Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 7. juli 2006 29 vikuskifti 29 ferðalagnum til Betlehem, sum í dag er undir palestinskum ræði. Betlehem er eitt sokallað A-øki, sum merkir, at palestinar hava alt vald í økinum. B-økini eru tey øki, sum bæði palestinar og ísraelar stýra, meðan C-økini eru undir fullum ísraelskum ræði. Undir seinnu intifadaini (palestinska uppreistrinum), sum kyknaði í 2000, forbjóðaðu ísraelskir myndugleikar øllum ísraelskum borgarum at ferðast í A-økjum orsakað av mongu samanbrestunum og burturflytingunum. Men í morgun hava vit valt at fara inn í eitt A-øki, til stóran ampa fyri okkara jødiska ferðaleiðara, sum tó velur at koma við. Hon leggur okkum eina við, at vit ikki mugu avdúka hennara jødiska samleika, meðan vit eru í Betlehem. – Hevði maður mín vitað, at eg var á veg til Betlehem... letur í henni, áðrenn vit fara av Hotel Shalom í Vesturjerusalem og suður móti Betlehem. Vit skulu ígjøgnum tann nógv umstrídda trygdarmúrin, sum ísraelska stjórnin seinastu tvey árini er farin at byggja. Múrurin hevur vakt mikla mótstøðu og atfinningar frá altjóða samfelagnum. Fyrrverandi forsætisráðharrin Ariel Sharon hevur fingið av at vita frá bæði ST og fleiri evropeiskum stjórnarleiðarum, sum finnast at Ísrael fyri vantandi samstarv og samráðingarvilja, áðrenn ein slíkur múrur verður bygdur. Amnesty International vil vera við, at múrurin tekur jørð frá palestinskum øki, og ferðaleiðari okkara greiðir í bussinum frá, at múrurin fer tvørtur ígjøgnum markir og jørð hjá bæði ísraelskum og palestinskum bóndum og skilir bygdasamfeløg, sum í mong ár hava livað saman. Sharon hevur grundgivið við, at múrurin skal forða palestinskum sjálvmorðsbumbumonnum at koma inn í ísraelsk øki, og núverandi forsætisráðharrin Ehud Olmert vil halda fram við at byggja múrin og avbyrgja tey øki, haðani palestinsku yvirgangsmenninir koma. Føroyska ferðalagið kemur til múrin við bussinum, og alvápnaðar trygdarvaktir ressast í heitu sólini. Teir skifta eina løtu orð við bussførara okkara og biðja øll koma út á vegin. – Bara eingin byrjar at skjóta, letur í onkrum føroyingi. Frammanfyri okkum hevjar grái og umleið fimm metra høgi múrurin seg, og krókutur býtir hann landslagið í tvíningar. “May Peace Be With You”, stendur at lesa við stórum bókstøvum á sjálvum múrinum, og avsendarin er ísraelska Ferðavinnumálaráðið. Vit ganga ígjøgnum eitt høgt og stórt portur í múrinum, hinumegin tekur ein palestinskur ferðaleiðari ímóti okkum, og vit seta okkum upp í ein lítlan, slitnan og gamlan buss. “American Money – Israeli Apartheid”, stendur at lesa palestinsku megin á sjálvum múrinum við svørtum graffiti. So eru vit hinumegin múrin, ella “skeivumegin múrin”, sum ein í ferðalagnum tók til. Eg hugsi við mær sjálvum, at í okkara heimi er Múrurin fallin, men her niðri er hann júst reistur og stendur sum ein ímynd av tí múri, sum eksisterar millum ísraelar og palestinar, og sum hevur verið atvoldin til so nógva líðing. Á eini matstovu í Betlehem greiðir kristni palestinski matstovueigarin frá, at intifadain og trygdarmúrurin hava kostað nógv. Færri ferðafólk og færri kundar, nú tað ikki longur er gjørligt at ferðast frítt í økinum. – Reint fíggjarliga er hasin múrurin ein katastrofa fyri vælferðina í Palestina, sigur hann og er sjónliga harmur um støðuna. Rændi hermaðurin Tveir dagar seinni vakna vit á Hotel Shalom í Vesturjerusalem við tíðindunum um, at ein ísraelskur hermaður er burturfluttur á markinum við Gaza. Trupult er at vita, hvør hevur tikið unga hermannin, tí yvir tjúgu bólkar hava longu kunngjørt, at tað eru teir, sum hava tikið 19 ára gamla Gilad Shalit. Ísraelski verjumálaráðharrin Amir Peretz ávarar palestinsku Hamas- stjórnina á sjónvarpskíggjanum, og restina av tíðini í Ísrael fylgja vit við kreppuni, sum aftur hevur tikið seg upp millum palestinar og ísraelar. Í sjónvarpi á hotellinum og í ísraelsku bløðunum hoyra og lesa vit, hvussu ísraelski herurin er farin undir bumbu- og rakettálop í Gaza. Stjórnarbygningar, veitnveitingar, el-kervið og oljuveitingar standa fyri skotum, og eftir einum degi eru 600.000 palestinar uttan vatn og streym. ST-aðalskrivarin Kofi Annan ávarar ímóti eini humaniterari katastrofu og biður Ísrael vísa hógv, men ísraelski forsætisráðharrin Ehud Olmert svarar aftur, at kollektiv revsing er einasti hátturin at leggja trýst á eina yvirgangssinnaða Hamas- stjórn. Krav hansara er, at Shalit verður útflýggjaður á lívi. Meðan bumburnar regna í Gaza, flyta vit føroyingar okkum móti miðjarðarhavsstrondini til frítíðarbýin Natanya, sum liggur beint norðanfyri Gaza. Í bakandi sólini á strondini í Natanya verður Jerusalem Post lisin, og sambært honum tykist konfliktin at eskalera. Knappliga hómast eitt flogfar í horisontinum. Idylliski stemningurin við Miðjarðarhavið broytist til ein óhugnaligan ótta. Øll steðga á og hyggja álvarsom móti himni. Fyri bert fáum mánaðum síðani sprongdi ein sjálvmorðsbumbumaður átta fólk í luftina í einum handilsdepli í hesum sama frítíðarbýi, og íbúgvarnir kenna tí alt til yvirgangsvandan í økinum. Flogfarið hevur beina kós móti strondini, og spurningarnir fara ígjøgnum høvdið. Er hatta eitt arabiskt flogfar? Er hetta hevndarinnar tími eftir mongu ísraelsku álopini seinastu dagarnar? Áðrenn fjøldin veit av, er flogfarið komið so nær, at hugsingur ikki er um at taka til rýmingar. Men flogfarið flýgur lágt framvið, og trygdarvaktirnir við strondina royna sum frægast at greiða óttafullu strandargestunum frá, at talan er um eitt ísraelskt flogfar á veg til Gaza. Tað lætnar, og fólk leggja seg aftur at slappa av í sólini. Hesaferð var tað ikki fíggindin. Men tilburðurin bar boð um, hvussu óttin fyri kríggi og yvirgangi kastar myrkar skuggar á lívið og gerandisdagin í Miðeystri. til Jorsala