sunnudagur 9. juli 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 7. juli 2006
30 vikuskifti
Samtíðargrein
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
PLO, frælsisfylkingin fyri
Palestina, varð stovnað eftir
ósigurin í Seks daga-krígnum
í 1967. Tá hertók Ísrael Gasa,
Vestara Áarbakka, Golan
Heyggjarnar og eysturpartin av
Jerusalem. PLO var at byrja við
ein vápna mótstøðurørsla, ið
hevði sum mál at berjast ímóti
hersetingin og gera alt Palestina
“frælst”. Ovastin hjá PLO var frá
byrjan av Yassar Arafat.
Hugsjónin hjá fylkingini var
um hesa tíðina vinstravend
og átrúnaður var skildur frá
hugsjónini. Allýsta málið var
at stovna eitt fólkaræðisligt,
verðsligt og sosialistiskt
Palestina har fólk úr øllum
átrúnaðum kundu búleikast.
Geografist var talan um alt økið,
tvs. eisini Ísrael innanfyri markið,
sum tað var áðrenn 1967.
Men, sum tíðin leið varð
hendan hugsjónin broytt og
somuleiðis varð fylkingin
umskipað av tilburðum og
kreftum í arabiska heiminum – í
somu støðu koma aðrar leiðandi
stjórnir í arabiska heiminum.
Skifti í hugsjónum
Í 1970unum og 1980unum fingu
tær átrúnaðarligu, politisku
rørslurnar luft undir veingirnar.
Islam gjørdist í alt størri mun ein
veruleiki í politiska landslagnum.
Hetta sæst týðuliga í stovnanini
av HAMAS í 1988, sum nú í
januar 2006 bleiv ein fólkavald
stýrandi eind. Tapandi flokkurin
í januar var Fatah, sum umboðaði
høvuðspartin av PLO.
Um somu tíð, sum 80ini
liðu, bleiv stóra Sovjet Sam
veldið ein minni stuðul hjá
palestinum – hugsjónarliga
og fíggjarliga. Hersetingini av
Afganistan millum annað gjørdi
sambandið veikari. PLO førkaði
seg hugsjónarliga nærri eini
tjóðskapar- og islamsinnaðari
støðu, og samstundis vórðu teir
taktiskt meiri sinnaðir at laga seg
eftir USA, sum Ísrael søguliga
altíð hevur havt tætt samstarv
við. Í 1989 góðtóku Arafat og
PLO rættin hjá Ísrael at vera
til. Teir søgdu seg vera tilreiðar
at liva saman við ísraelska
statinum við útgangsstøði í ST
samtyktini 242, ið heitir á Ísrael
um at taka seg aftur úr teimum
hersettu økjunum frá 1967. Men
í 1990 vælsignaðu Arafat og
PLO harðrendu ákærurnar frá
Saddam Hussein og iraksku
hersetingina av Kuveit. Hetta
varð, sammett við avgerðina í
1989, ein kúvending. Arafat valdi
tapandi partin og fekk soleiðis
sett Saudi Arabia, ein stuðul í
altjóða hernaðarligu samgonguni,
og PLO í eina sera óhepna støðu.
Men hvør situr við
valdið í Palestinska
sjálvstýrisøkinum?
Í 1994 í eini svartari limosin
kom Yasser Arafat til høvuðssæti
sítt í Ramallah. Við honum komu
hermenn og embætisfólk. Her
byrjaði palestinska sjálvstýrið.
Palestinsku myndugleikarnir
hava rátt yvir Gasa og Vestara
Áarbakka. Stýrið hevur verið
merkt av lítið fólkaræðisligum
mannagongdum. Umstøðurnar
hava ikki verið tær bestu
til at reka politik og hava
trygdarviðurskifti uttan iva
staðið ovast á breddanum
hjá myndugleikunum. Í 1996
herjaðu Hamas og Islamiskt
Jihad á Ísrael við fleiri sjálv
morðsbumbuatsóknum. Hetta
sigur eitt sindur um spjaðingina
av valdinum í lítla palestinska
økinum.
Ta seinastu tíðina hevur innan
hýsisstríðið millum báðar teir
leiðandi flokkarnar harðna. Meiri
enn 20 palestinar eru dripnir
í hesum stríði, tær seinastu
vikurnar. Fólkaherarnir hjá
báðum flokkunum hava kappast
um at vísa seg úti á gøtuni. T.d.
gingu umleið 100 vápnaðir fatah-
hermenn inn í parlamentið og
vístu sína vanvirðing fyri teimum
fólkavaldu. Fyrst í juni løgdu
Hamas-hermenn á palestinsku
tjóðarsjónvarpsstøðina í Gasa.
Fatah-rørslan við oddamanninum
og forsetanum Abbas hevur
yvirvág í umboðanini í fjøl
miðlunum. Støðan er soleiðis
ørkymlandi og hættislig við fleiri
vápnaðum lítlum fylkingum,
Vantandi friðartingingar í Miðeystri
– ein lýsing av palestinsku sjálvstýrismyndugleikunum
Eftir at valevnini hjá Hamas vórðu vald í palestinska
tjóðartingið, hevur ruðuleiki valdað í økinum. Og trupult
er at siga, hvør hevur valdið í palestinsku økjunum
Hermaður hyggur at skaðunum í bygninginum hjá palestinska innlendismálaráðnum eftir bumbuálop frá ísraelska stríðsflogførum