Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 10. juli 2006 15 tíðindi Vónbrotnir Zidane-fjepparar: Vit fyrigeva Zidane 11 ára gomlu Jan Pauli og Símun hava seinastu nógvu árini verið stórir fjepparar hjá Zidane. Og hóast Zidan bæði skallaði Materazzi og fekk reytt kort í HM finaluni í gjár, hava teir ikki mist nakað fyri stóru fyrimyndini. Ítróttur Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo - Vit høvdu báðir viljað verið Zidane. Hann er ein sera, sera góður fótbóltsspælari. Men vit vóru tó illir og skuffaðir inn á hann í gjár, eru teir báðir samdir um. - Eg haldi, Zidane á ein hátt sveik franska landsliðið, og tað hevði so avgjørt verið brúk fyri honum í brotssparkskappingini. Men eg kann gott fyrigeva honum allíkavæl. Hann varð óivað provokeraður av Materazzi, og so er tað synd í honum, at hann skal enda sína stóru fótbóltskarrieru soleiðis, heldur Jan Pauli, og Símun leggur afturat, at Zidane hevði ikki fyri neyðini at skalla Materazzi: - Tað var nokkso býtt av honum, og tað visti hann eisini sjálvur alt fyri eitt, tí hann mótmælti ikki. Men sum sagt, so er hann framvegis ein stór stjørna hjá mær, sigur Símun at enda. Petur Reinert, fótbóltsdómari metir ikki, at videomyndir skulu yvirtaka leiklutin hjá dómaranum. Hinvegin kunnu videomyndir vera hentar, tá hendingar sum stútingin hjá Zidane skulu staðfestast og revsast Theodor E. D. Olsen Fótbóltur Eftir HM-finaluna í gjár­ kvøldið var franski lands­ liðsvenjarin, Raymond Domenech, skjótur at siga, at hetta var fyrstu ferð at videomyndir vórðu brúktar eftir eina útvísing. Hann sipaði sjálvandi til tilburðin, tá Zinedine Zidane fekk reyða kortið eftir at hava stútað ein italiumann í bringuna. Altjóða fótbólts­sam­ bandið FIFA hava tó al­mannakunngjørt, at videomyndir ikki vóru orsøk til avgerðina at vísa Zidane av vøllinum. FIFA upplýsir, at 4. dómarin, sum situr uttan fyri vøllin, sá hendingina og boðaði høvuðsdómaranum frá hes­ um. Júst hendan keðiliga hendingin í finaluni kundi sett gongd aftur á kjakið, um videoeftirlit skal avgera í framtíðini, um fríspark, brotsspark ella eitt reytt kort skal gevast. Petur Reinert er fótbólts­ dóamri í Føroyum, og hann er sannførdur um, at øll sjarman hevði horvið úr fótbóltsspælinum, um videoeftirlit skuldi avgjørt staklutirnar. Hann nevnir hendingar sum tá Maradona skoraði við hondini í 1986 og finaluna í 1966, har fólk enn kjakast um, bólturin rakk inn um málstrikuna. Petur Reinert heldur, at hóast dómararnir sjálvandi skulu vera nærlagdir og gera sítt allarbesta, so skal pláss vera fyri menniskjaligum mistøkum, tí annars verður als ikki neyðugt at hava dómarar yvirhøvur, tí so kundi kundu vit ístaðin bara havt fólk, sum duga fótbóltslógirnar og mett út frá myndunum á skíggjanum, og tað heldur Petur Reinert ikki at vera nakra gongda leið. Hinvegin heldur hann at videomyndir kunnu vera hentar í førum sum tí hjá Zidane í HM-finaluni, tí hann metir ikki at fót­ bóltsspælarar skulu sleppa órevsaðir frá tílíkum, um talan t.d. var um eina hálv­ finalu, og dómararnir einki høvdu sæð. Petur Reinert leggur afturat, at hetta eisini átti at verið galdandi her á landi, tí tað hevði sent eitt signal út til spælararnar, at ikki alt verður góðtikið. Sjarman má ikki hvørva úr fótbóltinum Zinedane Zidane hevur 12 reyð kort. 3 í Bordeaux 5 í Juventus 2 í Real Madrid 2 á franska landsliðnum FAKTA