Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 10. juli 2006 13 Helga Strømsten, Norðragøta, andaðist sunnu­ dagin, 78 ára gomul. Kistan kemur í kirkjuna týskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkjuni mikudagin kl. 14. Sverri Eidesgaard fer til gravar úr Oyndarfjarðar kirkju týsdagin 11. juli, kl. 14. Tey, sum vilja minnast Sverra, kunnu lata Oyndarfjarðar kirkju ein peningagávu. Henry Heinesen, skipari, ættaður heiman av Sandi, búsitandi í Klaksvík, andaðist í heiminum sunnudagin, 9. juli, 74 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir 10. juli. Josva. Dagurin halgaður minninum um Josva Nuns son, sum var eftirmaður Mósesar og leiddi Ísraels fólk inn í hitt fyrijáttaða landið. Sama navnið sum Jesus, Guð frelsir. Dagurin í morgin Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Lydia Dorthea Vesturtún fødd Ellingsgaard, Eiði andaðist og varð jarðað. Tøkk til Emil prest, organist, kirkjutænarar, sangarar, gravarar og tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Eiðis kirkju. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað. Familjunnar vegna Petur Ove, Sigrid og Olaf Emil við familju Sjókaféin í Runavík: Málninga- og keramikkframsýning Eyðna Davidsen Hestbæk úr Æðuvík og Henrik Hest­ bæk hava Málninga- og kera­mikkframsýning í Sjó­ kaféini í Runavík Eyðna er ættað úr Æðu­ vík og fór sum ung niður til Danmarkar á Listháskúla í Kerteminde har hon møtti Henriki, sum hon giftist við, og eiga tey tvær døtrar (10 og 13 ár). Tey eru bæði útbúgvin lærarar á Semi­ nariet for kunsthåndværk og håndværk har høvuðs­ evnið hjá Eyðnu var “maleri og beklædning” og hjá Henrik “keramik og metal/ træ”. Eyðna hevur eisini ging­ ið á Listaskúla í Odense og Silkeborg, umframt at hon hevur tikið ymisk skeið. Eyðna er listafólk burturav og hevur atalier í Fynshoved. Hon málar ekspressjonistiskt og av­ myndar fyri tað mesta kvinnur. Íblásturin fái eg frá fólki eg møti – eitt andlitsbragd, ein krops­ burður, eitt skjótt brá ið verður hangandi á net­ hinnuni sum síðani kemur fram á løriftinum. Eyðna málar akryl á lørift. Henrik hevur verkstað heima, har hann stoypir bronzu og rakubrennur leirlist. Har­ umframt undirvísir Henrik eisini á ymiskum skeiðum. Eyðna og Henrik hava verið við á nógvum ym­ iskum framsýningum í Danmark. Tey eru m.a. við á fastari framsýning í Kunst Gården í Bogense og Galleri Nordskov umframt at tey hava verið við á fleiri skiftandi famsýningum. Hetta er tó fyrstu ferð, tey sýna fram í Føroyum. Fer­ niseringin týsdagin 4. juli var vælvitjað. Eyðna og Henrik eru á einum máli um, at stendur tað til tey, so er tað ikki fyrstu ferð tey sýna fram í Føroyum. Framsýningin í Sjókaféini er opin mán.-frí. kl.10-16 í tíðarskeiðinum 4.-12.juli. Sí meira á: www.eydna.dk og www.henrik-hestbaek.dk Tíðindaskriv Margit Rasmussen 70 ár 10. juli verður Margit Ras­ mussen á Strondum 70 ár. Mamma er ættað úr Norð­ ragøtu. Foreldur hennara vóru Frida f. Jacobsen, ættað úr Vest­manna, og Anton Bernhard (Benni) Hansen úr Norðragøtu. Mamma vaks upp í Norðra­gøtu, men longu sum 14 ára gomul fór hon út at tæna. Um hetta mundi misti hon eisini faðir sín av vanlukku umborð á Trónda í Gøtu. Tey vóru sjey syskin, har mamma var elst. Av teim­ um eru øll á lívi, uttan Odda (Oddfríða Weihe), sum doyði í 1985 av sjúku, 48 ára gomul. Mamma tænti fyrst í Klaks­vík og síðan í Vest­ manna. Eftir hetta fór hon til Havnar at arbeiða á Sjómansheiminum. Har hitti hon pápa okkara, John Rasmussen, sum tá var í læru hjá Asbjørn Skarð­ hamar í Havn sum elek­ trikkari. Tey giftust 30.maj 1955. Tey fingu fýra børn, Anton, (f. 1954), Andras, (f. 1958), Jónfríð (f. 1961) og Marjun (f. 1968). Anton doyði í 1988, 34 ára gamal av sjúku. Ommubørnini vóru átta í tali. Elsta ommubarnið, John (sonur Andras og Marin) doyði í 1997 15 ára gamal av sjúku. Haraftrat so eigur hon eisini eitt langommubarn. 1. okt 1965 byrjaði pápi egið virksemi. Mamma tók sær av handlinum og skriv­ stovuni, og tað ger hon enn tann dag í dag. Sjálvt um tú, mamma, hevur havt nógvar tungar løtur í tínum lívi, so ert tú altíð positiv og løtt í sinni. Altíð so blíð og glað at koma inn til. Veitst tú, at vit eru á veg út á Strendur, fer mixarin í sving, og bollarnir verða bakaðir, og vaflur og pannikøkur eis­ini. Tað er altíð deiligt og hugna­­ligt at koma á vitjan . Vit vilja siga tær tillukku á føðingardegnum, takk fyri alt tú hevur verið og ert fyri okkum. Vit ynskja tær framhaldandi nógv góð ár. Heilsan Andras, Jónfríð og Marjun við fam. Fríggjadagin 7. juli fingu tveir næmingar prógv sum kavarar frá kavaraskúla­ num Faroe Dive í Klaks­ vík. Teir hava í eitt tíðar­ skeið fingið grundleggjan­ di undir­vísing í kaving. Nøk­ur av teimum evnum teir hava arbeitt við eru ástøði, kaving í svimjihøll og ikki minst kaving í sjó­ num. Ungu kavararinir hava fingið nógv burturúr undir­vísingini og ætla sær at gera nógv við kavingina tá teir koma heim. Á myndini síggja vit næmingarnar eftir seinasta kavið á grundskeiðnum, f.v.: Johannes Petersen, Hov, Djóni Petersen, Hov og Janus Joensen, instruktørur Tíðindaskriv Faroe Dive, Klaksvík: Johannes og Djóni fingið kavaraprógv Eyðna Davidsen Hestbæk og Henrik Hestbæk hava framsýning í Sjókaféini í Runavík Haldið Sosialin! Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Boks 76 FO-110 Tórshavn Tekna teg sum haldara nú fyri einans 450,- um ársfjórðingin Sparið 395,- í mun til leysasølu! Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Send lepan til: