sunnudagur 9. juli 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 7. juli 2006
36 vikuskifti
- Nýggjar kanningar
hava víst, at eldri
fólk eru meira
viðkvom fyri sjúkum
sum krabbameini,
diabetes, hjarta-
æðrasjúkum og
sálarligum brekum
– sjúkum, tey kundu
fingið hjálp fyri, um
væl varð atborið,
segði Jógvan Róin,
lækni, millum
annað í fyrilestri um
“Ábyrgd fyri egnari
heilsu”
Fyribyrging
Jógvan Róin, lækni
T
á ST gjørdi av, at 1999 skuldi
verða ár teirra eldru, merkti
hetta, at meiri skuldi verða
gjørt innan heilsuverkið fyri at
betra um heilsuna hjá teimum
eldru. Eisini merkti hetta, at
fleiri vísundaligar kanningar
áttu at verða gjørdar fyri at
finna orsøkina til brek, sum
gera, at ellisárini alt ov ofta
verða merkt av likamligum og
sálarligum brekum. Nýggjar
kanningar hava víst, at eldri fólk
eru meira viðkvom fyri sjúkum
sum krabbameini, diabetes,
hjarta-æðrasjúkum og sálarligum
brekum. Hesar sjúkur føra til, at
lívsumstøðurnar hjá teimum eldri
verða so vánaligar, at tey verða
noydd at fara á sjúkrahús ella á
røktarheim av brekum, sum tey
kundu fingið hjálp fyri, um væl
varð atborið.
Ein av teimum vandum,
sum hótta okkum eldri, er
diabetes typa II ella vanliga
nevnt gamlamanna sukursjúka.
Títtleikin av hesi sjúkuni økist
í stórum um allan heimin.
Alheims Heilsustovnurin sigur, at
í ár 2000 vóru 150 milliónir av
typu II diabetikarum, og verður
gongdin sum higartil, fara 300
milliónir at hava hesa sjúku í
2025 – tað vil siga ein tvífaldan
eftir 25 árum.
E
isini í Føroyum økist hendan
sjúkan í stórum. Vit rokna
við, at av teimum 40 ára gomlu
hava 1% typu II diabetes og
10% av teimum, sum eru komin
í 60 ára aldur. Ein triðingur av
teimum vita ikki, at tey hava
sjúkuna, og tey kunnu hava havt
hana í fleiri ár. Tá so sjúkan
verður ávíst, hava tey longu
fingið skaða á eygu, nýru, hjarta,
heila og gongulimir. Tað er tí av
størsta týdningi at ávísa og seta
typu II diabetikarar í viðgerð, so
tíðliga sum gjørligt. Vit rokna
við, at eyðkenni fyri sjúkuna eru
tosti, skriði, møði, pissa nógv og
ofta, men hesi eyðkenni vanta
ofta hjá teimum eldru.
Hvussu kunnu vit so finna,
tey hóttu? Eyðkennini eru, at
tey eru feit, hava ofta høgt
blóðtrýst og ættarbregði til
typu II diabetes. Eitt roynd av
blóðsukrinum er ofta nóg mikið
til at ávísa sjúkuna og seta í
gongd fyribyrgjandi viðgerð
við heilsugóðum kosti, men
rørsla hevur alstóran týdning, og
tubbakkið skal burtur. Tað skaðar
meir hjá diabetikarum, enn hjá
øðrum. Roald Bahr, norskur
professari við ítróttarháskúlan
í Oslo, sigur, at tað er ikki
vandamikið at viga eitt sindur
ov nógv, um ein er í góðari
likamligari støðu. Hann sigur,
at fleiri kanningar hava víst, at
tað er meir vandamikið at vera
klænur og likamliga illa fyri, enn
at vera tungur og likamliga væl
fyri.
F
yri at máta um rørsluna
er komið eitt lítið tól á
marknaðin, sum vísir, hvussu
nógv fótafet, tú gongur. Sosial-
og heilsustýrið í Noreg hevur
eitt átak, har tey siga, at gongur
tú 10.000 fet um dagin, sparir
tú landinum nógvan pening,
tú tú minkar um vandan fyri
ov høgum blóðtrýsti, hjarta-
æðrasjúkum, krabbameini
og typu II diabetes við 20 %.
Vanliga ganga vit í miðal eini
4000 til 6000 fet um dagin.
10.000 fet svara til ein gongutúr
uppá fýra kilometur. Hetta
átakið hevur hjálpt í Noregi. Í
1986 var talið á teimum, sum
doyðu av hjarta- æðrasjúkum í
Noreg áðrenn 70 ára aldur 4834.
Í 2001 var hetta talið fallið til
2172 – hetta hóast norðmenn
vigaðu í miðal 1½ kilo meiri í
2001 enn í 1986. Úrslitið, meta
teir, stendst av minni royking,
minni kolesterol, heilsugóðum
kosti og meiri rørslu. Slík úrslit
síggjast ikki bert í Noregi men
eisini í fleiri øðrum londum,
millum annað í USA, sum er
hótt av yvirvekt og fátæksligari
rørslu. Teir hava roknað út, at
av børnum, fødd ár 2000, fara
32 % av monnunum og 39 % av
kvinnunum at fáa diabetes seinni
í lívinum, um tey halda á at liva,
sum nú.
E
itt annað evni er skeivur
heilivágur til eldri. Ein
amerikansk kanning vísir, at
1 av 12 sjúklingum yvir 65 ár
eru í vanda fyri at fáa skeivan
heilivág. Vandin var tvífalt so
stórur hjá kvinnum, sum hjá
monnum. Ein serfrøðingabólkur
gjørdi í 1997 ein lista yvir 38
sløg av heilivági, sum ikki áttu
at verða givin til sjúklingar
yvir 65 ár. Sum dømi nevna teir
Glitazon, sum í 1997 kom fram í
USA til viðgerð av gamlamanna
diabetes. Trý ár seinni varð
Glitazon bannað, tí 90 sjúklingar
høvdu fingið livurskaða, 70 av
teimum doyðu ella máttu hava
livurtransplantatión. Verksmiðjan
hevði forvunnið tvær milliardir
dollarar, og hesin heilivágur var
onki betri, enn teir, við høvdu
frammanundan fyri typu II
diabetes.
Teir heilivágir, ið eru nevndir
á amerikanska listanum, og sum
ikki eiga at verða givnir til tey
yvir 65 ára gomlu, verða mest
nýttir móti yvirvekt, tunglyndi,
ræðslu, órógv og gikt. Fleiri
av hesum heilivágum verða
óivað eisini nýttir í Føroyum,
hóast vit fylgja reglunum hjá
Heilsustýrinum í Danmark.
H
vussu kunnu vit eldru
sleppa undan hesum vans
unum? Jú, les frágreiðingina
í pakkanum við heilivágnum
gjølla, og spyr lækna tín, tá tú
fært nýggjan heilivág, um tú
skalt halda áfram við tí, tú fært
frammanundan, serliga um tað
er heilivágur, sum tú metir ikki
hjálpir. At hetta ikki er nakað
sjáldsamt, síggja vit í eini grein
í blaðnum The Independent.
Har skrivar onglendingurin
Allan Roses, stjóri á størstu
heilivágsverksmiðjuni í
Bretlandi, at teir vita, at bert
90% av heilivágunum, ið teir
framleiða, bert virka við 30 til
50% av sjúkunum, teir verða
givnir fyri. Hann nevnir teir
dýru heilivágirnar, sum verða
nýttir móti migrenu, beinbrøskni
og gikt. Orsøkina sigur hann
vera, at fólk hava ílegur ella
gen, sum mótarbeiða hesum
heilivági. Hetta er eitt øki, sum
vit ikki hava hoyrt um áður, men
nú granskingin í sambandi við
ílegusjúkur er í hæddini, koma
vit helst at hoyra meiri um hetta í
komandi árum.
Míni ráð til tykkara viðvíkj
andi heilivági er gjølla at fylgja
við í, hvat tit fáa og ikki minst,
hvussu leingi heilivágurin skal
nýtast. Og um hann ikki hjálpur,
so halt uppat at nýta heilivágin í
samráð við lækna tín.
Ábyrgd fyri egnari heilsu:
Sjúka á ellisárum
Greinarøðin, “Ábyrgd fyri egnari heilsu”, tekur støði í átta fyrilestrum, sum vórðu hildnir í Tilhaldinum í Tórsgøtu
í fjør og fyrrárið. Út frá ymsum sjónarhornum viðgera fyrilestrarnir spurningin: “Hvat kanst tú sum eldri gera
sjálvur gera fyri at varðveita ein góða heilsu so langt upp í árini, sum gjørligt?”
GREINARØÐ
Teir átta fyrilestrahaldararnir eru:
■ Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
■ Leila á Lofti, fysioterapeutur
■ Jógvan Róin, lækni
■ Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur
■ Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi
■ Jógvan Fríðrikson, prestur
■ Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur og ráðgevi
■ Anna Jacobina Ellingsgaard, mentanarberi á Eiði
– Ein amerikansk kanning vísir, at 1 av 12 sjúklingum yvir 65 ár eru í vanda fyri at fáa skeivan heilivág, staðfestir
Jógvan Róin, lækni