Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 7. juli 2006 34 vikuskifti Endaliga nýmótans styrkisroyndin millum europeisku tjóðirnar, sum áður funnu út av innanhýsis styrkismununum á víðvøllunum, verður í vikuskiftinum. Við úrslitunum higartil og framúr fyrireikingini hevur Týskland undirstrikað, at teir eru á rættari leið, soleiðis tykist tað eisini vera hjá finalistunum báðum, sum spæla í annaðkvøld, meðan Ongland av fleiri enn eina ferð er mint á, at ferðin hjá teimum gongur fyri seg við andlitinum móti fortíðina og bakinum móti framtíðina HM FERÐAHUGLEIÐING Jóannes Hansen HM endaspælið er pallurin, har bardagarnir millum tjóðirnar ganga fyri seg. Europa hevur longu vunnið kríggið móti hinum heimspørtunum. Fýra tey bestu í Týsklandi eru Frakland og Italia, sum sunnukvøldið fara at spæla finalu, og Portugal og Týskland, sum fara at spæla um triðja plássið. Søgan veit frá óteljandi kríggj­ um í Europa at siga. Seinni veraldarbardagi tóktist leingi at vera endaliga uppgerðin. Eftir kalda kríggið og kommunistiska fallið var tað leingi heitt á Balkan. Sárini eru øgilig, men nú billa vit okkum aftur inn, at har fer at valda friður. Tjóðirnar hava fingið frælsi, og nú hava teir allar kós móti ES. Tjóðskaparstríðini eru vunnin, og síðani verður valdið handað europeisku elituni. Á fótbóltsferð í Týsklandi síðsta vikuskifti var skjótt at stað­festa, at trongdin í europearunum at dyrka tjóðskaparligu eyð­kennini framvegis er stór. Týskland hevur lagt nógv fyri í strembanini at fyrireika so væl, sum tað ber til. Tað stríðið hava teir vunnið. Stríðið og skuggarnir Á nýggja stadion í Gelsenkirchen vóru vit átta, sum sótu í lítlu føroysku koloniini aftanfyri málið, har stóra stríðið millum Ongland og Portugal varð avgjørt. Fryntligi týskarin undir liðini á mær var ættaður úr Hanover. Hann býr og arbeiðir í München, og hann átti atgongumerki til finaluna nú sunnukvøldið í Berlin, sum eftir hálva øld í skugganum av kalda krígnum er komin aftur til heiður og æru. Allur ivi er burtur millum týskararnar um, at tað er Berlin og ikki Bonn, sum er teirra høvuðsstaður, og í europeisku tilvitanini verður tað mett sum veldug styrki, at týski høvuðsstaðurin aftur er vorðin nátúrligt knútapunkt á so mongum økjum millum norður og suður og eystur og vestur. Nýggja stadion í Gelsen­ kirchen var liðugt fyri fimm árum síðani. Tað kostaði 186 milliónir evrur at byggja. Tað eru 1,4 milliardir krónur. Tað er vítt til veggja og høgt til loftið. Hetta er fyrsta ferðin, at vit eru til innandura fótbólt. At takið er lagt á er ikki fyri at sleppa undan eitt sindur av nógva hitanum. Sum í so mongum øðrum so er tað eisini í hesum førinum sjónvarpið, ið eigur avgerandi orðið. Fyri at sleppa undan keðiligum skuggum á húsaltarunum kring heimin eru sólarstrálurnar útistongdar. Týskarin undir liðini vónaði, at stóra finalan nú sunnukvøldið skuldi verða millum Týskland og Ongland. Harvið var møguleikin fyri endaligari hevnd yvir tað, sum gekk fyri seg fyri 40 árum síðani, tá ið Ongland vann HM finaluna móti Týsklandi 4-2. Vit kunnu nevna tað 1. fótbóltskríggj og 2. fótbóltskríggj. Tað seinna varð av ongum. Ella er tað útsett. Vit eru í Gelsenkirchen eygna­vitni til, at Ongland endar undir ímóti einum øðrum av fyrr­verandi europeisku hjá­landa­ veldunum. Portugal, sum inntil í 1974 var einaræði og full­komu­ liga uttanfyri fólkaræðisligu europeisku familjuna, er stinnari í skotkappingini úr ellivu metrum. Úti á válinum hava teir frammanundan víst, at teir spæla meiri nýmótans kontinentellan fótbólt, enn Ongland ger tað, og teirra spælarar hava hildið seg røttu megin markið. Tað er meiri enn kann sigast um mest umrødda fótin í Europa í ár. Roony verður vístur av vøllinum, og Ongland fellur. Portugisar fegnast, og uttan fyri stadion syrgja mobilu sjón­ varpsliðini fyri at varpa ljós yvir, hvussu nýmótans portugisisk tjóðskaparkensla kemur til sín rætt í stovunum kring allan heimin. Fyri tíggju árum síðani vóru vit fleiri føroysk eygnavitni á Wembley, tá ið Ongland eisini tapti kríggj úr ellivu metrum. Ta ferðina var tað móti Týsklandi. Deyðatøgn valdaði, tá ið á fullsetta og kendasta leikvøllinum í heiminum, tá ið Aston Villa verjuspælarin, Gereth Southgate, royndi seg úr ellivu metrum. Oliver Kahn, sum í HM endaspælinum hevur staðið ella sitið í skugganum av Jens Lehmann, gjørdist stóra hetjan, tá ið hann tveitti seg rætta vegin og við bringuni ella búkinum bjargaði. Tað hoyrdist væl, tá ið bólt­ urin brast í málverjan, og so fegnaðust týsku áskoðararnir, meðan teir eingilsku sótu slignir á nevið. Á gistingarhúsinum í Ober­ hausen, sum bara er eitt korter burtur eftir motorvegnum, búgva vit saman við nógv­ um viðhaldsfólkum hjá Ong­landi. Púrt einki sæst til ófantaligheitirnar, sum í mong ár var vørumerkið hjá eingilsku fótbólts áskoðarunum. Hesir eru høviskir og siðiligir, men teir eru ógvuliga vónbrotnir. At fótbóltsspælarar verða roknaðir meiri enn vanlig fólk, hava vit Síðstu próvtøkurnar Hugflogið er stórt, tá ið tjóðskapurin skal fremjast og verjast. Her er tað í góðveðrinum uttanfyri Volks Park Stadion í Hamburg síðsta fríggjadag