Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 7. juli 2006 31 vikuskifti 31 sum gera um seg. Tað er ein vápnaður vongur hjá Hamas, Brigadur Izzedine al-Qassams og ein lítið kendur bólkur, ið kallar seg Islamiski Herurin, sum standa aftanfyri ta nógv umrøddu burturflytingina av einum ísraelskum hermanni. At ruðuleiki valdar í palestinska økinum siga tíðindini uttan úr heimi okkum hvønn dag. Valdsstríðið er á ongan hátt av millum Fatah og Hamas. Pundik-viðmerking: “Pølsesnak” og “kebab-møsn” Fyrst í vikuni leggur danski miðeystur-viðmerkjarin, Herbert Pundik – í ein av sínu áhugaverdu og afturvendandi teigum - í Politiken áherðslu á, at ein loysn millum stríðandi partarnar skal finnast í eini heildarloysn. Hann talar harðliga ímót eini “stig fyri stig-loysn”, sum hann kallar allar tær undanfarnu friðarætlanirnar. Hann finst at teimum altjóða leikarunum, USA og EU, fyri ikki at gera nóg nógv við at fáa tamarhald á stríðnum millum palestinar og Ísrael. Ein hevur sæð burtur frá politisku veruleikunum, sum nú av álvara gera seg galdandi. Og, tá ið friðartingingarnar hava staðið á, so hevur tos verið um stig fyri stig-loysnir – alt hetta tosið um rættiligar friðarætlanir skýrir hann “pølsesnak” og “kebabsludder”. Hesar mis­eydn­ aðu friðartingingarnar hava altíð fallið til jørðina orsakað av einum misfataðum ástøði – nevniliga stig fyri stig-loysnir. T.d. eru málini um støðuna hjá Jerusalem og palestinski flóttafólkatrupulleikin hvørja ferð skúgva aftur í røðini í tingingunum. Hetta ástøðið kann ikki brúkast í einum stríði, ið hevur 100 ár á baki, metir Pundik. Loysnin uppá stríðið liggur, sambært Pundik, í eini heildarloysn, har grundleggjandi krøv hjá báðum pørtum verða gingin á møti. Hetta er einasta gongda leiðin sambært Pundik. Meirilutin av fólkunum í báðum pørtum hevur til tíðir upplivað frið og vil hava meiri av honum. Ein heildarloysn er svarið, og hendan vil virka sum ein forðing fyri teimum vápnaðu lítlu fylkingunum, metir Pundik. Hetta vildi ført til eina miðsavnan av valdinum kring teir fólkavaldu, sum í løtuni eru Hamas, og í minni mun Fatah- flokkin og Abbas forseta. Avgjørt er tað spennandi at halda eyguni við, hvussu Hamas-leiðslan ber seg at í komandi tíðum og vónandi friðartingingum við ísraelar og somuleiðis aðrar partar í Palestinar. Í løtuni eru friðartingingar eitt fjart hugtak. Forsætisráðharrin eitur Ismael Haniyeh