sunnudagur 9. juli 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 7. juli 2006
33
vikuskifti 33
Diskografi
Shu-bi-dua 1 (á fløgu í ’90)
1974
Shu-bi-dua 2 (á fløgu í ’90)
1975
Shu-bi-dua 3 (á fløgu í ’90)
1976
Shu-bi-dua 4 (á fløgu í ’90)
1977
78’eren (á fløgu í ’90)
1978
Leif i Parken (Live - á fløgu í ’90)
1978
Shu-bi-dua 6 (á fløgu í ’90)
1979
Shu-bi-dua 7 (á fløgu í ’90)
1980
Shu-bi-dua 8 (á fløgu í ’90)
1982
Shu-bi-dua 9 (á fløgu í ’90)
1982
Shu-bi-dua 10 (á fløgu í ’90)
1983
Shu-bi-dua 11 (á fløgu í ’90)
1985
Da mor var dreng (uppsamling - á fløgu í ’90)
1985
Shu-bi-dua 12 (á fløgu í ’90)
1987
Stærk Tobak! (uppsamling)
1991
Shu-bi-dua 13
1992
Live og glade dage (Live & unplugged)
1994
Shu-bi-dua 14
1993
Shu-bi-dua 15
1995
Shu-bi-dua 16
1997
40 bedste (uppsamling)
1997
Shu-bi-læum 73-98 (uppsamling)
1998
Shu-bi-dua 17
2000
Rap jul og godt nytår (jóla- og nýggjárssangir) 2001
Shu-bi-dua 200 (box við 200 sangum)
2003
Symo-ni-dua (við RadioUnderholdningsOrkestret) 2004
Shu-bi-dua 18
2005
Heiðraðu ævintýraskaldinum
Seinasta útgávan, sum Shubidua stóð fyri, var ein fløga, sum byggir á ævintýrini hjá H.C. Andersen.
Hetta var partur av stóra hátíðarhaldinum kring stóra skaldið, sum í fjør hevði fylt 200, var hann
framvegis á lívi.
Serstakliga regnaðu rósurnar frá ummælarunum, tá tosið fall á gentuna við svávulpinnunum, sum er ein
av sangunum á fløguni.
At bólkurin soleiðis var við til at mynda hátíðarhaldið av tjóðarskaldinum sigur helst nakað um, at teir
eisini eru tjóðarogn, men fyri tað hava teir so ongan hug at steðga.
– Vit hava skrivað nakrar sangir til eina nýggja útgávu, so tað ber til at siga, at okkara 19. fløga er á
veg. Vit eru tó komnir í ein aldur, har vit ikki leggja okkum sjálvar undir tíðartrýst, so fløgan kemur, tá
ið tónleikurin er klárur, sigur Michel Bundesen.
Nær nýggja fløgan kemur á marknaðin, veit hann ikki, men tað verður helst eina ferð í 2007, metir
hann.
-mørk
Bólkurin varð stovnaður í 1973,
tá Michael Bundesen og Michael
Hardingar til stuttleikar spældu
eina danska parodi av Jailhouse
Rock. Lagið fekk heitið »Fed
Rock«. Dagin eftir at lagið var
at hoyra á P3, har teir báðir
arbeiddu, fingu teir tilboð frá
PolyGram, sum vildi geva lagið
út á eini singlu.
Hetta var byrjanin til eina tí
størstu donsku succés-søguna
innan danskan tónleik, tó at
tey mongu fyrstu løgini vóru
fyrsta útgávan mest sum bara
innihelt danskar umsetingar og
–skrivingar av enskum løgum.
Soleiðis komu Stærk Tobak
(Twist & Shout) og Rap Jul
(White Christmas) eisini frá
teirra hondum.
Næsta fløgan var ikki størt
øðrvísi, men tá alt fleiri bólkar
fóru undir útgávur úr somu
nichu – umsetingunum – skifti
bólkurin hest. Fyrsta hittið,
sum bólkurin sjálvur skapti við
egnum midlum, var Hvalborg,
sum var á Shu-bi-dua 3. Eitt lag,
sum bar dám av countrytónleiki í
eagles stíli. Ein stílur, sum eisini
eyðkendi løg sum Vuffeli-Vov og
Midsommersangen.
Bólkurin var longu stórur, men
við fjórðu LP-útgávuni sprongdu
teir øll mørk. Sum fyrsta danska
útgávan nakran tíð rundaði
sølutalið tey 200.000 eintøkini,
og so byrjaði søguskrivingin av
álvara. Í dag hevur Shu-bi-dua
selt yvir 450.000 eintøk, og enn
verða eintøk dag og dagliga
langað um handilsdiskarnar.
Og síðani eru hittini bara
rullaði eftir samlibandinum.
Danmark, Midsommervisen,
Minus til plus, Rom & Cola, Den
Røde Tråd, Knuden, Sexchikane,
We Wanna Be Free, Costa
Kalundborg og mong, mong
onnur hava ár eftir ár rúgvað
upp á donsku radiohitlistunum.
Íalt hevur talan verið um 18
serstakar útgávur, sum í besaat
biografi-stíli eru navngivnar
við nummarinum á útgávuni
(undantikið fimta útgávan, sum
eitur 78’eren). Hartil er talan
sjálvandi um uppsamlingar
av ymsum lag, eins og teir í
2004 góvu út fløgu við Radio-
orkestrinum.
Fólkaogn eru teir av álvara
blivnir, og nú – 33 ár seinni – er
bólkurin framvegis eins aktivur,
sum hann altíð hevur verið. Og
hóast tað nú bara er Bundesen,
sum er eftir av originalu
manningini, so er tónleikurin
og stílurin framvegis tann sami.
Reint Shu-bib-dua. Reint danskt.
Reint fólksligt.
-mørk
Gleða seg til Føroyar
Hóast teir eisini eru átøkir
fólkaogn í Føroyum, so er hetta
bara næsta ferðin, at Shu-bi-dua
koma á pall í Føroyum. Men
Bundesen sjálvur leggur dent á,
at hetta avgjørt ikki er orsakað av
vantandi hugi til frá teirra síðu.
Heldur tvørtur ímóti.
– Vit spæla fyri tað allarmesta
í Danmark, so tað er deiligt at
sleppa at royna okkurt annað. Tí
gleða vit gleða okkum sera nógv
til at koma til Føroya at spæla.
Tað var fantastiskt at spæla í
Føroyum seinast, so vit eru sera
spentir til at koma aftur í ár.
– Tað er ikki so ofta, at vit
ferðast uttan fyri Danmark við
okkara tónleiki, so vit royna
altíð at njóta tað, tá vit fara
avstað. Vit hava fleiri ferðir spælt
fyri dønum uttanlands, millum
annað í Australia, USA, Italia
og aðrastaðni, og tað hava altíð
verið góðar ferðir.
– Seinast vit vóru í Føroyum,
spældu vit í eini ítróttarhøll, men
hesaferð spæla vit uttandura, og
sum eg havi skilt, so verða tað
fleiri ferðir so nógv fólk og lurta
eftir okkum hesaferð.
- Vit fara at spæla somu sangir,
sum vit vanliga spæla í Danmark,
tá vit koma til Føroya. Seinast
upplivdu vit, at føroyingar kendu
allar okkara sangir. Tá vistu vit
faktiskt ikki av, at føroyingar
kendu okkara tónleik so væl,
men tað gjørdu teir. Tað var sera
hugaligt at uppliva, og vit ætla
at geva føroyingum eina ordans
konsert aftur hesaferð.
okkara
Talan er um show, tá Shu-bi-dua fara á
pallan. Eitt show, sum higartil hevur vart í
33 ár. Og enn tykjast teir ikki hava nakran
hug at steðga
Mynd: Scanpix/Bo Amstrup
Søgan í stuttum