sunnudagur 9. juli 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 7. juli 2006
32 vikuskifti
Summarfestivalur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað mundi kennast sum eitt frískt
lot í øllum fullveldisstríðnum,
sum var um hetta mundi. Danin
far fanin í nógvum leikum, men
fríggjakvøldið 5. november
varð alt hetta gloymt eina løtu.
Shu-bi-dua stóð á pallinum
í Ítróttarhøllini á Hálsi, og
ummælarin her í blaðnum eitt
ordans plettskot, tá yvirskriftin
varð sett: »1900 føroyingar í kós:
Danmark er et deeeejligt land.
Shu-bi duga«.
Skal vera stuttligt
Konsertin ta ferðina prógvaði
helst, at bólkurin er eins stórur
her á landi, sum hann hevur verið
tað í Danmark tey seinastu 33
árini. Tey 1900 atgongumerkini
vórðu mest sum skrødd burtur
í forsølu, og bara tað í sjálvum
sær er jú eisini nakað, sum
fullkomliga óvanligt her á landi.
5. august í ár verður
áskoðaratalið helst nakað væl
hægri. Ja, kanska eins høgt, sum
tað var, tá Dynamit framman
fyri 8.000 áhoyrarum setti
punktum fyri seinastu útgávuni
av Summarfestivalinum.
Avrikið á Hálsi ta ferðina
prógvaði – eins og 33 ár á
donsku tindunum hava gjørt
tað – at Shu-bi-dua duga nakað,
sum hini ikki duga. Frá apríl
til sepember er kalendarin
framvegis fult bookaður, og her
í 2006 standa íallt nærum 80
konsertir á skránni. Var tíðin
til tess, kundi talið ivaleyst
verið nógv hægri, men sum teir
sjálvir siga, so hava teir eisini
tørv á fríløtum við síðuna av
tónleikinum.
– Vit hava sangirnar, sum fólkið
kennir og kann syngja við til. Vit
eru í stóran mun ein syngi-við-
bólkur. Vit fáa sera góða móttøku
allastaðni, har vit koma, og fólk
eru altíð klár at liva við í okkara
framførslum, sigur Michael
Bundesen, sum í dag er einasti
upprunalimurin í bólkinum.
– Hinvegin er tað eisini
umráðandi fyri okkum sum
spæla, at tað er stuttligt, og eftir
øll hesi 33 árini er tað framvegis
stuttligt. Vit royna altíð at
hava eitt show afturat sjálvur
tónleikinum, og tað er nakað,
sum broytist frá ár til ár.
– Vit skifta eisini út í pro
gramminum hjá okkum, so vit
spæla ymiskar sangir frá ár til
ár. Sjálvsagt eru tað fleiri sangir,
sum vit verða noyddir at spæla
hvørja ferð, men aðrar sangir
kunnu vit skifta ímillum, og tað
gera vit.
– Tónleikurin hevur nógv
at siga fyri okkum, og vit
venja nógv, áðrenn vit fara
á konsertferð. Eisini millum
framførslurnar venja vit, so at
okkara framførslur altíð kunnu
verða góðar.
Alt er loyvt
Og góðar eru tær – framførslur
nar. Hóast fleiri av løgunum
eru fjórðingsøld gomul
– summi enntá eldri, so fáa hesi
framvegis áhoyrararnar uppfrá.
Hvalborg, Fed rock, Den røde
tråd, McArine, Vuffeli-vov og
enska umsetingin av hesum eru
sjálvsagdir klassikarar, sum øll
kennast við, og sum øll syngja
við uppá, tá løgini ljóma um
pallin.
Onkra tíð hava tekstirnir eisini
havt atfinningar við sær. Ikki
minst Vuffeli-Vov, sum fekk alla
reyðsokkarørsluna í Danmark at
reisast.
– Í niðurlagnum syngja vit »og
kvinder for sjov«, og tað fall
fleiri fyri bróstið.
Eisini vóru tað nógv, serliga
innan kirkjuna, tá vit sungu at
»Jesus blev født på anden sal«,
men tað hevur altíð lagað seg
eftir eina tíð. Í veruleikanum lá
hann eisini í krubbuni á aðru
hædd í Magasin, so tað var
eingin stór lygn, sigur Bundesen
við einum skálkabrosi.
Og teir sleppa eisini gott frá
tí mesta. Frá at nevna Hitler og
»heil« í fólkavognssanginum
og frá at syngja um sexchikanu,
slikkipinnar, heimabryggj,
kannibalar, fíggjarsvik. Ja
sjálvt frá at kopiera reglur úr
tjóðsanginum inn í sínar sangir..
Einki er tabu og alt er loyvt, tá
Shu-bi-dua fara á pallin við
sínum framførslum, ið eru eins
nógv show sum tónleikur.
– Vit ánaðu ikki, at
føroyingar dugdu
allar tekstirnar hjá
okkum. Tað var
sera hugaligt at
uppliva, og vit ætla
at geva føroyingum
eina ordans
konsert aftur
hesaferð. Tað sigur
Michael Bundesen,
sum saman við
vinunum í Shu-
bi-dua fer at
spæla á Vágsbøi í
Klaksvík á summar
festivalinum
Danska fólkaognin er eisini