sunnudagur 9. juli 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 7. juli 2006
37
vikuskifti 37
Ummæli
Carl Jóhan Jensen
“Eg taki tína hond í mína...”
(upprunaheiti: Ta Main Dans la
Mienne)
Leikstjórn: Solveig Weinkouff
Leikarar: Marita Dalsgaard og Olaf
Johannesen
Høvundur: Carol Rocamora
Týðing: Marita Dalsgaard
Staður: Gamla Meiarí. Tórsgøta.
Hóskvøld til sunnukvøld, kl. 20.00.
Í hesum døgum gongur Anton
Chekhov í Havn.
Gongur aftur.
Í leikinum “Eg taki tína hond
í mína...”, sum amerikanski
høvundurin og týðarin Carol
Rocamora hevur skrivað og
Marita Dalsgaard og Olaf
Johannesen framføra í hølunum
hjá Tjóðpallinum í Tórsgøtu, ger
hann eftir seg og kemur fram í
ymsum líki. Hann er másin, ið
birtist sum ein hamferð av sviki
og fáfongdum ætlanum; ljósið,
sum spøkir á í gørðum, har
kirsuberjatrø blóma í tríggja stiga
frosti; brotljóðið av dreymum
í hjørtum, ið onga ongan glotta
vita í myrkrið, sum heingir seg
yvir tíðina og tríggjar systrar á
bygd, fullar av burturhugi.
Jú, Anton Chekhov er við lít
manaður fram á gamla Meiaríi.
Megnarliga hamaður upp í hugan
og styggir burtur skramblið av
mjólkaspannum, ið stundum,
tíverri, hevur verið undirritaða
minnisverdari tey seinastu árini
enn tað, sum fór fram á pallinum
í hesum gamla ungdómsheimi
mínum.
“Eg taki tína hond í
mína” er um viðurskiftini
millum Anton Chekhov og
tað gitnu sjónleikarkvinnuna
Olgu Knipper, ið saman við
Stanislavski og Nemirovich-
Danchenko o.ø. stovnaði
Listleikhúsið í Moskva í 1890
árunum. Uppsetingarnar hjá
hesum leikhúsi av leikverkum
eftir Chekhov serliga, men eisini
aðrar russiskar høvundar, eitt nú
Aleksander Tolstoi, elvdu slíkar
skjálvtar, at grundirnar fóru at
rembast undir teirri hástílaðu
og stirvnu leiklist, sum hevd var
fyri í Russlandi tá á døgum. Tey
bæði, Anton og Olga, hittust á
fyrsta sinni í 1898, tvey ár eftir
at hann av álvara fór sjúklast av
tuberklum. Hóast tað javnt og
samt dró saman teirra millum og
tey giftust trý ár seinni, gjørdu
umstøðurnar, at teimum untust
upp á seg fá høvi at vera saman.
Heilsan sendi hann í útlegd á
Jalta, men leiklistin bant hana í
Moskva.
Verkið hjá Carol Rocamora
er í stuttum ein leikgerð av tí
brævaskifti Chekhov hevði við
Olgu Knipper tey seks árini,
sum hann átti eftir ólivað, við
ymsum vefti úr leikverkum,
ið Listleikhúsið setti upp
eftir hann í Moskva frá 1898
og fram til andlát hansara 2.
juli 1904, íðuliga við henni í
einum høvuðsleikluti, eitt nú
Másanum, Trimum systrum og
Kirsuberjagarðinum. Úr hesum
tilfari eydnast Carol Rocamora at
fáa eina samansetta mynd, ið við
ljósum og myrkum brigdum lýsir
viðurskiftini millum hesi bæði
merkisverdu fólkini og hvussu
listin og deyðin ísenn eru drivið
og hin óumberligi bakslátturin
kærleika teirra.
Sýningin hjá Maritu Dalsgaard
og Olaf Johannesen, sum Solveig
Weinkouff hevur leikstýrt, er,
uttan at siga øðrum nakað upp
á baki, ein av teimum heilt
sjáldsomu løtunum í føroyskari
leiklist. Hon er úrsýnd og skarar
fram úr á ein hátt, sum er so
sjálvsagdur sum hann er leysur
við yvirlæti. Framførslan skúrar
seg ikki inn á teg, sum ein
hvirla av hegni og tøkniligari
mekt. Hon er sum eitt fleyr bara.
Kortini, uttan at tað rættiliga
varnast tað, tekur hon teg av
fótum.
Og tað er eftir øðrum.
Sagt hevur verið um leikirnar
hjá Anton Chekhov, at teir skapa
áskoðaranum eina hugmynd
av sær, ið kann líknast við ein
øvutan klokkuljóm, sum byrjar
har hann av røttum átti at doyð
burtur við einum veikum, nóg
illa ansingarverdum klangi, men
síðani harðnar so spakuliga og
endar, tá ið kúlvurin tekur, við
einum duni, sum legst út í hvørja
nerv, í hvønn feril av tilviti.
Tøgnin aftaná er hvørt um
annað ræðulig og ein kensulig
útloysn.
Og tað kann sigast um hesa
uppsetingina við av “Eg taki
hond tína í mína...”. Hóast
pallmyndin er einfaldað, mest
sum minimalistisk, so er hon
ógvuliga Chekhovsk í sær, at
kalla sum ein spegling gjøgnum
tíð av stílinum og andanum í
verkunum hjá meistaranum.
Og eingin hissini spegling.
Tað veit gud.
Hetta setur tó eisini krøv til
leikararnar, stór krøv. Tað er ikki
hvør sum helst, ið kann taka á
seg at spæla slíkt verk, so at væl
verður. Ikki fyri tann skyld at
leikritið er torskilt í sjálvum sær
ella tí at tað (sum eitt nú summi
verk hjá Becket) líkasum vil
halda seg undan einvísari ella
skilaligari tulking.
Tvørturímóti.
Verkið er krevjandi av tí, at
tað bæði er atkomiligt, men
samstundis eisini bregdað saman
av fínligum skiftingum í gongd
og huglagi. At vísa seg tilfallandi
orðingar, tónabrøgd og rørslur
birta bráðar glottar av innsýni í
tað, sum er kjarnin í søguni. Til
at fáa heild í hetta krevja tey
leikandi at hava seg sjálvi undir
strongum aga á pallinum og
duga at lofta hvørjum smábrigdi.
Somuleiðis krevja tey at hava
ta røttu ferðina á spæli sínum út
ígjøgn og fram um alt: tað rætta
samlagið sínámillum. Missa tey
eitt einasta av hesum mongu
brigdum niður, raknar sýningin
upp og áskoðarin situr eftir við
onkrum, sum valla er akslaypp
vert.
Sjálvur havi eg sæð “Eg taki
hond tína í mína...” tvær ferðir
og hvørga ferð var skinkl í
framførsluni.
Og skal eg siga sum er kundi
eg saktans hugsað mær at sæð
hana einaferðina enn.
Spyrst so livst
Listin, deyðin og hin
spektleysi kærleikin
– Sjálvur havi eg sæð “Eg taki hond
tína í mína...” tvær ferðir og hvørga
ferð var skinkl í framførsluni.
Og skal eg siga sum er kundi eg
saktans hugsað mær at sæð hana
einaferðina enn, skrivar Carl Johan
Jensen í ummælinum
Mynd: Jens K. Vang