mánadagur 10. juli 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 130 - 10. juli 2006
Leygarkvøldið var
listanátt í Norð
urlandahúsinum.
Hetta var eisini
setanin av Summar
framsýningini 2006.
Á kvøldinum var
tónleikur og eisini
røða av donskum
listafrøðingi, ið
umrøddi verkini á list
aframsýningini
FRAMSÝNING
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Parkeringsøkið var fylt
kring Norðurlandahúsið, tá
ið stásiliga mentanarhúsið
lat dyrnar upp fyri almenn
inginum
og
bjóðaði
vælkomin
til
ársins
Summarframsýning. Tiltak
ið var eitt sindur forkunnugt
við at tað byrjaði kl. 22.00,
men rættiliga nógv lótu seg
freista av at koma framvið
hetta kvøldið. Og ímillum
tey vitjandi vóru heldur
ikki so fá úr tí unga ætt
arliðnum. Undan og eftir
setanarrøðuna var tónleikur
á skránni.
At byrja við var tónleikur
í forhøllini. Uni Reinert
Debess við Band – Búi
Dam,
Edvard
Nyholm
Debess og Rógva á Rógvi
– ið spældi blueskend løg
við orðum eftir Nyholm
Debess. Síðan var farið inn
í Klingruna har Niels Halm,
stjórin í húsinum, bjóðaði
øllum vælkomnum. Hann
gav orðið víðari til Dagmar
Warming, listafrøðing, ið
hugleiddi yvir verkini.
Summarframsýngini
2006
Setanarrøðan varð hildin við
einum stórum málningi eftir
Kára Svensson í bakgrundini.
Heitið á málninginum, ið
var umleið sjey metrar lang
ur og tríggjar metrar høgur,
er Norðhavið. Í síni røðu,
legði Dagmar Warming dent
á, at breiddin í føroyskum
listaverkunum var einki
annað enn ein styrkur. List
afrøðingurin legði fyri við
at viðganga, at hennara sam
band til føroyska list, sum
hjá so mongum øðrum,
var gjøgnum verk hjá Sám
al J. Mikines. Hon er lista
stovnsleiðari í Danmark, á
“Museum for Religiøs Kunst
i Lemvig”, og hevur m.a.
sýnt fram verk eftir Mikines.
Warming samanbar listina
við ein lívsdans, sum fleiri
eru við í. Og umstøðurnar
skulu vera tær bestu fyri
hendan dansin, tí eingin veit
at siga, hvør spírin verður til
ta vøkru blómuna. At enda
við ynskti hon, at tey ymisku
listafólkini framyvir fóru at
hava møguleika at luttaka
í listarliga lívsdansinum í
Føroyum við teirra instru
mentum og ymisku úttrykk-
um. Við hesum orðum var
Summarframsýningin 2006
sett.
Mannahár og fuglar
í klædningi
Úti við vindeyguni í Klingr
uni hekk nakað forvitnisligt,
ið fekk fleiri at steðga á.
Hetta vóru tvey segl eftir Titu
Vinth-er. Hesi hingu niður úr
loftinum. Tey eru fýra metur
til longdar og vovin, ikki úr
ull, men úr mannahári. Á
framsýningini var tað serliga
verkini hjá Edward Fuglø, ið
vakti ans hjá fólki. Tey hingu
niðri í Dansistovuni og var
har, mest sum allatíðina,
heilt fitt av fólki savnað.
Myndatekstur:
Myndatekstur:
Listanátt í Norðurlandahúsinum
•Við á framsýningini í
ár eru Edward Fuglø,
Sigrun Gunnarsdóttir,
Astri Luihn, Hans Pauli
Olsen, Guðrið Poulsen,
Eyðun av Reyni, Kári
Svensson og Tita
Vinther
•Setanarrøðuna helt
Dagmar Warming,
listafrøðingur og
stjóri fyri “Museum
for Relgiøs Kunst i
Lemvig”
FAKTA
Verk eftir Titu Vinther hanga úti við vindeyguni í Klingruni
Fuglur í klædningi