mánadagur 10. juli 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 130 - 10. juli 2006
Thomas Arabo (TA), fyrr-
verandi politikari og stjóri á
Strandferðsluni, hevur eina
viðmerking í Sosialinum
tann 6. juli 2006, um eitt
úttalilisi frá mær um,
hvussu gamla ferjan Smy-
ril ella Morten Mols varð
keyptur til landið.
Tað er ótrúligt, hvat nøkur
mennskju kunnu reagera
uppá og gera tað uttan tann
minsta sjálvkritikk og at
síggja bjálkan í sínum egna
eyga. TA hevur ilt av, at eg
eri nøgdur og ikki sørt errin
av nýggja Smyrli og heldur,
at tað er sjálvrós. Makan til
frekleika skal ein leita lein-
gi eftir. Eg kann siga TA, at
eg, so at siga, ongantíð eri
vorðin nevndur í sambandi
við nýggja Smyril, sjálvt
um eg í umleið 4 ár hev-
ði
projektábyrgdina
av
nýggju
suðuroyarferjuni
í fyrireikingar- og pro-
jekteringstíðini, og heilt
fram
til
undirskriving
av byggisáttmála. Har-
afturímóti hevur TA víst seg
fram í Sosialinum og SVF
ferð aftan á ferð og reypað
og róst avgerðini um at
keypa gamla Morten Mols.
Beint eftir at nýggi Smyril
kom til landið var TA aftur
frammi í Sosialinum um, at
talan var um eina feilíløgu
– TA so líkt slongt út í leysa
luft og órealistikst mett.
Hetta var eitt niðurgerandi
álop á verkætlanina um
nýggja Smyril.
Tí haldi eg, at tað er
atburðurin og sjálvrósið frá
TA um gamla Smyril, sum
í hesum sambandi, stinkar
langt burtur og er merkt
av undirlutakenslu - og av
sosialistiskum undirtónum,
tá teir eru ringast og frá tíðini
áðrenn »múrurin« fall. Tað
er ikki meira enn náttúrligt,
at ábyrgdarhavandi fólk
aftan fyri nýggja Smyril
eisini sleppa framat alment
at greiða frá søguni aftan
fyri verkætlanina.
Blaðmaðurin ringdi til
mín og helt, at hetta vera
eina góða nýggjheit at
bera fram alment - tað, at
nýggi Smyril hevur fingið
eina altjóða virðisløn. So
eg havi ikki gjørt minsta
innsatsin fyri at koma
framat í fjølmiðlunum í
hesari konkretu samrøðu.
Hetta kann jú ikki saman-
berast við, at m.a. TA og
javnaðarpolitikarar í nógv
ár hava brúkt og misbrúkt
Sosialin til at lufta síni
politisku sjónarmið.
Eg eri so »heppin« at
hava innlit í og kom í ta
støðu, saman við øðrum, at
rudda upp í øllum tí svansi
og rotinskapi, sum Føroya
land og kommunurnar vór-
ðu stýrdar útfrá í gjøgnum
1970´ini og 1980´ini og
sum øllum kunnugt endaði
við einum búskaparligum
skrædli í 1991. Eg slapp
eisini at rudda upp í 2
tey fyrstu árini á Strand-
ferðsluni og síðan í 4 ár
at menna stovnin og tess
flutningstænastur. TA fær
meg aldrin samanumtikið at
halda gott um serliga nógv
av tí, sum hendi politiskt
í t. d. 1980´unum. Henda
ferja ella líknandi menning
var eisini við vissu komin
uttan TA.
TA tosar um at reingja
fortíðina í Føroyum (her
nokk fortíðina hjá føroysk-
um politikki og føroyskum
politikarum). Her kann
eg siga, at tað ólukkuliga
er, at ongar vísindarligar
greiningar eru gjørdar av
nýsøguligu gongdini í Før-
oyum, tvs. tíðina eftir annan
heimsbardaga og til í dag.
Varð hetta gjørt, er nógv,
sum hevði komið undan
kavi av nýggjum skelkandi
upplýsingum um politisku
vanstýringina av okkara
landi í t. d. 1980´unum, og
sum fór fram fyri bara heilt
fáum árum síðani.
Stuðul ella heftur
tíðindaflutningur
Fríggjakvøldið setti Dagur & Vika sjóneykuna á
bløðini og festivalar. Ivi varð sáddur um, hvørt
fólk fáa óheft tíðindi, tá bløðini samstarva við
festivalar. Eisini staðfesti ein viðmerkjari, at her er
talan um eina gongd, har fjølmiðlar kasta saman við
vinnuligum áhugamálum til tess at fáa endarnar at
røkka saman.
Tað er avgjørt áhugavert at reisa spurningin, um
tíðindi verða óheft, tá fjølmiðlar og vinnulív í ov
stóran mun ganga hond í hond, men samanberingar
skulu valdast.
Tað eru eftirhondini fleiri á síðani, at vit her á
blaðnum tóku ta tilvitaðu støðu, at vit vilja gera
meira burtur úr tónleikinum – hesi mentanargrein,
sum var rættuliga fórfjónað í okkara samfelag,
og sum als ikki hevur fingið ta sømd, hon hevur
uppiborið.
Og væl er komið burtur úr hesi árini. Stór tiltøk sum
Prix Føroyar og allir festivalarnir eru vorðin føst
og afturvendandi tiltøk. Víðagitin útlendsk nøvn
koma hendanvegin, og okkara egnu fólk smæðast
ikki burtur í øðrum londum, har tey eisini eru
frammaliga og onkuntíð vinna tónleikakappingar.
Men at taka samstarvið millum bløðini og
festivalarnar sum dømi um, at fjølmiðlar ganga
hond í hond við vinnulig áhugamál, tað er at
skjóta spurvar við kanónum. Og tá sagt verður, at
Sosialurin er sponsor hjá einum festivali, so kunnu
vit líka minna á, at vit eru sponsorar hjá ikki færri
enn á fýra ymiskum festivalnum:
Asfalt, sum var í Tórsgøtu í Havn – har Miðlahúsið
eisini hýsti fleiri konsertum, Jóansøkufestivalinum,
Summar Festivalinum og Fjarðafestivalinum – ein
gospelfestivalur í Kelduni í Skálafirði seinanst í
august.
Tað sum umræður hjá okkum í slíkum førum er
at vera har, sum nakað hendir. Tað er ikki ein
spurningur, um vit fáa so og so nógvar pengar burtur
úr hesum ella hasum festivalinum, men meira tað
at vit fáa markerað okkum sum miðil – samstundis
sum vit seta fokus á tónleikin.
Vit vilja skriva um tónleik í breiðastu merking. Vit
vilja fegin dekka hetta øki breitt, bæði harðan rokk
og gospel. Vil vilja eisini dekka øll tónleikatiltøk og
allar festivalar væl og virðiliga, um vit eru sponsorar
ella ikki.
Sosialurin
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hvussu kunnu vit bjóða okkum fram á arbeiðsmarknaði-
num, tá vit ikki vita, um vit í morgin ella næstu viku hava
stuðul?
Turid Askham
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Ein fornermaður Thomas Arabo
Stuðulsfólkaskipanin:
Nei, Petra, fyrrenn tú hevur
tryggjað okkum, at vit fáa
stuðul í heimið ella við á
sjúkrahúsið, tá barnið er
sjúkt, føla vit okkum ikki
trygg við nýggju skipanina.
Hvørja ferð vit spurdu teg
um eitthvørt á kunnandi
fundinum var svarið bara,
at tað kunnu tit ikki lova.
Kanska eru ætlaninar tit
hava góðar, men kunningin
hevur ikki skapt tryggleika,
tvørturímóti! Og tú sigur
akkurát tað sama í fjøl-
miðlunum, tit kunnu ikki
lovað nakað!!
Tá man hevur so tarnað,
sjúk børn, sum vit, má
tryggleikin vera í lagi! Fyri
okkum og ikki minst fyri
barnið.
Hvussu kunnu vit bjóða
okkum fram á arbeiðs-
marknaðinum, tá vit ikki
vita, um vit í morgin ella
næstu viku hava stuðul?
Eg gleði meg til stuðuls-
skipanin verður betur, tá
vit vita, at vit eisini fáa
stuðul í heiminum og á
sjúkrahúsinum.
Tit siga, at sjúkrahúsið
hevur ábyrgd av børnunum
har, tað hava tey eisini
í tí viðgerð, barnið skal
hava, men »normal« børn
hava síni foreldur við.
Hjá teimum er tað kanska
einaferð í lívinum, at tey
koma á barnadeildina, so
tað er lætt hjá arbeiðsgevara
at skilja. Men hjá okkum
er tað fleiri ferð um árðið
og leingi í senn. At vera
har 24 tímar um døgnið
t. d. 14 dagar út í eitt, ber
menniskjaliga slett ikki til.
Tann stuðul vit hava runt
døgnið má avlasta okkum
har eisini. Nokta tit hesum,
blaka tit bara bóltin víðari
til sjúkrahúsið, og taparin
er familian.
Tit kunnu ikki rokna við,
at vit orka at blíva við at
gera tykkara arbeiði.
Lógarsmíð gerst ikki
við at kæra og ganga eftir
kæruavgerum. Nei, tú má
pressa á politikarar at fáa
reglugerðina í rætt lag. Tá
vit vita, hvørji rættindi vit
hava, nýstani tá verða vit
trygg!
Í einum slíkum vælferðar-
samfelag ber ikki til, at
tilvildin ræður, sum hon
ger í dag.
Í dag avhangur avgerðin
av, hvør málsviðgerin er,
tað finnast fleiri sløg av
málsviðgerum; ein, ið dugir
væl at síggja tørvin hjá
familiuni og dugir væl at
bera tað víðari til leiðsluna
á Almannastovuni – annar,
ið somuleiðis dugir at síggja
tørvin, men dugir ikki so
væl at málbera seg – ein
triðji, ið ikki skilir støðuna,
men dugur kanska væl at
málbera seg – ein fjórði,
ið heldur, at alt kostar so
nógv og tí ikki torir at bera
ynskini víðari til leiðsluna –
ein fimti, ið er øvundsjúkur
inn á tær stóru upphæddir,
hesar familiur »fáa/kosta«
og soleiðis kann eg blíva
við, akkurát so ymisk vit
menniskju eru, eru eisini
málsviðgerarar, tí mugu
reglur til – beinanvegin!
Tað sigur seg sjálvt at máls-
viðgerin verður ymisk!
Tá vit vita hvørji rættindi vit hava verða vit trygg!
turid
askham
Reidar
nónfjall