mánadagur 10. juli 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 130 - 10. juli 2006
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
ÚTLOND
Stutt sagt
Stórt trot á sjófólki
Tað stendur á hjá danska
handilsflotanum at fáa
nóg mikið av skiparum og
stýrimonnum, og sambært
felagnum Søfartens Led
ere hendir tað meiri enn
so, at reiðarar royna at
yvirtala yvirmenn hjá
øðrum reiðaríum at koma
til sín ístaðin fyri.
Søren Hansen, sum
er fakligur skrivari hjá
Søfartens Ledere, sigur
við Ritzau, at trotið á skip
arum og stýrimonnum
ger, at menn sleppa ikki
at vera heims ta ásettu
frítíðina, men noyðast
umborð aftur fyrr enn
ætlað. Aðrir noyðast at
taka eitt tørn eyka, áðrenn
teir sleppa heim.
Donsku handilsskipa
reiðaríini hava ongantíð
havt so mong skip í gerð
sum nú, og tí fer tørvurin á
skiparum og stýrimonnum
at veksa. Eitt nú fær A.
P. Møller-Mærsk eitt nýtt
skip um vikuna næsta ár,
skrivar Ritzau.
Kvinnur fáa grið
Krokodilla tók smágentu
Leygarkvøldið tók ein
saltvatnskrokodilla eina
átta ára gamla smágentu
út í eina á har norðuri í
Avstralia, og síðani hevur
eingin sæð nakað til
gentuna.
Gentan var á veiðiferð
saman við foreldrunum
og øðrum, men tey fingu
einki gjørt, tá krokodillan
brádliga kom undan kavi
og tók gentuna. Løgreglan
sigur, at gentan var farin
oman at ánni Blythe eftir
vatni, tá krokodillan tók
hana. Kavarar og servandir
krokodilluveiðimenn
vórðu alt fyri eitt sendir
at leita, men teir funnu
einki.
Tey seinnu árini eru
saltvatnskrokodillurnar
har norðuri í Avstralia
øktar nógv í tali. Fyrst
í sjeytiárunum var stovn
urin so illa fyri, at kroko
dillurnar vórðu mettar
sum eitt hótt djóraslag. Tá
vóru bara nakrar hundrað
eftir, men myndugleikarnir
siga, at nú eru tær fleiri
enn 10.000. Tað hevur
eisini víst seg, at tær eru
vorðnar meiri næskar tey
seinastu árini, og í fjør drap
ein
saltvatnskrokodilla
ein 55 ára gamlan mann
nærhendis býnum Dar
win.
Tær størstu avstralsku
saltvatnskrokodillurnar
eru um sjey metrar lang
ar.
Í Pakistan hevur Pervez
Musharaf, forseti, gjørt av
at broyta tær muslimsku
lógirnar, og tað ber millum
annað í sær, at 1.300
kvinnur, sum sita í fongsli
fyri ótrúskap og aðrar
brotsgerðir, kunnu sleppa
leysar ímóti loysigjaldi.
Eygleiðarar í Pakistan
siga, at forsetin er djarvur.
Hann hevur fyrr talað fyri
at broyta tær muslimsku
lógirnar. Eitt nú ætlaði
hann eina ferð at broyta
lógina um guðsspottan,
men noyddist at taka upp
skotið aftur, tí tað fekk
sera harða mótstøðu frá
víðgongdum
kreftum,
skrivar AP.
Verandi lóggáva sigur,
at kvinnur, sum hava
kynsligt samband uttan
fyri hjúnalagið, kunnu
steinast til deyða. Ein
onnur lógargrein sigur,
at kvinnur, sum drekka
alkohol, kunnu revsast við
80 koyrlasløgum, og ein
kvinna, sum verður tikin
fyri stuldur, kann missa
annann armin. Tað eru
hesar revsingarnar, sum
forsetin heldur vera ov
harðar og ótíðarhóskandi,
og sum hann nú ætlar sær
at broyta.
Pervez Musharaf – ein
djarvur maður
Kanska vóru tað
bremsurnar sum sviku
Lendingarbreytin var
vát og sýnið vánaligt,
tá flogfarið gleið av
breytini í Irkutsk og
rendi á eini hús
Flogvanlukka
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
204 fólk vóru í flogfarinum,
sum í gjár royndi at seta seg
á flogvølllinum í russiska
býnum Irkutsk. Í gjár høvdu
bjargingarliðini funnið 124
deyð, teirra millum fleiri
skúlabørn, sum skuldu
halda summarfrí við Bai
kal-vatnið har eysturi í
Russlandi.
Tað regnaði illa í Irkutsk,
og sýnið var vánaligt, tá
Airbus-flogfarið setti seg,
men av einari ella aðrari
orsøk fór flogfarið á glið
og út av lendingarbreytini.
Har rendi tað fyrst á ein
betongvegg og síðani á eini
hús. Eldur kom í flogfarið
beinanvegin, og tað tók
sløkkiliðnum tríggjar tímar
at basa honum.
Innanríkisráðið í Moskva
kunngjørdi í morgun, at
sambært fyribilskanningum
sviku bremsurnar, tá flog
farið hevði sett seg. Bremsu
brekið gjørdi, at aðrar skip
anir virkaðu heldur ikki,
og tí fór flogfarið útav,
segði ein talsmaður hjá inn
anríkisráðnum við AFP.
Hetta er onnur vanlukkan
á flogvøllinum í Irkutsk
seinastu fimm árini. Í 2001
doyðu øll tey 145 fólkini,
tá eitt flogfar fór útav, júst
sum tað hevði sett seg har.
Ein talsmaður hjá flog
starvsfólkunum í Noregi
sigur
við
Dagsavisen,
at fólk eiga at hugsa seg
um, ætla tey at flúgva við
russiskum flogfeløgum. Tey
seinastu árini hava feløg
ini fingið sær Boeing- og
Airbus-flogfør, men tað eru
framvegis tey, sum brúka
flogfør av slagnum Tupolev.
Hesi eru gomul, og fólk eiga
ikki at ferðast við teimum,
sigur
talsmaðurin
hjá
norsku flogstarvsfólkunum,
sum leggur aftruat, at fólk
eiga at brúka flogfeløg, sum
hava verið virkin leingi, tí
tað borgar fyri, at feløgini
hava trygdina í lagi, sigur
hann.
Lívshættisligt at hava
skeivt navn
Shiamuslimsk harka
lið seta vegbyrgingar
upp í Bagdad, og
fólk, sum hava sunni
muslimsk nøvn, verða
tikin til viks og skotin
Irak
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Lógloysi ræður í irakska
høvuðsstaðnum. Vápnaðir
shiamuslimskir bólkar seta
vegbyrgingar upp ymsa
staðni í býnum. Menninir
eru ofta í løgreglu-. ella
hermannabúna,
og
teir
steðga øllum, sum koma
framvið. Tey, sum hava shia
muslimsk nøvn, sleppa at
halda leiðina fram, meðan
fólk við sunnimuslimskum
nøvnum verða tikin til
viks og síðani skotin, sigur
BBC.
– Vápnaðir shiamuslimar
drepa allar sivilar sunni
muslimar, so skjótt teir
hava kannað nøvn teirra,
sigur ein kelda í irakska
innanríkisráðnum við Reut
ers. Keldan leggur afturat,
at tað hendir eisini javnan,
at teir vápnaðu menninir
taka seg inn í hús hjá sunni
muslimum og skjóta hús
fólkið.
Sambært BBC hava minst
40 fólk latið lív á hendan
hátt teir seinastu dagarnar,
og fleiri kvinnur og børn
eru teirra millum.
Sunnimuslimskar keldur
siga fyri BBC og Reuters,
at álopini eru helst hevd
fyri bumbuálopið á eina
shiamuslimska mosku í
býarpartinum Jihard um
vikuskiftið. Tað álopið kost
aði tvey mannalív, og 19
vórðu særd.
Reuters skrivar, at teir
vápnaði
shiamuslimsku
bólkarnir hava stongt fleiri
vegir við brennandi bildekk
um, og fólk hava fingið boð
um atr halda seg innandura,
tí vandi er fyri sunnimus
limskum hevndarálopum.
Amerikanska hervaldið
sigur, at tað hevur sett tyrlur
at fylfja gongdini, og at
tíðindini um shiamuslimsk
álop og morð verða kann
að.
Russiska flogfarið fór í fleiri petti, tá
tað rendi á ein betongvegg og eini hús
Mynd: Reuters
Fólk eiga at hugsa seg um,
tá tey flúgva í Russlandi
Talsmaður hjá norskum flogstarvsfólkum