Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 10. juli 2006  tíðindi Nýtt útsýni, flyta telt­pelar, burtur í bygd – ja, ikki er gott at vita. Men Djóni Ziska, sum í mong ár ikki hevur gjørt ann­að enn vindeygu og rútar í Føroyum, ar­beiðir nú hjá eini tí mest navnframu vind­ ey­g­averksmiðjuni í Danmark, sum eitur Velf­ac føroyingur uttanlands Orð & Myndir: Dávur Winther Á ferð í Danmark legði eg leiðina um Horsens, lestr­ ar­bý mínum í síni tíð. Har var nógv kent fólk at hitta. Men ser­liga áhugavert er at síggja, hvussu munandi býurin er broyttur – og ikki minst tær mongu stóru og vøkru lýsingarnar um al­skyns konsertir og tiltøk, sum eru í mentanarbýi Dan­ mark­ar burturav: Horsens. Á nýggjum ídnaðarsøki norð­an fyri Horsens liggja vark­ir virkisbygningar. Á tí eina stendur Velfac – Vind­u­ er for livet. Hugurin hevur onkuntíð reikað um at gera eina glasstovu, vegna tað, at summarið ikki rættiliga fæst uttandura í Føroyum. So hví ikki royna tað inni. Tí helt eg, at rættast var at banka uppá hjá Velfac. Velfac er kent merki og lýkur sera kravmiklar roynd­ir, sum einans verða gjørd­ar í Onglandi við røtt­um je­tmotorum. Har verða vindeyguni sett í so sonn veðurviðurskifti, sum gjørligt - og kanska verri enn tað. Eg bankaði uppá og segði míni ørindi. Tá ið tey skiltu, at eg kom frá Føroyum, var daman skjót at svara mær: »Ja­men vi har en færing her i huset, der hedder Djóni Ziska«! Løtu seinni sótu vit báðir Djóni í hugnaligum práti um, hvussu vindeygum kunnu gerast lívsverk, og ann­ars um, hvussu tú skrúvar teg fram til rættu loysnina. Djóni hevur saðlað av nýggj­um, flutt hús og heim til Danmarkar. Hann byggir í Ry, norðan fyri Horsens. Konan farin á skúlabonk, og Djóni hevur fingið gott arbeiði sum sølumaður hjá Velfac. Djóni Ziska er friðarligur av lyndi, men veit hvat hann tosar um. Hann hevur ára langar royndir innan yrkið úr Føroyum at vísa. Tá ið eg spurdi hvussu gekk, kom eitt lítið bros fram: »Eg haldi, tað gongur bara væl. Eg havi júst í hesi løtu vunnið míni deild í felagnum størstu einstøku umbønina av vindeygum í mong ár«! Tað gongur við rúkandi ferð í byggivinuni í Dan­ mark. Av somu orsøk eru kostnaðirnir høgir bæði á til­fari og smiðunum. Og freist­in at lata vørurnar er al­in long. Tað tykist sum Djóni Ziska hevur tikið orðini hjá Velfac til sín: »Vindeygu fyri lívið«. Men hann trívist í nýggja arbeiðinum. - Og nýtt útsýni er al­tíð gott, sigur tann fyrikom­andi og siðiligi Djóni Ziska, sum ætl­ar sær at vera í Danmark eina tíð. VELFAC 13.000 starvsfólk Umsetning 1,2 mia (2005) Hevur virki í 40 londum FAKTA Vindeygu fyri lívið Tað tykist sum Djóni Ziska hevur tikið orðini hjá Velfac til sín: »Vindeygu fyri lívið« Men hann trívist í nýggja arbeiðinum. - Og nýtt útsýni er altíð gott, sigur tann fyrikomandi og siðiligi Djóni Ziska, sum ætlar sær at vera í Danmark eina tíð ARBEIÐSSKAÐAR Uppskot til løgtingslóg um trygg­ing móti avleiðingum av arbeiðsskaða, ið lands­­stýr­ is­maðurin í vinnumálum ætl­ ar at leggja fyri Løgtingið í heyst, er nú send feløgum, myndu­g­leikum og stovnum til hoyringar. Vinnumálaráðið skriv­ ar á heimasíðuni, at lóg­ar­ upp­skot­ið byggir á somu meginreglur sum van­lukk­ u­tryggingarlógin, tó so, at munandi broytingar eru gjørd­ar, m. a. at hugtakið ar­beiðs­skaðar verður víðk­ að, og at heimilaðu veit­ ing­arnar verða víðkaðar. Broyt­ingarnar hava við sær, at fleiri arbeiðsskaðar verða fevndir av lógini, og at endurgjaldið fyri ar­beiðs­ skaðar verður hægri. Ætlanin er, at nýggja lógin skal koma í gildi 1. januar 2007, og fer hon tá at avloysa gald­ andi lóg á økinum, van­ lukkutryggingarlógina, sum lítið og einki er broytt síð­ani hon kom í gildi í 1966. Hoyringsfreistin er sett til 18. september 2006. Nýggj lóg um arbeiðsskaða - Orsøkin til at eg søkti akkurát til VELFAC er, at fyritøkan er ein innioativ. Og tá eg rokni við at framtídar vindeyguni koma at broytast nógv tey komandi árini, vil eg fegin vera við í fremstu rød. Mín styrki er so glas parturin av sjálvum vindeyganum, sigur Djóni Ziska