mánadagur 10. juli 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 130 - 10. juli 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Spillnakin verða vit fødd í
heimin, og tá ið vit doyggja,
standa vit øll spillnakin
framman fyri Gudi. Sálin
kemur ekkamóð av drúgv
ari ferð og stendur fram
manfyri tí guddómiliga, og
uttan mun til hvat manna
børn hugsa, so er tað Gud,
sum tekur í móti aftaná
deyðan og tað er hann sum
bjóðar okkum nýggja lívið,
lívið, sum vit enn ikki
kenna annað til, enn at tað
er eitt gleðislív uttan enda.
Hesir tankar renna fram
fyri meg nú, seinasti av
brøðrunum á Marknagili
er farin. Hetta er ein saman
dráttur av øllum tí eg trúgvi
upp á. Hetta er mín kristna
trúgv.
Marknagil í Oyndarfirði
sum bústað bygdi abbi mín
Jústinus, sum eg, sum tann
einasti í stóru familjuni, eri
uppkallaður eftir. Tey hildu
navnið vera so ljótt, havi
eg fingið fortalt seinni, tað
gongur væl ann allíkavæl
havi eg erfarið seinastu 48
árini.
Eg havi átt fýra pápa
beiggjar og ein pápa og
hetta vóru dreingirnir á
Marknagili. Allir hava havt
týdning fyri meg, øllum
havi eg fingið kærleika frá
og allar havi eg elskað.
Pápi var yngstur í stóra
systkinnaflokkinum, tey
søgdu, at hann var eitt
sindur forkelaður millum
systkinni og serliga millum
systrarnar, sum enn eru á
lívi. Tey fingu sjey børn,
omma og abbi á Marknagili
Jústinus
og
Magnina
Ejdesgaard, fimm dreingir
og tvær gentir. Nú eru bara
gentirnar eftir.
Fastur mín Brynhild er
aldurspresidentur í familj
uni. Hon fór niður sum
heilt ung í 1938, áðrenn
Hitler legði heimin í oyði,
búsettist í Esbjerg, og har
hon seinni giftist við Sand
Kirk og teirra familja hevur
tí røturnar í Esbjerg. Hon
fer, um Gud vil, at halda
sín 90 ára føðingardag
seinast í august. Hon er ein
myndug
madamma
og
tiltikin fyri gestablídni
millum føroyingar, sum
hava vitjað í Esbjerg. Fyri
meg er hon føroyski skans
in, hugsi eg um Danmark,
eg hugsi neyvan um hetta
land, uttan fastur á ein ella
annan hátt kemur inn í
myndina. Hon tók hjarta
liga í móti mær, tá íð eg
kom niður á fyrsta sinni í
1974 á skúla og hon setir
enn hjartaliga á borðið í
Peder Gydesvej nr. 57 og
hevur júst fingið stovuna
málaða, 89 ára gomul. Hon
er ein knarkur at ferðast og
hevur verið heima í Før
oyum á hvørjum ári og
onkuntíð fleiri ferðir sein
astu 30 árini. Hon er nú á
veg heim umboðr á Norrønu
saman við seinasta beiggja
sínum á hansara seinastu
ferð.
Aðalbjørg býr í Oyndar
firði, hon er nú 83 ára
gomul og hon og maðurin
Sigurd á Gutta búgva enn í
heimi teirra undir Kropna
steini. Fyri meg er tað eitt
satt fornøjilsi at sita og
práta við hana, tá ið vit
hittast. Hon er behagilig,
fornuftig, hevur gott minni,
er áhugað, minnist okkara
føðingardagar, ger vart við
seg og er stuttlig. Og so
hevur hon hesi vælsignaðu
evnini at kunna skifta í
millum ta glaða og tað
álvarsama, so brádliga, at
tú valla varnast skiftið.
Hon livir við kensluliga í
prátinum. Eg eri so heppin
at eiga tvær fastrar, sum
hava rokkið ellisárum við
fullum skili, og tær hava
nógv størri týdning fyri
meg enn tær ána sjálvar.
Fimm brøður vuksu upp
á Marknagili og ymist vóru
lagnurnar teimum spunnar.
Teir vóru eisini fimm
rættuliga ymiskir brøður,
Guð havi lov fyri tað, tað
hevði verið keðiligt, um øll
vóru eins. Eg spyrji meg
sjálvan hvat teir høvdu til
felags. Og tá íð hesin tankin
rennir fram fyri meg, so
dagar ein yvirskrift fram
fyri meg og hendan yvir
skriftin skal innihalda
okkurt við stuttleika ella
skemti. Teir høvdu allir
sum ein brøðurnir egin
leikan at síggja tað stuttliga
í lívinum.
Fremstur at síggja tað
stuttliga var nú einaferð
Petur, farbróður. Hann
hevði eina so lætta tilgongd
til lívið, at viðhvørt fór
hann yvirum, og hann
kundi enntá tyngja onnur
við sínum stuttleika. Hann
dugdi ikki so væl at skyna
í millum hvat var passaligt
og hvat var ov nógv. Duld
sálarlig pína tók hann av
fótum ferð eftir ferð og
ongin sálarlig hjálp var at
heinta. Í dag hevði heili
vágur gjørt hann heilt
normalan. Hann var dømd
ur av samfelagnum til at
liva normalur og var ikki
normalur, tað er vanlagna.
Sálarliga sjúku tosaði tú
ikki um í Oyndarfirði ella í
øðrum bygdum fyri 30
árum síðani, fyrr enn
spennitroyggjan gjørdist
neyðug, og læknabáturin
“Medicus” kom undan
Nestanga. Allar aðrar mild
ari gradir av sinnisjúku
vórðu roknaðar sum tvætl
og ager. “Far og arbeið!”
var lekiorðið. Petur átti
kærleikan í ovurmát inni í
sær, tá íð sálarørksan ikki
spenti bein og hesin er
sambært Paulus størstur av
øllum. Góður var hann við
meg, og tað er tað eg
minnist hann fyri, nú hann
hevur ligið steindeyður í
kirkjugarðinum í Oynd
arfirði millum skyldkon
urnar Jonu Klein og Ellu á
Breyt seinastu 26 árini.
Tær høvdu báðar týdning
fyri hann, vóru góðar við
hann og skiltu hann. Sálin
fór sjúk beinanleið spill
nakin heim til tann góða
Gud, og har gjørdist hon í
stundini frísk av øllum
kærleikanum henni møtti,
hon hevur tað nú gott
saman við øllum hinum.
Tað er mín kristna trúgv.
Erling var eisini ein hum
oristur og hansara lætta
lyndið smittaði rættuliga
av, tær fáu ferðirnar hann
vitjaði heimbygdina aftur,
meðan eg var smádrongur
og vaks upp. Hann baldist
alt sítt vaksna lív á Tvør
oyri, har hann var lærari,
kirkjutænari, kommunal
politikkari, traðarmaður
og flotaði bát eisini. Hann
dugdi væl at síggja tað
stuttliga í lívinum, og tey,
sum kendu hann betri enn
eg siga, at hann hevði bæði
tað stuttliga og tað álvars
liga í sær. Soleiðis er tað
væl hjá øllum. Og tú nýtist
ikki júst at vera sálar
frøðingur av Carl Gustav
Jung´sa formati fyri at tosa
um skuggar.
Sverri, sum nú liggur
undir børu, sum tann sein
asti av brøðrunum, var
eisini humoristur. Og hann
var kanska tann mest sam
ansetti av øllum brøðrun
um. Ljósa síðan kundi
skína í øllum sinum veldi
og so kom skíggin og køvdi
alt og legði eitt tung
sinnisdám yvir lívið. Men
tað kláraði í aftur, og so
var hann aftur á fótum við
fýrfaldaðari megi. Ongin
av hinum brøðrunum var
so nógv antin ella sum
Sverri. Antin tímdi hann at
tosa við teg ella tímdi hann
ikki, antin var hann við
ella var hann í móti, og
hann gjørdi einki fyri at
fjala sína støðu.
Pápi dugdi eisini at sita
undir orðinum og honum
dámdi eisini tann stuttliga
og lætta partin av lívinum.
Hann var tó ógvuliga føl
andi maður, hugsaði djúpt
og tað var stutt frá látri til
grát, serliga tey seinastu
árini.
Ongin dugdi so væl at
fjala sína stuttligu og
skemtiligu
siðu
sum
Andrias. Tað hevði eisini
nakað við hansara útsjónd
at gera. Hann hevði ikki
sama sjarmerandi smilið
sum Erling, Petur, pápi og
Sverri eisini, tá íð góða
lagið var á honum. Andrias
sá álvarsligur út. Skoða tó
ikki hundin á hárinum.
Andriast var ein serdeilis
skemtiligur maður, traff tú
hann ta røttu løtuna, og tær
løturnar blivu nógvar tey
seinastu mongu árini, tá
hann fekk sær fyri at ringja
til mín, tá hann var í góðum
lag, hetta helt fram til ein
blóðtøppur typti telefonina
á Bumshamri fyri honum,
nøkur ár áðrenn hann
doyði.
Sverri stendur undir
børu, nú hesar reglur verða
skrivaðar. Hann er á veg til
Føroyar við okkara flagg
skipi “Norrønu”. Hann
liggur niðurkøldur, deyður
í kistuni. Seinasta ferðin
gongur eisini fyri seg
umborð á einum skipi.
Hann hevur siglt manga
ferðina kring allan heim og
hevur havt ábyrgd. Nú eru
tað aðrir í stýra. Tað er
støvið, sum liggur í kistuni.
Sálin er áveg heim í tann
stað, har ongin gongumaður
enn er vendur aftur, nýta
vit orðini úr sjónleikinum
“Hamlet” hjá Shakespeare.
Sverri sigldi við trolara
sínu ungu ár. Við “Draga
bergi” og við “Kallsevni”.
Hann var dugnaligur og
dugdi at fáa góðar tjansir.
Seinni fór hann út í heim.
Fór á stýrimansskúla og
sigldi úti sum stýrimaður í
mong ár. Hann sigldi hjá
DFDS og í mong ár sigldi
hann eisini við livandi
seyði og neytum úr Aus
traliu og til londini við
Persiskagolfin. Tað var ein
øgiligur luktur at sigla við
einum flótandi fjósi í
tropiskum hita, plagdi hann
at siga frá. Har varð sópað
fleiri ferðir um dagin. Tað
reiðaríið kallaðist Clausen.
Áðrenn hann legðist uppi á
landi sigldi hann í strand
farasigling í Danmark.
Sverri er deyður, og
næsta stigið hjá honum
verður, áðrenn hann slær
seg leysan í ævileikanum,
at standa andlit til andslit
við tann góða Gud. Og
Sverri kemur ikki óbrúktur
heim til Harran. Hann
hevur eitt langt livað lív at
sýna fram og sambært
okkara kristnu trúgv, so
leggur Paulus alt stóran
dent á, at vit hava ikki
gjørt okkum fortjent til
nakað sum helst. Alt er av
náði.
Eitt langt livað lív, ikki
bara eitt langt lív, er at
enda komið. Talentirnir
hava verið í umfari, onk
untíð eru teir vaksnir í tali,
og aðra tíðir hevur verið
tómligari í kassanum. Tað
hevur verið viðgongd og
mótgong síðan hann lærdi
at grulva á Marknagili fyri
skjótt 80 árum síðani. Stór
ir sigrar og djúp vónbrot.
Vill forelskilsi, terandi
hjartasorg, niður á botn og
uppaftur. Soleiðis var lívið
hjá Sverra, soleiðis hevur
lívið verið hjá mongum av
okkum og uttanmun til
hvussu vit hava livað, so
standa vit eins nakin
frammanfyri Gudi á gáttini
til ævinleikan, og har alt er
av náði og ongum øðrum.
Alt av náði. Er so líka
mikið hvussu vit liva her
niðri? Ikki sambært Jesusi.
Hann áleggur okkum at
elska næstan sum okkum
sjálvi. Hetta forútsetir, at
skulu vit elska næstan, so
mugu vit fyrst og fremst
elska okkum sjálvi. Havi
eg lítla virðing fyri mær
sjálvum, vil eg ikki kennast
við meg sjálvan, so eigi eg
lítlan kærleika til onnur og
so eri eg ikki við at gera
henda heimin til eitt betri
stað fyri meg og míni
medmenniskju. Hetta er
ein djúp andsøgn til okkara
heimligu undirbrotligheit.
Og hví skulu vit elska?
Kenda halga andsmenni
Mester Eckhart, sum livdi í
Thuringen í eystara parti
av Týsklandi og var føddur
í 1260, hevur eitt boð og
hevur sagt hesi orðini:
“Gud er kærlighed: Den
kærlighed man giver rum
mer ikke to, men én og
enhed, og når jeg elsker er
jeg mere Gud, end jeg er
mig selv.”
“Fred: Såvidt du er nået
med Gud, så vidt har du
fundet fred, så fjernt du er
fra Gud, så langt er du fra
freden. Blot noget er i Gud,
har det fred. Det hviler i
freden, for så vidt det er i
Gud. Og du ved hvor vidt
du er i Gud eller ej, ved den
grad af fred du har. Og
hvor du mangler freden,
må
den
nødvendigvis
mangle, for mangel på fred
stammer fra skabningen og
ikke fra Gud.”
Tillukku við æviga lívi
num Sverri og takk fyri tað
livda her á foldum. Nú
tosar tú ikki meira um
aldur. Ongi børn sita eftir
teg, heldur ongin kona í
sorg, men vit vera tó nøkur
av tínum nærmastu og
kanska onkur annar við,
sum saman við systrum
tínum fara at fylgja tær
týsdagin, tá ið tú verður
lagdur í mold í heimbygd
tíni í Oyndarfirði, og tá
fara vit í ervinum at tosa
um teg og um minnir í
samband við teg. Kanska
tú sendir okkum ein flógv
an tanka hagani upp í tí
ókenda og deiliga, heilt
kgniður til okkum, sum
eru ávegis til tann ævigt
grundaða staðin, har tú nú
forvitin hyggur teg í kring.
Heilsa har uppi.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Sverra Ejdesgaard til minnis
f. 15. september 1925 - d. 30. juni 2006