mánadagur 10. juli 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 10. juli 2006
9
tíðindi
síðan, fylgir hann væl við
øllum, sum gongur fyri seg
við bryggjukantin.
Kona hansara, Rosmunda,
sigur, meðan vit práta, at
tað kemur ikki eitt skip inn
um Ennið, at Jákup Oluf
ikki fer eftir kikaranum og
vil hava at vita, hvat skip
talan er um.
- Eg koyri framvegis
nógvar túrar norður á
bryggjuna og hyggi, hvat
gongur fyri seg, og av og á
detti eg inn á gólvið til ein
kaffimunn.
Jákup Oluf sigur, at hann
kennir ikki øll tey ungu,
sum eru á virkinum í dag,
men hann ivast onga løtu
í, at tað eru dugnalig fólk,
sum tey tilkomnu og eldru á
virkinum hava fingið aftrat
sær, sum tíðin er liðin.
- Øll hava trivist væl
á Havsbrún, og tað er
orsøkin til, at fólk eru
vorðin so ”gomul” í starvi
á virkinum. Haraftrat hevur
leiðslan havt tann hugburð,
at eingin verður sagdur úr
starvi fyri aldur. Hetta haldi
eg er ógvuliga gott fyri tey,
sum hava tænt fyritøkuni
leingi og eru komin nakað
upp í árini.
Í góðum hondum
Hann sigur, at hann hevur
fult álit á, at tann leiðsla,
sum virkið hevur í dag og
tey starvsfólk, sum leiðslan
hevur aftrat sær, fara at
megna at ganga framtíðini
á møti.
- Tey, sum standa við
ábyrgdini
á
virkinum,
eru ung og dugnalig fólk
við góðum útbúgvingum
og drúgvum royndum á
sínum øki. Jú, eg haldi,
at framtíðin hjá Havsbrún
er í góðum hondum, sigur
Jákup Oluf Joensen.
Í blaðnum í morgin fara
vit at práta við Jákup Oluf
Joensen um tíðina, hann
var til skips, og onkur søga
verður um tíðina, hann
fekst við annað arbeiði.
Kanska
verður
okkurt meira um tíðina
hjá honum á Havsbrún í
Fuglafirði.
Meðan vit hava prátað
í hugnaliga heiminum hjá
Jákup Olufi og Rosmundu
á Mørkini í Fuglafirði,
hevur hon fors‡nað okkum
so væl, bæði við kaffi og
góðum køkum.
Jákup Oluf Joensen hevur havt eina
góða konu við Rosmundu. Heimið
á Mørkini er hugnaligt, og rundan
um húsini er snøgt tún og vakur og
hugnaligur urtagarður
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Tað kemur ikki skip inn um
Ennið, at Jákup Oluf ikki fer eftir
kikaranum, sigur kona hansara,
Rosmunda
Mynd: Vilmund Jacobsen
Inni í hugnaligu stovuni hongur ein málningur av
gamla prestagarðinum í Fuglafirði, og høgrumegin
prestagarðin á myndini síggja vit barnaheimið hjá
Jákup Olufi, sum tey lótu umbyggja
Mynd: Vilmund Jacobsen