sunnudagur 9. juli 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 7. juli 2006
28 vikuskifti
Frá fornum
tíðum hevur
Jerusalem verið
ein blóðugur
vígvøllur millum
ymsar religiónir
og fólkasløg, sum
øll hava kravt sín
rætt til valdið í
heilaga býnum.
Men hóast tað
í dag er gjørligt
at ferðast kring
allan býin, er
Jerusalem fram
vegis merktur av
gamla stríðnum
um rættin til
valdið
Ferðafrásøgn
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Sólin bakar niður á hvítu
føroysku herðarnar hendan
leygarmorgunin seinast í juni.
Føroyska ferðalagið hevur
leitað sær niðan á navngitna
Oljufjallið og skoðar oman
yvir heilaga býin. Samskiparin
av túrinum og ísraelsvinurin
Svenning av Lofti greiðir frá,
og føroysku pílagrímarnir spíla
oyruni og krympa eyguni í
sterka sólarljósinum. Sjónin
oman yvir Jerusalem er
bergtakandi. Tempulplássið.
Grátimúrurin. Al-Aqsa moskan.
Gullskrýdda Fjallamoskan. Forni
býmúrurin um gamla býarpartin.
Kedronsdalur. Getsemane
urtagarður o.s.fr.
Ein býur í tvíningum
Men Jerusalem er alt annað enn
tann friðsæli staður, sum navnið,
løtan og sjónin á Oljufjallinum
annars bera boð um. Hetta er
landið og býurin, sum Móses,
Ábraham og Dávid fingu frá
Gudi. Hetta er býurin, sum
hevur verið undir rómverskum,
bábeloniskum og arabiskum
harradømi í øldir. Og hetta er
býurin, sum hevur verið ein
blóðugur vígvøllur millum
muslimar og kristnar krossfararar
í 12. og 13. øld, inntil
muslimarnir róku teir seinastu
evropeisku krossfarararnar úr
Palestina í 1291. Tá staturin
Ísrael varð stovnaður í 1948,
varð býurin býttur sundur
við píkatrái, landminum og
betongmúri. Jordan fekk
Eysturjerusalem og Ísrael gjørdi
Vesturjerusalem til høvuðsstað.
Eftir seksdagakríggið í 1967 tók
Ísrael valdið yvir øllum býnum,
og í 1980 viðtók ísraelska
parlamentið Knesset, at alt
Jerusalem skuldi vera sameindi
høvuðsstaður Ísraels. Henda
samtykt varð ikki góðkend av
ST. Í 1988 viðurkendi táverandi
palestinski forsetin Yassir
Arafat statin Ísrael, og í 1993
viðurkendi Ísrael palestinsku
sjálvstýrisrørsluna PLO.
Viðurkenningar, sum nýggja
Hamas-stjórnin hevur strikað, og
sum hevur elvt til nýggjan ófrið.
Í dag hava palestinar avmarkað
sjálvstýri í Eysturjerusalem, og
harvið er býurin í tvíningum
millum tvær religiónir og tvey
fólk, sum bæði krevja sín rætt til
at ráða í heilaga býnum.
Hernaðarligt
tilverugrundarlag
Lat tað verða sagt beinanvegin,
at føroyska ferðalagið upplivdi
bert frið og tryggleika á túrinum.
Men eftir fáar dagar í Jerusalem
var samstundis eyðsæð, at
ósemjan setir síni djúpu spor á
lívið í býnum. Hóast fólk liva
lið um lið, og hóast vit kundu
ferðast frítt í øllum Jerusalem
uttan trupulleikar, vitna mongu
og vápnaðu trygdardeildirnar
um ein bý í tvíningum. Blaðung
standa tey í myrkagrønum
herbúna, skottryggjaðum vesti
og skínandi maskinbyrsum
við ymsu býarmørkini millum
Eysturjerusalem, sum er
undir palestinskum valdi, og
Vesturjerusalem, har ísraelar
ráða. Eyðkenda Dávid-stjørnan
er at síggja á bæði vápnum
og herbúnum hjá ísraelsku
herfólkunum. Í gamla býar
partinum jødisku megin markið
skifti eg orð við ein 18 ára
gamlan hermann.
– Í Ísrael er herurin alfa og
omega. Vit hava hernaðarskyldu
í trý ár í aldrinum frá 18 til 21,
meðan kvinnurnar hava tvey ára
hernaðarskyldu, sigur ungi og
fryntligi hermaðurin. Spurdur,
um hann ikki vildi sloppið undan
heili trimum árum í herinum,
yppir hann øksl.
– Hetta er ein skylda, sum ikki
slepst undan, tá tú býrt í Ísrael,
sigur hann og vísir á blóðugu
søguna hjá unga móðurlandi
sínum.
Allastaðni eru tey samd um,
at ein sterkur herur er sjálvt
tilverugrundarlagið hjá statinum
Ísrael, tí tjóðin er umgyrd og
hevur verið hótt av grannunum
Libanon, Sýria, Jordan,
Egyptalandi og palestinska
sjálvstýrisøkinum.
– Ísrael hevur mark móti fimm
grannalondum, sum øll ynskja
statin Ísrael, har piparið grør.
Seksdagakríggið í 1967 og Yom-
Kippur kríggið í 1973 vitna um,
at eksistensurin hjá Ísrael er
tengdur at hernaðarligari yvirvág,
sigur danski ferðaleiðari okkara,
sum hevur búð í Ísrael í 40 ár og
konverteraði á ungum árum til
jødadómin.
Í havnarbýnum Kesarea við
Miðjarhavið hitti eg seinni
tvær gentur, sum skulu byrja í
herinum eftir summarsteðgin.
Eftir at hava sagt teimum, at vit
ikki hava hernaðarskyldu í tí
landi, eg komi úr, standa tær sum
kánus.
– Hvat gera tit so, um okkurt
grannaland loypur á, spyrja tær,
og hóast eg royni at sannføra
tær um, at eitt álop er ógvuliga
ósannlíkt, rista tær undrandi við
høvdinum.
– Føroyingar mugu vera
bláoygdasta fólkaslag í heim
inum, eru tær samdar um.
Gjøgnum trygdarmúrin
til Betlehem
Triðja morgunin í Jerusalem
gongur leiðin við føroyska
Ferð mín
Sjónin oman yvir Jerusalem er bergtakandi. Tempulplássið. Al-Aqsa moskan. Stóra og gullskrýdda Fjallamoskan. Forni býmúrurin um gamla býarpartin. Kedronsdalur. Getsemane urtagarður o.s.fr.
Hóast tað í dag er gjørligt at ferðast kring allan býin, ávirkar gamla stríðið um rættin til Jerusalem framvegis lívið í heilaga býnum