mánadagur 10. juli 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 130 - 10. juli 2006
tíðindi
- Tað var tann tíð, tá
ið skipini onga køling
høvdu, ei heldur
nakran ís. Tá kundi
fiskurin vera ringur.
Onkur hending var,
har eg noyddist at
biðja skip fara avstað
aftur, tí fiskurin var
ón‡tiligur – og tá var
ikki so gott at vera
Jákup Oluf Joensen,
sigur fryntligi
fuglfirðingurin,
sum í samfull 38 ár
starvaðist á Havsbrún
í Fuglafirði. Hann
hevur alt gott at bera
sínum starvsfeløgum
og manningunum
umborð á teimum
mongu skipum, hann
hevur havt við at gera
Prát
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgin, týsdagin 12.
juli, fyllir eitt kent andlit í
Fuglafirði, 75 ár. Maðurin
er Jákup Oluf Joensen,
sum starvaðist á Havsbrún
í Fuglafirði í samfull 38 ár.
Hann byrjaði á virkinum
longu árið eftir, at Havsbrún
tók ímóti fyrstu lastini,
og hevur verið í starvi á
virkinum heilt fram til fyri
einum ári síðan.
- Eg byrjaði á virkinum,
18. juni í 1967 og ynskti
at gevast, 18. juni í 2005
– ella júst 38 ár seinni,
sigur fuglfirðingurin, sum
hevur verið umsjónarmaður
á Havsbrún ein hálvan
mansaldur.
Lívsstarvið
Við
uppgávuni
sum
umsjónarmaður,
hevur
Jákup Oluf verið andlitið
hjá
virkinum
úteftir
mótvegis teimum mongu
skipum, sum ígjøgnum
árini hava lagt sína veiði
upp í Fuglafirði.
- Eg byrjaði við turkirnar,
sum turkaðu mjøl, tá ið eg
kom inn á virkið at arbeiða,
og hetta arbeiði hevði eg
tey fyrstu árini. Síðan bleiv
eg biðin um at taka arbeiði
úti á bryggjuni og hava við
allar bátarnar, sum landaðu
til virkið, at gera. Hetta
gjørdist mítt lívsstarv.
Hann heldur, at eini 12
fólk arbeiddu á Havsbrún, tá
ið hann byrjaði á virkinum.
- Tá var framleiðslan
ikki so automatiserað, sum
hon er í dag. Alt fór upp í
sekkir, sum skuldu stáplast,
og hetta gjørdu vit í fleiri
ár.
Jákup Oluf sigur, at
í
arbeiðnum
at
skipa
fyri
landingartørni
hjá
skipunum, samskifti hann
við virkisleiðaran, sum var
Heri Jøkladal.
- Eg arbeiddi undir
honum øll árini, men
okkurt skifti var hann
burtur í farloyvi, eitt nú
í Grønlandi, har verfaðir
hansara búði, men so kom
hann aftur. Vit høvdu eitt
ógvuliga gott samstarv øll
árini, vit arbeiddu saman.
Heri gavst á Havsbrún
nakað, áðrenn Jákup Oluf
gavst.
Altíð tøkur
- Tá ið skip ringdu um landing
í vanligari arbeiðstíð, tóku
skrivstovufólkini telefonina
og stillaðu um til mín, men
tá ið skrivstovutíðin var
av, var umstilling á mína
telefon. Eg hevði soleiðis
telefonina opna, eisini tá
ið eg var við hús, dag sum
nátt.
Hann sigur, at tá ið skip
ringdu, var uppgávan hjá
honum at fáa at vita, hvussu
gekst á verksmiðjuni – og
hvussu nógv var í tangunum.
Tá ið hann visti, hvussu stóð
til á verksmiðjuni, kundi
hann siga skipunum, nær
tey kundu sleppa framat at
landa.
- Tá ið vit ikki megnaðu
at taka ímóti, tí ov nógvur
fiskur var, noyddust vit at
biðja skipini fara aðrastaðni
við fiskinum. Vit royndu
tó at skipa so fyri, at tað
ikki altíð vóru tey somu
skipini, sum noyddust av
landinum.
Jákup Oluf sigur, at
samskiftið við skipini gekst
væl, og skiparar hava verið
stak góðir at hava við at
gera.
Avstað aftur
- Treyðugt so, at ikki onkur
hending er at minnast
aftur á. Tað kom fyri, at
eg noyddist at senda skip
avstað aftur, tí fiskurin var
ón‡tiligur – og tá var ikki
gott at vera Jákup Oluf, sum
fryntligi
fuglfirðingurin
tekur til.
Skipið noyddist tá at fara
útaftur og stoyta fiskin í
havið aftur.
Jákup Oluf sigur, at tað
var tann tíð, tá ið fiskurin
var ringur. Skipini høvdu
onga køling, og tey høvdu
heldur ongan ís.
- Ídnaðarbátarnir, sum
royndu
í
Norðsjónum,
komu viðhvørt í ta støðu,
at fiskurin gjørdist ov
gamal. Teir kundu fiska í
eitt samdøgur og fáa 40
tons. Síðan kom illveður,
og teir noyddust til lands í
Hetlandi ella aðrastaðni. Tá
ið veðrið blíðkaði, fóru teir
útaftur og fiskaðu eini 100
tons aftrat, so skipið var
fult. Tá ið hesir bátar komu
á Fuglafjørð, kundi fiskurin
vera rættiliga gamal og
oyðilagdur.
Góður fiskur
Hann
sigur,
at
við
ísvirkinum, sum Havsbrún
læt
byggja,
gjørdist
fiskurin nógv betur, men
tá kundu tørnini hjá honum
sum umsjónarmanni eisini
gerast rættiliga long, tí
nú skuldi hann eisini lata
skipunum ís.
Í
sínum
starvi
sum
umsjónarmaður, leveraði
Jákup Oluf skipunum eini
20.000 tons av ísi um árið.
- Tað var ein hending
ikki so nógv ár herfyri, at
ein íslendskur bátur, sum
hevði eini 500 tons inni,
royndi at ”sn‡ta” meg. Í
tanganum var tað bera gass
og eingin ilt. Eingin maður
kundi fara niður. Tá spurdi
skiparin, sum annars var ein
ógvuliga fryntligur maður,
um teir ikki kundu landa
sjálvir. Men her noyddist eg
at vera avgjørdur og siga, at
teir í hvussu er ikki kundu
fáa amboðini hjá Havsbrún
til landingina.
Jákup Oluf fekk umsíður
burtur úr skiparanum, at
tann elsti fiskurin tá var
einar 18 dagar gamalur.
- Skipið fór avstað aftur
og noyddist at pumpa allan
fiskin í havið aftur, sigur
hann.
Hann sigur, at tað er
sonevnda TVN-góðskan,
sum hann mátaði, tá ið
metast skuldi um dygdina
á fiskinum.
-
Var
TVN-góðskan
ov høg, var ov nógv rot
í fiskinum, leggur hann
aftrat.
Nútímans virki
Nú hevur Havsbrún heilt
onnur
og
framkomnari
amboð til mátingar av
dygdini á fiskinum. Tí
er ikki longur neyðugt at
ganga umborð á skipini
og hyggja. Áður tendraðu
teir eitt stearisljós í lastini.
Sløknaði ljósið, var eingin
ilt eftir.
- Amboðini eru nú so
framkomin, at dygdin á
fiskinum verður mátað á
sjálvari vektini so hvørt,
sum
fiskurin
verður
vigaður, sigur Jákup Oluf.
Umsjónarmaðurin
á
Havsbrún gjøgnum øll hesi
mongu ár leggur stóran dent
á, at dygdin á fiskinum,
sum virkið keypir í dag, er
sera góð.
Hann vísir á, at bæði
svartkjafturin,
lodnan,
sildin og makrelurin, sum
virkið keypir, eru góð, og
stundum er lodnan so fesk,
at teir noyðast at ”goyma”
hana í tangum, áðrenn hon
fer til framleiðslu.
- Virkið er nógv útbygt
gjøgnum fleiri ár, og í
dag kunnu 2.000 tons fara
gjøgnum maskinurnar um
døgnið. Fólk sita við teldum,
og øll arbeiðsgongdin er
nógv lættari, effektivari
og betur. Hetta er ein heilt
onnur verð, enn tá ið eg
byrjaði, leggur hann aftrat.
Dugnalig leiðsla
Jákup Oluf Joensen er
ógvuliga fegin um, at
Havsbrún er eitt virkið, sum
gongur ógvuliga væl, og
hann heldur, at fóðurdeildin
á Havsbrún man vera tann
flottasta í heiminum, sum
hann tekur til.
Tey 38 árini, fryntligi
fuglfirðingurin
arbeiddi
á Havsbrún, hevur hann
arbeitt undir fleiri stjórum,
og hann hevur alt gott at
bera bæði høgum og lágum,
sum hann hevur starvast
saman við øll árini.
- Fyrstu stjórarnir vóru
Esmar Fuglø og Difleif
Eldevig, síðan kom Andreas
Lava Olsen, sum í fleiri ár
rak virksemið saman við
Ditleifi.
Hann sigur, at Bergur
Poulsen, sum hevur verið
andlitið hjá Havsbrún úteftir
seinastu 20 árini, hevur eins
og undanfarnu stjórar verið
ógvuliga dugnaligur.
- Øll, sum eg havi starvast
saman við á virkinum,
hava verið ógvuliga fitt og
fryntlig fólk, og eg havi alt
gott at bera teimum øllum.
Fylgir væl við
Hóast Jákup Oluf Joensen
endaliga gavst at arbeiða á
Havsbrún fyri góðum ári
- Eg havi fult álit á, at Havsbrún
í Fuglafirði er í góðum hondum
Jákup Oluf Joensen, Fuglafjørður: