Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 10. juli 2006 5 tíðindi – Í ár hava føroyingar givið íslendingum gávur fyri einar 200 milliónir og tað er heilt burturvið, sigur Atli Hansen, reiðari Fiskiskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað, sum fer fram í løtuni er púra ørt. Orðini eigur Atli Han­ sen. Hann er reiðari og hevur eisini verið formaður í fe­lag­num Nótaskipum í mong ár. Og tað, sum hann heldur vera púra ørt, er ein partur av okkara fiskivinnusamstarv við íslendingar. – Vit hava eitt fiski­vinnu­ samstarv við Íslendingar, sum ger, at vit hvørt ein­ asta ár, geva teimum fiski­ ríkidømi fyri einar 200 milliónir krónur, uttan at fáa nakað sum helst afturfyri. – Tí kann eisini sigast, at vit rætt og slætt geva íslendingum eina gávu uppá 200 milliónir um árið, uttan at fáa nakað afturfyri. – Tað er heilt burturvið, endurtekur hann. Íslendingar fáa allan fyrimunin Hann sigur, at tað er ein avtala, sum føroyingar og íslendingar hava havt í nøkur ár, sum ger, at vit lata íslendingum hesa gávu hvørt einasta ár. Avtalan er, at føroyingar og íslendingar kunnu frítt fiska svartkjaft inni hjá hvørjum øðrum. – Við hesari avtaluni hava íslendingar í ár fiskað eini 200.000 tons av svartkjafti undir Føroyum. – Men føroyingar hava neyvan fiskað ein stert und­ ir Íslandi, tí har er ongin svartkjaftur, sigur Atli Hansen. Hann sigur, at tann ein­ falda orsøkin til tað, er, at tað er so nógv meiri svartkjaftur undir Íslandi. Hetta er ein avtala, sum hevur verið ímillum íslendingar og føroyingar í nøkur ár, men reiðarin í Gøtu sigur, at hon hevur altíð givið Íslendingum stór­ an fyrimun. – Men nú ber av, tí í ár hava vit neyvan fiskað ein stert inni hjá íslendingum, samstundis sum teir hava fiskað eini 200.000 tons inni hjá okkum. Atli Hansen staðfestir, at tað er heilt burturvið at hava eina fiskiveiðiavtalu ímillum tvey lond, har ójavnin er so stórur, sum hann er í hesum føri og har annað landið hevur so stóran fyrimun framum hitt landið, sum talan er um í hesum føri. Felagið Nótaskip hevur hvørt einasta ár heitt á Fiski­ málararáðið um at taka stig til at fáa hendan ójavnan burtur. – Tað hava vit eisini gjørt í ár, men nú hava vit fingið boð um, at onki verður gjørt í ár, men at spurningurin verður tikin upp næsta ár. Vánaligt býti fyri føroyingar Atli Hansen staðfestir eis­ ini, at hendan avtala um svartkjaftin hevur onki við fiskivinnusamstarvið við Ís­land annars at gera. – Vit høvdu botn­fiska­ kvotu langt áðrenn, hendan avtalan um svartkjaftin kom upp á tal. – Men sjálvt um hendan svartkjaftaavtalan verður tengd saman við okkara fiski­rættindum eftir botn­ fiski undir Íslandi, hava íslendingar framvegis ein so stóran fyrimun, at tað líkist ongum. Og skuldi hetta ført til, at vit skuldu mist okkara botnfiskakvotu undir Íslandi, so gerst ikki við tí tað, sum vit fiska undir Íslandi, er undir øll­ um umstøðum nógvar ferð­ ir minni vert enn tað, sum íslendingar fiska undir Før­ oyum. – Tí høvdu vit fingið nógv meiri burturúr at brúkt hesi 200.000 tons­ ini, sum íslendingar fiska av svartkjafti undir Før­ oyum, til at handla við í samráðingum um fiski­rætt­ indi onkrastaðni, sigur Atli Hansen. – Í øllum førum er tað eitt sera vánaligt býti fyri okkum at geva íslendingum 200.000 tons av svartkjafti undir Føroyum fyri tann botn­fisk, vit fiska undir Íslandi, tí tað er nógv minni vert enn tann svartkjafturin, íslendingar fiska hjá okk­ um. Mugu fáa fyri at lata Hann sigur, at í dag verða allar kvotur handl­að­ar. Tann, sum letur fiski­rætt­ indi frá sær, skal hava okk­ urt afturfyri. Í dag slepp­ ur ongin at fiska inni hjá einum øðrum, uttan at be­tala fyri tað. – Men í hesum føri fáa vit onki afturfyri og tað er ein brølari av rang, at Bjørn Kalsø ikki tekur trupul­ leikan upp, so at vit fáa okkurt afturfyri svartkjaft­ in, vit lata íslendingum. Og gamli formaðurin í Nótaskipum heldur, at tað er umráðandi at taka trupulleikan upp, áðrenn ov seint er. – Fyri hvørt ár, vit lata hetta ganga, verður avtalan fastari og fastari kjølfest og áðrenn vit vita av, fara íslendingar at tvíhalda um, at teir hava søgulig rættindi til hendan svartkjaftin undir Føroyum og tá hava vit milt sagt farin beint í flórin. Tí mælir Atli Hansen staði­liga til, at trupulleikin verður tikin upp, tá ið samráðingar við íslendingar verða aftur. – Tað einasta er at spola tíðina aftur til áðrenn hend­ an avtalan varð gjørd og gera eitt nýtt býti, tí skulu íslendingar hava svartkjaft frá okkum, mugu vit hava okkurt frá teimum afturfyri, sigur Atli Hansen. – Vit eiga ikki at vera bangin fyri at tosa við íslendingar um trupulleikan, heldur Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum Fiskiskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit eiga ikki at vera bangin fyri at taka spurninginin upp við íslendingar. Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løg­ tinginum, er samdur við Atla Hansen í, at tað er alt ov stórur ójavni í fiskivinnusamstarvinum ímill­um føroyingar og ís­lend­­ingar. Í greinini omanfyri vísir Atli Hansen á, at í ár hava íslendingar fiskað svartkjaft undir Føroyum fyri einar 200 milliónir krónur, men at vit valla fiska ein stert undir Íslandi. Og Hendrik Old er samd­ ur í, at býtið er so skeivt, at spurningurin eigur at verða tikin upp. Hann heldur eisini, at vit hava so gott samband við íslendingar, at vit eiga held­ ur ikki at vera bangin fyri at taka spurningin upp mitt í árinum, hóast broytingar kanska ikki kunnu gerast fyrrenn á nýggjárinum, tá ið ein nýggj avtala verður gjørd. Formaðurin í vinnunevnd­ ini heldur, at avtalan ímillum Føroyar og Ísland eigur at verða gjørd so liðilig, at tað ber til at gera broytingar í, tá ið bytið verður so út av lagi, sum tað er nú. Tí heldur hann, at hetta er ein spurningur, sum sam­ gongan eigur at taka upp, tó at Bjørn Kalsø, lands­ stýrismaður átti at verið tann fyrsti at tikið málið upp. – Eg haldi, at hetta er eitt av teimum málum, sum tað hevur skund at taka upp, sigur Hendrik Old.Verður málið ikki tikið upp, kunnu íslendingar rópa seg upp á søgulig rættindi og tá kann tað vera serstakliga trupult at broyta nakað. Men, hvussu tað skal ger­ ast, veit Hendrik Old ikki enn. – Ein máti er at avmarkað íslendska fiskiskapin und­ir Føroyum, men ein annar máti er at útvega før­oy­ ingum størri rættindi undir Íslandi, kanska av botn­ fiski. – Men tað eru spurningar, sum vit eiga at taka upp við íslendingar og íslendingar ganga ikki í so smáum skóm, at tað ikki ber til at tosa við teir um trupulleikan, staðfestir Hendrik Old. Vit fingu annars ikki fatur á Birni Kalsø, lands­ stýrismanni í fiski­vinnu­ málum. Mugu fáa javnari býti ímillum Føroyingar og íslendingar Føroyingar geva íslendingum gávur fyri 200 milliónir krónur - Hetta er ein spurningur, sum tað hevur skund at taka upp, sigur Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum – Tað er ein brølari av rang, at Bjørn Kalsø ikki tekur hendan trupulleikan upp, sigur Atli Hansen, reiðari