Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-09, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 9. juli 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 7. juli 2006 35 vikuskifti 35 sæð uttanfyri stadion, meðan vit saman við onglendingum bíðaðu eftir dystinum. Stan Colymore – Stan the Man – gamli álopsspælarin hjá eitt nú Aston Villa og Liverpool er saman við vinmonnum millum viðhaldsfólkini. Vit sita saman við næsta borðið á kafe, og tað er eingin endi á, hvussu nógv vilja heilsa upp á fryntliga mannin og at verða avmyndað saman við honum. Ongland hevur tapt kríggið, og orsøkirnar verða rannsakaðar á gistingarhúsinum og ikki minst heima í Onglandi. The Independent brúkti dystardagin forsíðuna til 20 spurningar, sum bóru boð um, at talan var meiri enn um fótbóltsdyst. Hetta var meiri enn so. Millum spurningarnir vóru hesir: Er tað hysteriskt at rokna tap í hesum dystinum sum boð um, at tjóðin er í kreppu? Fer búskapurin at gera skarvslop frameftir, um vit vinna HM? Eiga skotar og walisar at stuðla Onglandi? Hví eru onglendinar so vánaligir í brotssparkskappingum? Niðurstøðurnar eru ymiskar eftir tapið fyri Portugal. Eingilska pressan er samd um, at svenski venjarin er ein dummur hundur. Hann hevur mergsogið FA fyri pengar, og hann hevur yvirhøvur ikki megnað at samansett besta ættarliðið av eingilskum fótbóltsspælarum í fjøruti ár til ta stríðseindina, sum hann átti og kundi havt gjørt. Møguleikin er spiltur burtur. Aðra staðni í heiminum verður sæð heilt øðrvísi upp á eingilska fallið. Í Svøríki helt ein, at Ongland eigur ikki styrkina, sum teir sjálvir billa sær inn, at teir eiga. Eingilskur landsliðsfótbóltur hevur fokus á 1966, tá ið teir á heimavølli vunnu HM. Síðani tá hava teir nýtt ymsar undanførslur um, hví tað ikki hevur gingið so væl, sum tað gjørdi fyri fjøruti ár um síðni. Tað er skjótt at draga paralell til heimspolitikkin. Hvussu stórur sigurin var hjá Onglandi í 2. heimsbardaga eru tað fleiri áskoðanir um. Eingin ivi var um, at leikluturin hjá Onglandi á heimspallinum hevur verið minni síðani, enn hann var frammanundan. Skilagóður granskari helt fyri í Oxford fyri tíggju árum síðani, at tað sjálvandi ikki kundi roynast væl at fara ígjøgnum lívið við bakinum frameftir. Hann hugsaði um, at í Onglandi hugdu teir meiri aftur á stóru kríggini og heimsveldið, enn teir hugsaðu um nútíðina og framtíðina. Teir vildu ikki vera við til at mynda Europa, men grenjaðu meiri um, at tað var órættvíst, at Europa ætlaði at taka pundið og Union Jack frá teimum, helt hann. Vinnararnir Týskland tapt týskvøldið móti Italia. Romano Prodi, italski forsætisráðharrin, stórfegnaðist. Uttan mun til hvussu tað fer at hilnast sunnukvøldið ímóti Fraklandi, kann fótbóltsavrikið brúkast í uppgerðini við Berlusconi og ákærurnar um brot á eitt nú fólkaræði og mannarættindi, sum honum hevur verið fyri, og við mutrið og skandalurnar í italskum fótbólti seinastu tíðina. Franski forsetin, Jacques Chirac, verður heilt víst á heiðurs­ plássi í Berlin sunnukvøldið. Hann er aðal umboðið fyri franskan tjóðskap og fyri, at sjálvandi eigur Frakland á øllum økjum at vera europeiskur liðformaður. Franskur sigur á Italia sunnukvøldið fer ivaleyst at styrkja um eftirmæli hansara sum franskur forseti! Angela Merkel dugdi væl, tá ið Týskland týskvøldið leið skipbrot í hesi kappingini. Hon var tignarlig saman við Romano Prodi. Týskland og Frakland hava seinastu árini havt stórar trupulleikar í ES samstarvinum. Tjóðirnar, sum altíð hava verið roknaðar sum botnurin í europeiska samstarvinum, hava staðið seg illa. Búskapurin hevur verið sjúkur. Undanvindurin hjá týskarunum í HM endaspælinum – bæði á og uttanfyri vøllin – verður tikin sum gott tekin um, at tað nú gongur rætta vegin. Eysturtýska Merkel fekk í sigursróminum síðsta fríggjakvøld klemm frá Franz Bechenbauer, keisaranum úr München. Skuggarnir frá kalda krígnum eru um at vera burtur, og Týskland hevur í HM endaspælinum staðfest, at teir eru á rættari kós. Uttanfyri nýggja Volks Park stadion í Hamburg og á matstovu við motorvegin sunnanfyri Hamburg sóu vit síðsta fríggjadag, hvat italsku og týsku áskoðararnir løgdu í bardagan á víðvøllunum, sum bara eru 110 x 65 metrar til støddar, og har tað bara eru ellivu, sum umboða hvørja tjóðina. Eingin áskoðari nýtti vald ella sýndi óhøviskan atburð, men eingin ivi var um, at kenslurnar um heiður og æru fyri føðilandið vóru tær somu, sum tær altíð hava verið. Í vikuskiftinum verður avgjørt, um Italia ella Frakland næstu fýra árini verður best í ES og í heiminum, og um Týskland ella Portugal verður triði best í ES og í øllum heiminum. Finalupallurin verður olympiska stadion í Berlin. Her var tað, at Hitler í 1936 undirstrikaði sítt vald. Her hava týskarar síðsta mánaðin staðfest, at teir eru um at koma seg eftir kalda kríggið og samanleggingina av stóra landinum, og nú fara fraklendingar og italiumenn á pallin til próvtøku í ultimativa tjóðskaparkrígnum. verða í vikuskiftinum Sjónvarpslið vísir heiminum hvussu nýmótans portugisar føra seg fram í sigursrúsi. Nógv vatn er runnið í ánna síðani Zahla Zahr ráddi fyri borgum fyri inntil 32 árum síðani, men tjóðskaparkenslan er varðveitt Stan Colymore – Stan the Man – er framvegis væl umtóktur. Her verður hann avmyndaður saman við eingilskum tjóðskaparmonnum í Gelsenkirchen síðsta leygardagur Soleiðis sá tað út við føroyskum eygum, tá ið portugisiski Christiano Ronaldo leygardagin gjørdi seg til at senda síðstu drepandi kúluna í eingilsku fótbóltsskútuna