mánadagur 10. juli 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 10. juli 2006
7
tíðindi
Løgreglan hevði eitt
óvanliga friðarligt
vikuskifti. Tó er
ein óheppin gongd
at fólk rýma frá
ferðsluóhappum
Vikuskiftið gekk friðarliga
fyri seg hesaferð. Okkurt
smávegis ferðsluóhapp var.
Leygarnáttina klokkan 1
rendi ein bilur í bilverjuna
við Áir. Bilurin fór sera illa,
og tvey fólk vórðu koyrd á
sjúkrahúsið. Tey høvdu tó
ikki fingið nøkur álvarslig
mein.
Annars vóru átta smá
ferðsluóhapp,
har
ið
einans skrokk-skaðar vóru
avleiðingin.
Tað er vorðið vanligt, at fólk
rýma frá ferðsluóhappum.
Tað hendir, at onkur ger
skaða á ein annan bil, og at
viðkomandi ikki sigur frá,
frætta vit frá vakthavandi
á løgreglustøðini í Havn.
Hetta er sera keðiligt hjá
viðkomandi, sum eigur
tann
meiðslaða
bilin.
Løgreglan heitir tí á øll
um at geva seg til kennar,
um tú hevur verið í einum
ferðsluóhappi. Hetta eisini,
um tú hevur meinslað ein
annan bil.
Á
Fjarðastevnuni
í
Vestmanna
gekk
alt
friðarligt
og
væl
fyri
seg. Einki var skrivað í
døgnfrágreiðingini.
HeiniK
Fólk rýma frá ferðsluóhappum
Nýggj
flutningsfyritøka
í Leirvík.
Flutningsfyritøkan
Serv-You koyrir
vørukoyring
í Eysturoy,
Norðoyggjum,
Streymoy og Vágum
VØRUFLUTNINGUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Flutningsfyritøkan Serv-
You hevur bústað í Leir-
vík. Umframt vanligan
vøruflutning, koyra teir
eisini flogfrakt og koyra
við pakkum í Eysturoy,
Streymoy, Vágum og Norð-
oyggjum.
Viðskiftafólkini eru ikki
bert virkir og stovnar,
men eisini privat fólk, ið
tørva vøruflutning ella
hava eitthvørt ørindi. Serv-
You fæst við bæði stóran
flutning og minni ørindi.
Serv-You Transport koyrir
sum sagt í meginøkinum,
men teir hava samstarvs-
felagar og kunnu tí avgreiða
viðskiftafólk um alt landið
Vøran verður koyrd út sama
dag ella morgunin eftir. Um
tú hevur tørv á bráðfeingis
flutningi, kunnu teir seta øll
onnur ørindi til viks eftir
avtalu.
Serv-You hevur viðskifta-
fólk, sum einans hava tørv
á flutningi hendinga ferðir,
og fastar kundar. Tað ber til
at keypa 10-túra kort við
avsláttri ella at geva eina
fasta avtalu við Serv-You.
Meira fæst at vita á www.
serv-you.net.
Serv-You
– Nýggj
flutningsfyritøka
FERÐING
Fyri
at
betra
um
møguleikarnar
hjá
ferðafólki at koma
til og frá nøkrum av
Føroya vakrastu og
mest vitjaðu plássum,
økir Bygdaleiðir um
koyringina til Gjáar og
Saksun.
S t r a n d f e r ð s l a n
upplýsir,
at
frá
mánadegnum 26. juni
til týsdagin 15. august
verður
busskoyring
til Gáar økt, og nú
er eisini møguligt at
koma aftur og fram í
vikuskiftinum. Sama
tíðarskeið verður eisini
koyrt
til
Saksunar
hvønn gerandisdag í
vikuni.
- Hettar ger tað
møguligt hjá ferðafólki
at gera dagstúrar til
Gjáar og seinnapart
túrar til Saksunar, sigur
Strandferðslan.
Eggjar fólki
at fara til
Saksunar
og Gjáar
- Við avgerðini hjá
Fíggjarnevndini
er sera óvist, um
stuðulsviðurskiftini
hjá næmingunum
verða avgreidd,
áðrenn
skúlaársbyrjan
í august, sigur
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin
í
almanna- og heilsumálum
harmast um, at Fíggjarnevnd
Løgtingsins ikki hevur sett
seg nóg væl inn í málið,
tá nevndin tók avgerð um
ikki at ganga umsóknini
hjá landsstýrismanninum í
mentamálum um eykajáttan
til stuðlar í skúlunum á
møti.
Í
grundgevingini
hjá
Fíggjarnevndini
verður
ófullfíggjað víst til avgerð
hjá
Kærustovninum,
og
við
hesum
tekur
Fíggjarnevndin avgerð um,
at tað er landsstýrismaðurin
í almanna- og heilsumálum,
ið hevur ábyrgdina fyri at
veita børnum við serligum
tørvi stuðul í skúlatíðini.
Tað sum Fíggjarnevndin
ikki tekur hædd fyri er, at
avgerðin hjá Kærunevndini
í almanna- og heilsumálum
er grundað á, at eingin avtala
er millum almannaverkið
og skúlaverkið. Í saman-
dráttinum av avgerðini
stendur soleiðis:
»Avgerðin varð grundað
við, at inntil almannaverkið
og skúlaverkið hava funnið
eina skipan viðv. stuðulsfólki
til børn í skúlatíðini, so átti
avslag upp á stuðulsfólk
sum persónligan hjálpara
- í teimum førum har tað
er tørvur á slíkum stuðli í
skúlatíðini - ikki at noktast
skúlanæmingi
einans
vísandi til, at talan var um
eina skúlaútreiðslu.«
Hesa
skipan
hava
skúlaverkið og almanna-
verkið
funnið
semju
um, og tað varð grundað
á
hesa
semju,
at
mentamálaráðharrin sendi
inn umbøn um játtan við
fíggjarnevndarskjali. Talan
er um eina politiska avgerð,
har
landsstýrismaðurin
í
mentamálum
og
landsstýrismaðurin
í
almanna- og heilsumálum
samdust um, at útreiðslurnar
innan
skúlagátt
skulu
haldast
av
einum
og
sama myndugleika. Við
hesum
varð
staðfest,
at verandi siðvenja, ið
byggir á meginregluna um
sektorábyrgd, skal vera
galdandi.
Við avgerðini um ikki
at ganga umsóknini hjá
mentamálaráðharranum á
møti, hevur Fíggjarnevndin
avgjørt at seta meginregluna
um sektorábyrgd til viks.
Landsstýrismaðurin
í
almanna- og heilsumálum
ivast í, um broytingin fer at
viðføra eina meiri liðiliga
og betri skipan fyri børnini.
Landsstýrismaðurin
vil
tó í øllum førum gera sítt
til, at børnini ikki gerast
“svartiper” í hesum máli,
og vil tí hervið boða frá,
at hann fer at bera fram
umsókn
við
nýggjum
fíggjarnevndarskjali,
so
skjótt tingið er savnað
eftir summarfrí. Við tað
at talan er um at broyta
verandi siðvenju, so er
peningur til persónligar
stuðlar í skúlunum ikki
tøkur
á
játtanini
hjá
Almannastovuni.
-
Við
avgerðini
hjá
Fíggjarnevndini er sera
óvist, um stuðulsviður-
skiftini hjá næmingunum
verða avgreidd, áðrenn
skúlaársbyrjan í august,
sigur Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður
Hans Pauli Strøm
landsstýrismaður
Ógreiða um stuðulsviðurskiftini
hjá næmingum