fingið farloyvi. Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkinum verða sera fjøllbroyttar og koma at umfata alt slag av kunning og vegleiðing, umframt alt vanligt eftirlit. Nevnast kann: x Undirvísing á trygdarskeiðum x Vitjan á virkjum, arbeiðsplássum, stovnum, skúlum o.a. Tann ið settur verður má tí hava koyrikort til persónbil. Rætti umsøkjarin: xMaskinmeistari við fullari útbúgving, verkfrøðingur, e.l. xJaligan hugburð til týdningin av einum góðum arbeiðsumhvørvi. xGóð evni at málbera seg skrivliga á føroyskum. xTeldukunnleika á brúkarastøði. Setanartreytir. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum landsstýrið og viðkomandi yrkisfelag. Miðja verður ímóti, at fáa starvi sett 1. sept. 2006. Upplýsing og umsókn. Meira fæst at vita við at venda sær til Arbeiðseftirlitið, tlf. 357811 og tosa við Karl Joensen, stjóra ella Elinborg á Lofti, skrivstovuleiðara. Skrivlig umsókn, við avriti av prógvi og møguligum ummælum skal, í seinasta lagi 24. juli 2006, sendast til: Arbeiðseftirlitið Tlf.: 35 78 11 Falkavegur 6 Fax :35 7810 100 Tórshavn T-postur: arb@arb.fo Heimasíða: www.arb.fo Arbeiðseftirlitið er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur sum høvuðsuppgávu at umsita løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi. Harumframt umsitur Arbeiðseftirlitið lóg um spreingievni, lóg um kavaravinnu, og løggildar vektir og nøgdarmátarar. Arbeiðseftirlitið hevur skrivstovu í Tórshavn, har 11 fólk starvast. Uppgávurnar hjá Arbeiðseftirlitinum eru, í spurningum um arbeiðsumhvørvi, at: 1. vegleiða virkjunum, pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og almenninginum í spurningum, ið hava arbeiðsumhvørvisligan týdning, 2. hjálpa landsstýrismanninum við fyrireikingunum av reglunum sbrt. lógini, 3. áseta nærri fyriskipanir við heimild frá landsstýrismanninum, 4. kunna seg um teknisku og sosialu menningina í samfelagnum við atliti til at betra um arbeiðið, hvat trygd og heilsu í arbeiðsumhvørvinum viðvíkur, 5. viðgera ætlanir til framleiðsluhættir, arbeiðspláss, tøknilig hjálpartól v.m., evni og tilfar og geva loyvi, sum eru í samsvari við lógina ella fyrisitingarligar reglur, 6. ansa eftir, at lógin og tær fyrisetingar, sum verða gjørdar við heimild í lógini, verða hildnar. lýsingar