Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 130 - 10. juli 2006 Norðurlandahúsið er í summar farið undir at skipa fyri konsertum seinnapartar mánadagar og týsdagar KONSERT - Vit vildu fegin hava eitt sindur av lívi í húsinum um dagin gerandisdagar eisini, sigur Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum. Vanliga eru konsertir í Norðurlandahúsinum mest um kvøldið ella seinna- partin í vikuskiftum. - Men nú kunnu tey vitjandi seinnapartar má- nadag og týsdag eisini fáa eina fatan av, hvussu húsið kennist, tá eitt konsert- tiltak er í húsinum, sigur Niels Halm. Mánadags- og týsdags- konsertirnar byrjaðu síðst í juni og halda áfram juli mánað út. Á skránni hevur millum annað verið jazzur, blues, verðinstónleikur, klassiskur tónleikur og kórtónleikur. Í juli mánaði verður millum annað eisini kingotónleikur og rokktónleikur á skránni. Í dag verður konsert við Tórshavnar Manskóri, og týsdagin verður klassisk konsert við Atla El- lendersen og Sune Vejlby Brogård. Konsertirnar verða í Klingruni klokkan 14 og 16. Meiri fæst at vita um konsertirnar á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo Lív í Norðurlandahúsinum gerandisdagar tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Tríggir dagar á Lítlu Dímun uttan klokku, telefon ella myndatól. Tað er ein partur av verkætlanini hjá ungfólkum úr Noreg, Íslandi og Føroyum, »Kvirra Oyggin« UNGDÓMUR Í døgunum 9.-18. juli er verkætlanin Kvirra oyggin í Losjuni í Gøtu. 23 ung fólk úr Noreg, Íslandi og Føroyum skulu møtast og arbeiða saman í eina viku. Tað sum er serstakt við hesari verkætlan er, at tey skulu verða á Lítlu Dímun í tríggjar dagar. Hetta tíðarskeið verður ikki loyvt at hava klokku, telefon ella myndatól við, luttakarnir skulu ikki hava nakað samband við umheimin. Á tann hátt skulu tey rannsaka friðin og keðsemi, samstundis sum tey koma hvør øðrum sera nær í teimum primitivu umstøðunum á oynni. Verkætlanin endar við eini sermerktari og nýskapandi framførslu við sjónleiki, dansi, tónleiki, myndum og ljósi í Losjuni í Gøtu 17. juli. Fylgjast kann við verkætlanini Kvirra oyggin á heimasíðuni www. silentisland.com, sum verður dagførd hvønn dag meðan verkætlanin er í gongd. 6. juli 2006 Kvirra oyggin: Á Lítlu Dímun uttan samband Frá Silent Island framførðsluni á Vestmannaoyggjunum í 2004