sunnudagur 9. juli 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vikuskifti 25
HUGLEIÐING
Orð & Myndir Dávur Winther
Sat nú ein dagin so døsin
og hugsaði um farnar dagar
aftan fyri bilstýrið, um tá ið eg
plagdi at rulla gjøgnum túnini í
Vejle í egnum bili í lesrtartíðini
fyri árum síðan. Brádliga
stóð á einum ferðsluskelti
»TRÓNDUR« við píli til vinstru.
Hvakk við – Ájú, rætt er!
Vitið rann við meg. Visti væl,
at Tróndur Patursson hevur
prýtt trapputornið inn til eitt
parkeringshús í fleiri hæddum
miðskeiðis í Vejle.
Snaraði bilinum til vinstru.
Og har stóð húsið, vakurt og
serskilt. Ein maður kom út úr
húsinum, og eg slapp at spæla
rættur ferðamaður: Hvat er hetta
fyri eitt hús? Spurdi eg mannin.
Hann greiddi errin frá, at ein
maður úr Føroyum, sum æt
Tróndur Patursson hevði gjørt
glasprýðið til trapputornið.
Hann var tó keddur av at í
so nógv herverk var gjørt á
listaverkið í fyrstani, so fleiri
av glasplátunum vóru brotnaðar.
Men seinni varð tó komið eftir,
at tað var konstruktiónin, sum
hevði sett seg; ið var atvoldin til
tær nógvu brotnu glaspláturnar.
Í viðtalu við Trónd
greiðir hann frá, at nakað av
togaríi hevur verið millum
arbeiðstakarnar um, hvør skal
taka ábyrgdina av hesum. Tó eru
allir partar nú samdir um, hvussu
skaddu glaspláturnar verða settar
uppaftur.
Vejle-búgvar vóru ernir av
stásiliga bilstøðlahúsinum. Tí
vóru eisini fleiri skelti í býnum
við navninum »Tróndur« á, sum
úr øllum ættum vísti á serstaka
og vakra húsið, sum eisini
rúmaði fleiri hundrað bilum.
Glaspláturnar eru sprøklutar,
litríkar og glaðar. Tann eyðkendi
blái liturin hjá Tróndi hevur
yvirvág og skapar ein myndugan
portal til eitt ikki heilt vanligt
parkeringshús. Húsið gerst
serstakt við hesum sjálvsama
skrúð. Glastornið endurspeglar
eisini grannalagið, men gevur tí
ein sjálvsaman búna og litspæl,
sum er krúnan á listaverkinum og
bygningsverkinum annars. Eitt
sjálvsamt hús, sum sanniliga er
vert eina vitjan.
Tess vegna kann eisini verða
sagt, at Tróndur Patursson hevur
sett sær tveir varðar í Vejle – ein,
sum er listarverkið sjálvt. Hin er
parkeringshúsið, ið er uppkallað
eftir Tróndi við hópin av skeltum
við »Tróndur« á í býnum, sum
peika á frágera listaverkið.
Húsið varð tikið í nýtslu á
heysti 2005.
Tillukku við tí!
Tróndur eigur
eitt parkeringshús
í Vejle
Eitt heilt hús, sum liggur miðskeiðis í Vejle, og
rúmar fleiri hundrað bilum, er uppkallað eftir
Tróndi Patursson
Nr. 129 - 7. juli 2006
Tróndur Patursson er uppkallaður í Vejle: Skeltið vísir, hvussu nógvir
p-básar eru tøkir í parkeringshúsinu, sum tey kalla »Tróndur«
Tróndur Patursson hevur prýtt
tornið í parkeringshúsinum í
Vejle við síni serligu glaslist