mánadagur 10. juli 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 130 - 10. juli 2006
Ofta verður sagt,
at tað sum skilur
leikarar sum Michael
Laudrup, Ronaldinho
og Zinedine Zidane
frá restini er, at teir
eru klókir, og brúka
høvdið. HM-finalan
varð leikt í gjár, og alt
sá gott út hjá Zidane,
líka til hann brúkti
høvdið, tá hann ikki
skuldi brúka tað
ZIDANEMÁLIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Franska
landsliðið
var
avskrivað longu áðrenn
HM-kappingin var byrjað.
Seinasta
EM-endaspæl
var snøgt sagt ein fiasko
hjá teimum, og alheimsins
fjølmiðlar góvu ikki fyrr
verandi fronsku heims- og
evropameistarunum nakran
sum helst møguleika tá
HM-kappingin fór á rull.
Tað sá heldur ikki út av
mongum, tá bólkaspælið
var spælt. Gaman í, franska
landsliðið hevði spælt seg
víðari, men tað var ikki
gjørt á serliga sannførandi
hátt. Teir høvdu framvegis
ongan kjans, spáddu stóru
fótbóltssserfrøðingarnir.
Stjørnurnar vóru mettar,
útbrendar og leikarin, sum
meiri enn nakar annar
skuldi lyfta liðið, Zinedine
Zidane, var heldur ikki á
sama støði sum áður.
Lyfti liðið
Men best sum, at franska
liðið var spælt av vøllinum
og heim av serfrøðingum
og viðmerkjarum, so trein
Zinedine
Zidane
fram
og gjørdi tað, øll vita,
at hann dugir. Hann var
meiri enn nakar annar
maðurin aftan fyri sigurin
í fjórðingsfinaluni móti
spaniumonnum, og var tað
eisini ein fragd fyri eyga, tá
hann staðfesti sigurin við
seinasta málinum í dystin
um.
Í fjølmiðlunum aftan á
dystin stóðu somu journal
istar og serfrøðingar, sum
framman
undan
høvdu
avskrivað liðið, nú og hálov
aðu franska liðnum og
Zidane. Hann var munurin
á liðunum báðum, og við
honum á odda kundi franska
liðið bráddliga yvirraska.
Í hálvfinaluni møttu frans
arnir portugisum. Frankaríki
vann 1-0, og málið gjørdi,
sjálvandi, Zinedine Zidane.
Hann hevði jú funnið stór
formin fram og vildi enda
karrieruna á ein virðiligan
hátt.
Kundi avgjørt
við høvdinum
Í sjálvari finaluni tóktiskt
Zidane at vera sera væl
upplagdur. Hann stýrdi lið
num frá miðvøllinum, og
fleiri ferðir sóu vit dømi
um hansara framúrskarandi
bóltførleika og yvirlit. Hann
vísti eisini seg sum ein
rættur liðformaður eigur at
gera, tá Marco Materazzi
koyrdi Malouda um koll
í brotsteiginum. Framman
fyri sær hevði Zidane besta
málverjan í kappingini, men
ísakaldur og uttan stórvegis
hóvasták, lobbaði hann
bóltin upp undir tvørtræið
og bólturin støkk í svørðin
innanverts málstrikuna. Eitt
brotsspark, sum bara ein
meistari megnar skjóta so
sannførandi.
Italiumenn javnaðu, tá
Materazzi stútaði eitt horna
spark í netið, og 1-1 støðan
helt sær til vanliga leiktíðin
var av. Í umdystinum vóru
fraklendingar um at skora,
tá Zidane royndi seg við
høvdinum, men Buffon
bjargaði meistarliga góðu
royndini.
Løtu seinni var Zidane
aftur í andglettinum. Hann
og verjuleikarin Materazzi
kjakaðust sína millum,
men tað sá ikki út at tí
stóra. Zidane rennir eisini
frá Materazzi, og at síggja
til er stríðið teirra millum
liðugt. Men við eitt støðgar
Zidane á, hann kúvendir
og við nógvari ferð skallar
hann italska verjuleikaran í
bringuna.
Marco Materazzi eymkar
seg, men dómarin sær ikki
tilburðin, og Zidane verður
heldur ikki revsaður í fyrstu
atløgu. Italiumenn eru í
øðini og málverjin Buffon
ger linjuverjan vart við, at
her mátti verið okkurt hann
hevði sæð. Tað hevur hann
ikki, og vísir hann Buffon
frá sær.
Men so er tað, at dómarin
fer út til linjuverjan. Teir
tingast ikki longi, og tá
dómarin kemur inn aft
ur hálar hann reyða kort
ið úr lummanum og vísir
Zinedine Zidane av vøll
inum.
Video ella ikki
Tað ber ikki til at seta spurn
artekin við, um útvísingin
var røtt ella ikki. Maðurin
skallar ein annan leikara,
og
tað
hevur
akkurát
onki við fótbólt at gera.
Men spurningurin, sum
beinanvegin reisti var, á
hvørjum grundarlagi dóm
arin gav fraklendinginum
reyða korti.
Dómarin sá onki, ei held
ur linjuverjin. Tað gjørdi
fjórði dómarin, og tað
var hann, sum kunnaði
høvuðsdómaran um til
burðin umvegis nýggja
samskiftisskipanina
við
oyrasniglum. FIFA hevur
boðað frá, at fjórði dómarin
sá tilburðin í tí løtu hann
fór fram, men bæði italski
og franski landsliðsvenjarin
halda uppá, at hann hugdi
eftir videoupptøkum og
síðani tók støðu.
Er tað satt, so er hetta
eindømi í fótbóltssøguni.
Ongantíð áður hava video
upptøkur verið nýttar undir
einum dysti, men kjakið
um hvørt tað er rætt ella
ikki, hevur staðið á í langa
tíð. Í Føroyum er enn ikki
greiða fingin á, um vit
eiga at nýta videoupptøkur
í landskappingini, men
ein av bestu dómarum,
vit eiga, Petur Reinert,
hevur greiðar meiningar
um videoupptøkur og fót
bólt, sum tit kunnu lesa
aðrastaðni á síðunum.
Ein annar spurningur
sum eisini verður reistur,
aftan á tilburðir sum hesar,
har ein av heimsins bestu
fótbóltsleikarum nakrantíð
fullkomiliga missir høvdið,
er, hvussu ber tað til? Eyðun
Joensen, sálarfrøðingur, vil
ikki stilla eina diagnosu
upp á Zidane, men í lítl
ari samrøðu við hann aðra
staðni á síðunum, kunnu
tit lesa hansara meting
av tí sum hendi, har hann
millum annað staðfestir, at
Zidane er ikki meiri enn eitt
menniskja sum øll onnur.
Háðaði familjuna og
klípti í bringuna
Tá upptøkurnar vórðu vístar
umaftur í sjónvarpinum
sást, at Materazzi segði
okkurt við Zidane, tá hann
gekk frá honum. Útlendsku
fjølmiðlarnir vilja vera við,
at Materazzi háðaði mammu
Zidane, sum er deyð. Aðrir
miðlar siga, at Materazzi
klípti Zidane í vørtuna, og at
tí hann tí leyp fram av.
Hvussu er og ikki, so
er tað framvegis ein gáta,
hví hann gjørdi sum hann
gjørdi. Wayne Rooney varð
útvístur í dystinum móti
Portugal, og hann hongdur
út sum stóri syndabukkurin
í ensku fjølmiðlunum. Men
Zinedine Zidane er størri
enn so, og flest øll bera
yvir við honum. Liðfelagar,
landsliðsvenjarin og franski
forsetin stuðla allir Zidane,
hóast teir allir viðurkenna,
at hevði uppiborið reyða
kortið.
Tað staðfestir av sonnum,
at hóast besti leikarin undir
HM misti høvdið, so fer
hann í søguna fyri síni
framúr evni sum leikari, og
ikki sum búrhundurin, sum
fekk 12 reyð kort í síni
karrieru.
Misti høvdið
Øll vórðu ovfarin,
tá Zidane misti
tamarhaldið á sær
sjálvum og brúkti
harðskap í HM-
finaluni. Eyðun
Joensen, sálarfrøðingur,
heldur hendingina vera
syrgiliga fyri fótbóltin,
men metir, at hetta
kundi hent fyri tey
flestu av okkum
Fótbóltur
Theodor E. D. Olsen
Undan
HM-finaluni
í
fótbólti sunnukvøldið sendi
Sjónvarpið eitt innslag, har
fólk á gøtuni søgdu, hvørji
tey vónaðu fór at vinna. Nógv
svaraðu, at tey vónaðu, at tað
fór at verða Frakland, tí tey
hildu, at tað hevði Zinedane
Zidane uppiborið. Hesin
franski fótbóltsúrmælingurin,
sum hevur skarað framúr í
á heimsins fótbóltsvøllum,
og sum hevði boðað frá, at
hetta fór at vera hansara síðsti
dystur, tí hann vildi gevast á
tindinum. Ein franskur sigur
lá á hansara herðum, og tann
franska republikkin átti eina
hetju og ein høvdinga í hesum
gávaða einstaklingi.
Hann byrjaði finaluna væl
við skjóta eitt brotsspark sera
yndisliga í meskarnar, og í
umdystinum var um reppið, at
hann endaði í søgubókunum
við einum bólti, sum hann
hegnisliga mundi sent í málið
við høvdinum.
Ístaðin
misti
Zidane
tamarhaldið á sær sjálvum
og í sinnismuni rendi hann
høvdið í bringuna á italska
verjuspælaranum Materazzi,
sum small í tann grøna
svørðin. Tað var ikki greitt
beinanvegin, hvat var hent,
men
tá
viðmerkjararnir
á
teimum
ymsu
fótbóltsrásunum sóu, at tað
var Zidane, sum hevði framt
hesa illgerðina, vóru teir púra
paff og trúðu tí valla. Onkur
royndi at verja hann.
Italiumenninir
tóktust
eisini at vera harmir um, at
tað var Zidane, ið skuldi enda
sina yrkisleið á henda hátt.
Hevði tað verið onkur annar
franskmaður, sum hevði
framt illgerðina, kundi ein
ímyndað sær, at italiumenn
høvdu lopið á hann.
Illsinnisgleps
Eyðun Joensen, sálarfrøð
ingur, sá sum so nógv
onnur finaluna, og eisini
hann væntar, at tey flestu
mundu vera púra ovfarin av
hendingini, og hann heldur,
at finalan gjørdist til ein
óneyðugan
sorgarleik.
Zidane var nevniliga tann
eyðsýnda hetjan, sum hevur
ført Frakland til finaluna,
og franski sigurin var heldur
ikki langt burtur, metir
Eyðun Joensen og sipar
serliga til ta ferðina Zidane
í umdystinum næstan fekk
skallað bóltin í málið.
– Men tað er áhugavert,
at tað skal so lítið til at
koppa øllum, sigur Eyðun
Joensen.
Hann
leggur
dent á, at hann ikki kann
seta nakra sálarfrøðiliga
diagnosu á sinnismunin hjá
Zidane, men at hetta er tað,
tey á fakmálinum kalla eina
affektreaktión. Á vanligum
gerandismáli kann hetta
helst umsetast til øði ella
illsinnisgleps, sum kann
koma fyri, tá sinnið heldur
enn vit og skil tekur ræði á
einum menniskja.
Eyðun Joensen heldur tó,
at vit øll kundi komið út fyri
at gjørt okkurt tílíkt, og at tey
flestu hava roynt at smekkað
eina hurð í ella okkurt tílíkt,
tí sinnið kann spæla okkum
eitt puss og at tað er alment
menniskjasligt at gera slíkt,
metir sálarfrøðingurin, sum
sigur seg hava hug at fyrigeva
Zidane, hóast tað kann vera
torført at fyrigeva.
- Í longdini kann tað
eisini gerast harmiligt fyri
italiumannin, tí hann man
eisini hava ringan smakk í
munninum, heldur Eyðun
Joensen, ið heldur tað vera
týðiligt, at hann klípti Zidane
bringuvørtuna og allarhelst
eisini segði okkurt keðiligt
Zidane.
- Sum psykologur síggi
eg eisini eina mynd aðra
mynd, nevnilga eina mynd
av
fótbóltshetjuni,
sum
ikki bara er ein kaldur og
kyniskur
spælari,
sigur
Eyðun Joensen, ið sipar til
leiklutin hjá Zidane sum
kendur miðavallarstrategur,
men sum vit nú kanska fáa
eina meira fjølbroytta mynd
av.
Eyðun Joensen heldur, at
hendingin er sera keðilig fyri
fótbóltin, og at sjálvt “hann”,
tvs. sjálvur Zidane, sum hevur
verið tann eyðsýnda hetjan,
kunnu gera slíkt, men at ikki
nýtist at kollvelta myndina
av honum, tí so verða vit
nógv, sum skulu roknast við í
eina slíka mynd, tí slíkt kann
vera nokkso menniskjasligt,
heldur hann.
Forsetin virðing
fyri Zidane
Hvørjar orsøkirnar vóru
til, at Zidane leyp fram av,
eru tað nógv sum gita um.
Sjálvur
vildi
Materazzi
ongar viðmerkingar gera
eftir dystin, og Zidane læt
ikki við seg koma. Hann
valdi heldur at fjala seg,
enn at koma og taka ímóti
silvurheiðursmerkinum.
Sum nevnt sigur Eyðun
Joensen seg sum vera man
ikki kunna geva nakra
endaliga diagnosu, men vísir
á, at strongd kann vera orsøkin
til at Zidane leyp framav, og
at strongd í fleiri førum fær
fólk at gera mistøk.
Okkurt kundi bent á,
Eyðun Joensen hevur rætt
í, at eftirmælið hjá Zidane
ikki er so illa farið, sum
væntast kundi, tí í dag
varð kunngjørt, at í eini
atkvøðugreiðslu
millum
tíðindafólk er Zidane kosin
at vera besti spælarin í HM-
kappingini í ár, og tí vinnur
hann
sokallaða
“Gylta
bóltin”.
Liðfelagarnir hjá honum
siga seg eisini stuðla honum,
og ikki minst hevur franski
forsetin, Jacques Chirac, sagt
eftir dystin, at hann hevur
stóra virðing fyri Zinedine
Zidane.
Enn er sum sagt ikki greitt,
hvat hendi millum Zidane
og Materazzi, áðrenn Zidane
við stútaði italiumannin í
bringuna. Onkur vil vera við,
at Materazzi segði okkurt
ljótt um mammu Zidane,
sum er deyð. Onnur vilja
vera við, at Zidane varð
kallaður yvirgangsmaður, av
tí at hann er muslimur og er
ættaður í Algeria.
Men í øllum førum er
greitt, at bæði fótbóltsáhug
að og onnur eru bilsin av, at
tann franski fótbóltsgudurin,
hetjan Zidane, kundi leypa
framav og lata sinnið vinna á
viti og skili. At úrmælingurin
kundi falla, tá hann skuldi
enda á tindinum. At tað
kundi henda.
Men kanska sigur tað
líka nógv um okkum sum
um Zidane.
Franski kongurin fall